Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2024Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í anordning om ikrafttræden for Færøerne af søloven og úrgildisseting av lov om Rederes Forpligtelse til at meddele statistiske Oplysninger
(Myndugleikaflytingar vegna yvirtøku av málsøkinum, sjórættur o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í anordning nr. 187 af 8. februar 2017 om ikrafttræden for Færøerne af søloven, sum seinast broytt við anordning nr. 1121 af 29. juni 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 153, stk. 5, § 154, stk. 1, § 187, § 199, § 485, § 515 b og § 516 verður “Søfartsstyrelsen” broytt til: “Sjóvinnustýrið”.
2. Í § 142, stk. 1, 1. pkt., § 142, stk. 2, § 201, stk. 3-4, § 202, stk. 4, 4. pkt., § 482, stk. 1, 1. pkt., § 514 b, stk. 3 og § 516 verður “erhvervs- og vækstministeren” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
3. Í § 175, stk. 6, 1. og 2. pkt., § 186, stk. 4, 1. og 2. pkt., § 186, stk. 5-7, § 194, stk. 4, § 198, stk. 1-4, § 202, stk. 4, 2. pkt., § 229 a, stk. 3, § 454, stk. 1, 2. pkt., § 461, 2. pkt., § 485, § 505 a, stk. 1 og stk. 2, § 505 b, stk. 1 og stk. 2, verður “Erhvervs- og vækstministeren” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
4. Í § 154, stk. 1, § 187, § 199, § 475, stk. 4, § 482, stk. 1, 2. pkt. og § 482, stk. 3, 2. pkt. verður “erhvervs- og vækstministeren” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
5. Í § 474, stk. 2, nr. 3, § 477, stk. 3 og § 479, stk. 2 verður “, Søfartsstyrelsen” strikað.
6. Í § 516 verður “ministeren” broytt til: “landsstýrisfólkið”.
§ 2
Lov nr. 75 af 29. marts 1904 om Rederes Forpligtelse til at meddele Statistiske Oplysninger verður sett úr gildi.
§ 3
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 29. juli 2025.
Stk. 2. § 2 kemur í gildi dagin eftir, at løgtingslógin er kunngjørd.
Í Tinganesi, 16. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 94/2023