23. apríl 1999Nr. 35
Løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í skjalinum til § 3 í løgtingslóg nr. 105 frá 29. desember 1998 um áseting og javning av almannaveitingum, soleiðis sum tað er orðað við kunngerð nr. 9 frá 26. januar 1999 um almannaveitingar, verður gjørd henda broyting:
Orðini “Pensjónsviðbót – hjún hvør 11.664,00 “ verða broytt til: “Pensjónsviðbót - hjún hvør 5.832,00”
§ 2
Løgtingslógin fær gildi dagin eftir at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður