Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
3. mai 2007Nr. 36
Løgtingslóg um lestrarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021
Endamál
§ 1. Endamálið við lestrarstuðlinum sambært hesi lóg er at gera tað fíggjarliga lættari at nema sær útbúgving.
Rætt til stuðul
§ 2. 1) Stuðul til lestur í Føroyum verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og hava:
1) danskan ríkisborgararætt og lesa á stuðulsheimilaðari útbúgving í Føroyum, ella
2) útlendskan ríkisborgararætt, lógliga uppihalda seg í Føroyum og ikki fáa stuðul úr heimlandinum, men:
a) áðrenn tey eru fylt 20 ár, hava tikið fastan bústað saman við foreldrum í Føroyum,
b) eftir at hava fylt 20 ár, hava havt fastan bústað í Føroyum í minsta lagi tvey samanhangandi ár, áðrenn farið verður undir útbúgving, ella
c) hava fastan bústað í Føroyum og hava verið gift við donskum ríkisborgara í minst tvey ár.
Stk. 2. Stuðul til lestur uttan fyri Føroyar verður eftir umsókn veittur teimum, ið eru lestrarvirkin og lúka treytirnar í stk. 1 í hesi grein, og hava búð í Føroyum í minsta lagi:
1) tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella
2) helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann víkja frá ásetingunum í hesi grein, um umsøkjarin verður mettur at hava serligt tilknýti til Føroya, sambært nærri ásettum reglum í kunngerð.
§ 3. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum.
Stk. 2. Frávik í ásetingini um lestravirkni verður gjørt í sambandi við barnsburð og ættleiðing.
Stk. 3. 2) Útbúgvingarstovnurin hevur eftirlit við, um tann lesandi er lestrarvirkin, og í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tann lesandi er farin undir útbúgvingina, og hvørt hálvár eftir hetta, skal útbúgvingarstovnurin boða Studna frá, um tann lesandi er lestrarvirkin sambært stk. 1, 2. pkt.
Stk. 4. 2) Studni kann krevja stuðul rindaðan aftur, um tann lesandi hevur givið skeivar ella villleiðandi upplýsingar, ella hevur tagt burtur týðandi upplýsingar ella ikki lýkur treytirnar fyri stuðli annars.
Útbúgvingar, ið lógin fevnir um
§ 4. 1) Ein útbúgving er stuðulsheimilað, tá hon er skipað sum heiltíðarlestur, er minst 3 fylgjandi mánaðir til longdar, er ólønt og endar við próvtøku. Undantikin frá ásetingini í 1. pkt. um próvtøku eru næmingar á serliga skipaðum miðnámi.
Stk. 2. 1) Talan kann vera um hægri útbúgvingar, styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar, miðnámsútbúgvingar, partar av miðnámsútbúgvingum ella útbúgvingar á framhaldsdeildarstigi fyri umsøkjara, ið eru fyltur 18 ár.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvørjar útbúgvingar í Føroyum verða góðkendar, hvussu tær verða bólkaðar og um, hvørji undantøk kunnu gerast.
§ 5.3) Ein útbúgving uttan fyri Føroyar er stuðulsheimilað, um hon, umframt treytirnar í § 4, er:
1) hægri útbúgving, góðkend av SU,
2) hægri útbúgving, góðkend av Studna,
3) skiftislestur á hægri útbúgving,
4) serligur støðislestur eftir miðnámsútbúgving, tá hesin er ein fortreyt fyri upptøku á hægri útbúgving, ella
5) málsligt fyrireikingarskeið til hægri útbúgving í ikki enskt talandi londum.
Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um nevndu útbúgvingarbólkar, slag av lestrarstuðli, lestrarstuðulslongd og um víkjast kann frá kravinum um heiltíðarlestur í § 4.
Lestrarstuðul og stuðulsupphæddir
§ 6. Lestrarstuðul verður eftir umsókn veittur sum studningur og/ella lán.
