20. apríl 2005Nr. 35
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 106 frá 29. juni 1995 um studentaskúlar v.m., sum millum annað broytt við løgtingslóg nr. 68 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 8, stk. 1 verður “meting fráfaringarskúlans” broytt til: “ítøkiligu meting upptøkuskúlans”.
2) Í § 8, stk. 2 verður aftaná orðið “stakgreinalestur” sett: “og sjálvlestur”.
3) § 13, stk. 1 verður orðað soleiðis: „Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.
Tórshavn, 20. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 41/2005