Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. apríl 1997Nr. 35
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensiónistar, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 116 frá 9. desember 2024 1)
§ 1. 2) 3) 4) Viðbót verður veitt ávísum pensjónistum, sum hava bústað í Føroyum. Hjún ella samlivandi, har bæði eru pensjónistar, fáa eina viðbót í felag, og verður viðbótin útgoldin við einari helvt til hvønn. Hevur annar hjúnafelagin ella samlivin fingið varandi bútilboð á stovni, sum er skipaður við heimild í løgtingslóg um almannatrygd og tænastur ella løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m., verður viðbótin ikki útgoldin við einari helvt til hvønn, men fær hjúnafelagin ella samlivin, sum býr heima, fulla viðbót frá mánaðinum aftaná, at hjúnafelagin ella samlivin er fluttur inn.
Stk. 2. 5) 4) Fyritíðarpensjónistur, ið er giftur ella samlivandi við persóni, sum ikki er pensjónistur, hevur rætt til fulla viðbót, um parið lýkur treytirnar í § 3.
Stk. 3. 6) 7) 5) 4) Fyritíðarpensjónistur, ið er giftur ella samlivandi við fólkapensjónisti, ið er føddur aftan á 31. desember 1952, hevur rætt til hálva viðbót, um parið lýkur treytirnar í § 3.
Stk. 4. 4) Fólkapensjónistur, ið er føddur aftan á 31. desember 1952, hevur ikki rætt til viðbót sambært stk. 1.
Stk. 5. 4) Viðbótin sambært hesi løgtingslóg verður ásett og javnað í serligari løgtingslóg.
§ 2. 8) 9) 10) Viðbót til ávísar pensjónistar verður veitt frá mánaðinum eftir, at rætturin til veitingina er staðfestur.
Stk. 2. 10) Viðbót til ávísar pensjónistar verður útgoldin frammanundan eina ferð um mánaðin.
Stk. 3.11) 10) Viðbót verður ikki latin fyritíðarpensjónistum, sum búgva á stovni, ið er góðkendur sambært lóg um almenna forsorg.
§ 3. 2) 3) Treytin fyri at fáa viðbótina er, at pensjonistur, saman við hjúnafelaga ella samlivandi, ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 80.000,-, og at stakur pensjonistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn kr. 60.000,-.
§ 3 a. 12) Varnast Almannaverkið, at ein pensjónistur eitt nú vegna sálarsjúku, menningartarn, heilaskaða, sinnisbrek ella vegna rúsmisnýtslu ikki megnar at umsita viðbótina, undir hesum um viðkomandi ikki megnar at halda sínar skyldur mótvegis útleigara, kann Almannaverkið:
1) taka avgerð um, hvussu viðbótin skal útgjaldast, ella
2) taka avgerð um, at avvarðandi ella starvsfólk í Almannaverkinum ella á vardum bústaði umsita viðbótina hjá pensjónisti.
Stk. 2. Viðbótin skal umsitast samsvarandi áhuga og vilja borgarans.
Stk. 3. Pensjónistur og Almannaverkið kunnu avtala, at Almannaverkið umsitur viðbótina.
Stk. 4. Pensjónistur skal hoyrast í tann mun, viðkomandi er førur fyri hesum, áðrenn Almannaverkið tekur avgerð sambært stk. 1.
Stk. 5. Almannaverkið skal ansa eftir, at pensjónistur, ið er undir umsiting sambært stk. 1, ikki verður fyri misnýtslu ella sviki.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um umsiting av viðbótini, undir hesum reglur um eftirlit.
§ 4. 2) (Strikað).
§ 5. 2) Almannaverkið hevur fyrisitingina av viðbótini um hendi.
Stk. 2. 9) 2) 13) Avgerðir, tiknar av Almannaverkinum, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 4 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
§ 6. 9) (Strikað).
§ 6 a. 2) Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum um inntøkugrundarlag í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 2. Umrokning, eftirrokning, afturgjaldskrav og upplýsingarskylda eru sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 3. Rætturin til veiting heldur uppat sambært ásetingum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 4. Almannaverkið kann fáa til vega upplýsingar, sum hava týdning fyri viðgerð av málum um viðbót til ávísar pensjónistar sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.
Stk. 5. Spurningar um avgerðarrætt yvir viðbót til ávísar pensjónistar verða viðgjørdir sambært ásetingunum í løgtingslóg um almannapensjónir.
§ 7. Hendan lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 29. mai 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2024.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 19. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015 og hevur virknað fyri útgjaldið av pensjón fyri januar mánað 2015.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 189 frá 21. desember 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað fyri útgjald frá og við januar 2019. Stk. 2. § 1, nr. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri samlivandi pensjonistar, sum áðrenn 1. januar 2019 hava fingið staðfest rætt til hvør sína viðbót.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 116 frá 9. desember 2024, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað fyri útgjalding av veitingum frá og við januar 2025. Stk. 2. Persónur, ið hevur fingið játtað viðbót til ávísar pensjónistar, áðrenn henda løgtingslóg fær virknað, fær veiting eftir higartil galdandi reglum.”
5) Broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 30. apríl 2018, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. desember 2019 og er galdandi fyri útgjald av veitingum frá og við januar 2020.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 10 frá 9. februar 2001, har § 2 í ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 58 frá 10. mai 2000, har § 2 løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 13. mars 2000, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 15. mai 2012, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2013.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 115 frá 24. november 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017 og hevur virknað frá útgjaldskeiðinum fyri apríl 2017.”
11) Broytt við løgtingslóg nr. 104 frá 11. november 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. jan. 2011.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 48 frá 6. mai 2016.
13) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”