Stk. 2. Í Føroyum fevnir stuðulin um:
1) studning til livikostnað, her verður skilt millum tann hægra studningin og tann lægra studningin,
2) lán ella endalán til livikostnað,
3) ferðastudning innanoyggja,
4) bókastudning,
5) vistarhaldsstudning,
6) barnsburðarfarloyvisstudning,
7) barnastudning,
8) ferðastudning millum lond, og
9) verkætlanarstudning.
Stk. 3. Uttan fyri Føroyar fevnir stuðulin um:
1) studning til livikostnað,
2) lán ella endalán til livikostnað,
3) studning og/ella lán til skúlagjald,
4) barnsburðarfarloyvisstudning,
5) barnastudning,
6) ferðastudning millum lond, og
7) verkætlanarstudning.
Stk. 4. 3) Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til samsvarandi stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte ella øðrum lestrarstuðulsskipanum, fæst ikki stuðul frá Studna.
§ 6 a. 4) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at umsóknir um studning og lán sbrt. § 6 og tilhoyrandi fylgiskjøl skulu latast Studna talgilt.
§ 6 b. 2) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at Studni kann veita studning til skúlagjald fyri næming, sum tekur lestrarfyrireikandi altjóða gymnasiala miðnámsútbúgving uttanlands, eftir at hava lokið fyrsta árið av gymnasialum miðnámi í Føroyum.
Stk. 2. Studningur til skúlagjald fyri næmingin kann í mesta lagi verða veittur í 2 ár.
§ 6 c. 2) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at næmingur, sum tekur lestrarfyrireikandi gymnasiala miðnámsútbúgving, sum er skipað sum liður í norðurlendskum samstarvi, og sum partvís er staðsett uttan fyri Føroyar, verður javnsettur við næming, sum tekur miðnámsútbúgving í Føroyum.
§ 7. 5) 3) 6) Studningur til livikostnað kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár.
Stk. 2. 6) Mánaðarligi studningurin til teirra, ið taka hægri lestur ella styttri vinnuførleikagevandi útbúgving, er kr. 4.315.
Stk. 3. 6) Mánaðarligi studningurin til teirra, ið lesa á miðnámi ella í fólkaskúla, er kr. 3.815, um tann lesandi er forsyrgjari ella kann skjalprógva útreiðslur av egnum bústaði.
Stk. 4. 6) Mánaðarligi studningurin til teirra, ið ikki eru fevnd av stk. 2 ella stk. 3 og annars lúka treytirnar fyri at fáa lestrarstuðul, er kr. 1.838 mánaðarliga.
Stk. 5. 6) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um skjalprógvan av nevndu útreiðslum í stk. 3 og at áseta treytir í sambandi við leigu av bústaði.
§ 8. Lestrarlán til livikostnað kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár. Lánsupphæddin kann í mesta lagi vera kr. 2.287 um mánaðin.
Stk. 2. 3) Endalán kann veitast umsøkjara, ið eftir vanligu reglunum í § 18, stk. 2 hevur fingið tann stuðul, sum honum er heimilað at fáa frá Studna. Lánsupphæddin er í mesta lagi tann mánaðarliga hægra studningsupphæddin og lánsupphæddin tilsamans. Endalán fæst í upp til 11 mánaðir.
Stk. 3. Treytin fyri at fáa endalán er, at tann lesandi tekur eina hægri útbúgving, er lestrarvirkin, og at avvarðandi lærustovnur kann vátta, at tann lesandi er førur fyri at gera útbúgvingina lidna innan eitt lestrarár.
§ 8 a. 3) 7) Studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 20.000, verður mánaðarligi studningurin sambært § 7, stk. 1, 2. pkt. lækkaður við 10%.
Stk. 2. Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um inntøkujavningina.
§ 9. Ferðastudningur innanoyggja kann veitast umsøkjara, ið hevur fyri neyðini at nýta alment ferðasamband til og frá útbúgvingarstaðnum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger neyvari reglur um skipanina í kunngerð og kann í ávísum førum gera undantak fyri lesandi, ið ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1, nr. 2 í hesi lóg.
§ 10. Bókastudningur verður veittur umsøkjara, ið er undir 18 ár við byrjan av stuðulsárinum. Bókastudningurin er kr. 3.433 og verður útgoldin í byrjanini av stuðulsárinum.
§ 11. 5) Vistarhaldsstudningur kann veitast umsøkjara, ið er undir 18 ár og noyðist at flyta nærri útbúgvingarstaðnum og hevur skjalprógvaðar útreiðslur av hesum. Vistarhaldsstudningurin er kr. 2.405.
§ 12. Barnsburðarfarloyvisstudningur kann veitast umsøkjara í sambandi við barnsburð og ættleiðing í mesta lagi í 11 mánaðir. Studningsupphæddin er tann hægri studningurin sbr. § 7, stk. 1.
Stk. 2. 5) 3) 1) 6) Barnastudningur verður veittur umsøkjara, ið eigur barn/børn ella hevur forsyrgjaraskyldur av barni/børnum í ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2. Barnastudningurin er mánaðarliga kr. 1.000 fyri hvørt barn undir 18 ár.
Stk. 3. 1) Treytin fyri at fáa studning eftir hesi grein er, at umsøkjarin býr saman við barninum sambært skrásetingini hjá Landsfólkayvirlitinum ella hjá kommununi. Studni kann í serligum førum geva undantak frá bústaðarkravinum. Bert annað foreldrið kann fáa studning úr skipanini í senn.
Stk. 4. 5) 3) 2) Studningur til einsamallar uppihaldarar verður veittur umsøkjara, ið er lestrarvirkin og fær serliga barnaískoyti til einsamallar uppihaldarar sambært løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar o.fl. í ásettu lestrartíðini sbrt. § 18, stk. 1 og stk. 2. Studningurin til einsamalla uppihaldaran er kr. 1448 um mánaðin.
Stk. 5. 5) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um, hvussu barnsburðafarloyvisstudningur eftir stk.1 í hesi grein skal umsitast í mun til aðrar stuðulsskipanir, tá skift verður til aðra útbúgving, um barnið doyr, tá barnsburður ella ættleiðing er farin fram, áðrenn útbúgvingin byrjar, umframt umsitingarligar mannagongdir, leiðreglur v.m.
§ 13. 5) 8) 3) 1) 2) Studningur til skúlagjald kann veitast umsøkjara, ið er fyltur 18 ár, og sum fer undir hægri lestur uttan fyri Norðurlond. Studni rindar studning til skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum. Studningurin til skúlagjaldið er í mesta lagi kr. 100.000 um árið. Møguligur studningur til skúlagjaldið frá SU ella øðrum lestrarstuðulsstovni verður roknaður sum partur av nevndu upphædd.
Stk. 2. 3) 2) Studni kann veita lesandi lán til írestandi skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 100.000 um árið.
Stk. 3. 3) Í serstøkum førum sbrt. § 5, stk. 1, nr. 2 kann Studni veita skúlagjald í Norðurlondum eftir reglunum í hesi grein.
§ 14. Ferðastudningur millum lond kann veitast umsøkjara, ið lesur uttanlands. Studningurin kann eisini veitast børnum hjá umsøkjara, tá tann lesandi og børnini búgva uttanlands.
Stk. 2. Treytin fyri at fáa ferðastudningin er, at umsøkjarin gongur á eini góðkendari fulltíðarútbúgving uttan fyri Føroyar, ið er eitt lestrarár ella longri.
Stk. 3. 3) 9) Upphæddirnar fyri tey lesandi og børn teirra eru ásettar í skjali 1.
Stk. 4. 3) 1) Fyri tey, ið søkja ferðastudningin í várhálvuni sbrt. § 17, stk. 2 er aldurin í stk. 3 tann aldurin, ið barnið hevur 30. juni í stuðulsárinum, ið søkt verður fyri. Fyri tey, ið søkja ferðastudningin í heysthálvuni sbrt. § 17, stk. 2, er aldurin í stk. 3 tann aldurin, ið barnið hevur 31. desember í stuðulsárinum, ið søkt verður fyri.
§ 15. 3) Verkætlanarstudningur fevnir um ferðing millum lond og kann veitast umsøkjara, ið skrivar størri uppgávu í sambandi við lesnað, er í starvsvenjing ella uppiheldur seg á øðrum lærustovni sum part av útbúgvingini.
Stk. 2. 3) 1) Treytin fyri at fáa verkætlanarstudningin er, at umsøkjarin gongur á eini góðkendari hægri heiltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri. Stuðul fæst eisini til MA-lestur, ið er styttri enn 2 ár, og til heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.
Stk. 3. 3) Stuðulin verður tann skjalprógvaða upphæddin av ferð millum lond til vanligan ferðaseðlakostnað, tó í mesta lagi upphæddirnar fyri lesandi sbrt. talvuni í § 14, stk. 3.
Stk. 4. 1) Er ferðin ikki úr ella til Føroya, men úr ella til Danmarkar, verður upphædd samsvarandi við lægsta flogferðaseðlaprís millum Føroya og Danmark drigin frá upphæddunum til Europa ella aðrastaðni í talvuni í § 14, stk. 3. Er ferðin millum lond, har hvørki Føroyar ella Danmark eru partur av ferðini, tekur Studni avgerð um stuðulsupphæddina við støði í talvuni og meginreglunum í § 14, stk. 3 og 4.
§ 16. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur um lestrarstuðlarnar, stuðulstíðarskeið og stuðulsupphæddir, um treytir, undantøk, um hvussu ofta stuðulin verður veittur, umsitingarligar mannagongdir og leiðreglur í sambandi við útrokningar, skjalprógv, freistir, v.m. fevnt av §§ 6 - 15.
Stuðulstíðin
§ 17. 6) 10) 9) Stuðulsárið er frá 1. august til 30. juni árið eftir. Stuðulsárið er sostatt 11 mánaðir. Tó verður stuðul veittur teimum, ið lesa hægri lestur, einsamøllum uppihaldarum og aspirantum í 12 mánaðir í útbúgvingartíðini.
Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá ið søkt verður. Lestrarhálvurnar eftir hesi lóg eru at skilja sum galdandi frá 1. august til 31. desember og frá 1. januar til 30. juni.
§ 18. 1) Umsøkjarar á miðnámsútbúgvingum, pørtum á miðnámsútbúgvingum, vinnuførleikagevandi útbúgvingum ella á útbúgvingum á framhaldsdeildarstigi fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin, tó ongantíð longri enn tvífaldað ásettu útbúgvingartíðina. Studni kann fyri lesandi á serliga skipaðum miðnámi leingja lestrartíðina í samráð við avvarðandi lærustovn við einum ári.
Stk. 2. 3) 1) Umsøkjarar á hægri útbúgvingum fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin. Íroknaður er eisini stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte til útbúgvingar av sama slagi. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar, íroknað stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte.
Stk. 3. Undantak frá teimum 6 árunum í stk. 2. kann tó gerast um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár fyri eina útbúgving.
Stk. 4. 3) Studni kann gera undantak frá regluni um áramál í stk. 1 og 2, um lestrartíðin er vorðin longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.
Stk. 5. 3) Studni kann leingja stuðulstíðina í stk. 2 við tveimum árum, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving.
Stk. 6. 3) Tá talan er um hægri útbúgvingar, har ásetta lestrartíðin er 2 ár ella styttri, veitir Studni bara stuðul til skúlagjald sbrt. § 13 til ásettu lestrartíðina.
Javning av stuðulsupphæddum
§ 19. 5) 8) 3) 7) 4) 1) 11) 10) Stuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12 verða tann 1. august á hvørjum ári javnaðar við prosentvísu broytingini í miðalprístalinum fyri undanfarna ár í mun til miðalprístalið fyri árið undan hesum. Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2017.
Stk. 2. 5) Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu lestrarstuðulsupphæddirnar sbrt. §§ 7-12 í seinasta lagi 1. august á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. august 2008.
Renta, afturrindan og innheintan av lestrarskuld
§ 20. 3) Lestralán, ið verða veitt við heimild í hesi lóg, verða rentað í útbúgvingartíðini við eini árligari rentu, sum er 2%. Eftir lokna útbúgving rentar upphæddin við 3% oman fyri ta til eina og hvørja tíð galdandi diskontu.
Stk. 2. Renta verður roknað av teirri til eina og hvørja tíð verandi skuld og renta verður tilskrivað mánaðarliga.
Stk. 3. Afturrindan av lestrarskuld skal vanliga byrja 1 ár aftan á, at tað stuðulsárið er endað, har ið útbúgvingin er lokin.
Stk. 4. 3) Um lántakari doyr, áðrenn lánið er afturgoldið, kann Studni strika restskuldina.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um, hvussu og nær lestraskuld sbr. stk. 3 skal afturrindast.
Stk. 6. Skuld av lestrarláni kann eftirgevast sambært skuldarumskipanarlógini.
§ 21. Um lántakarin ikki lýkur lánitreytirnar ella letur vera við at gjalda falnar rentur og avdráttir, kann skuldin sigast upp til skaðaleysa afturrindan.
Stk. 2. 2) Krøv sbr. stk. 1 kunnu verða innheintað og pantað av TAKS.
Stk. 3. 2) Heimilað verður TAKS at innkrevja skuld sbr. stk. 1 og 2 við at afturhalda í A-inntøku lántakarans smb. heimildunum hesum viðvíkjandi í Skattalógini.
Stk. 4. 2) Tey krøv sbr. stk. 1, ið ikki verða innheintað av TAKS, kunnu innkrevjast av øðrum innkrevjingarstovni.
Fyrisiting
§ 22. 3) Studni fyrisitur lestrarstuðulin. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um virksemi stovnsins.
Stk. 2. 3) Landsstýrismaðurin setir stjóran á Studna.
Stk. 3. 3) Stjórin á Studna setir starvsfólkini á stovninum.
Stk. 4. 3) Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eina ráðgevandi nevnd fyri Studna og áseta nærri reglur um virksemi nevndarinnar.
Upplýsingarskylda og skjalprógv
§ 23. 3) Studni fær heimild til at fáa tær upplýsingar um tann einstaka umsøkjaran frá almennum myndugleikum, ið eru neyðugar fyri at útrokna/játta stuðulin og innkrevja lánini.
Stk. 2. Lesandi skulu upplýsa navn, bústað, persónstal og ætlaðu útbúgving. Lesandi, ið eru forsyrgjarar, skulu eisini upplýsa navn og persónstal á barni í sambandi við at søkt verður um barnastudning.
Stk. 3. 10) Studna verður heimilað at lata víðari til TAKS neyðugar upplýsingar um lestrarvirkni hjá lesandi, sum vegna útbúgving fyribils hava tilhald uttan fyri Føroyar, soleiðis, at nevndu persónar kunnu sleppa undan skylduni at rinda kringvarpsgjald, hóast hesi framvegis eru skrásett sum búsitandi í Føroyum.
Kærumøguleiki 12)
§ 24. 3) 12) Allar avgerðir, tiknar av Studna, kunnu kærast til Føroya Kærustovn innan 6 vikur eftir, at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Stk. 2. 12) (Strikað).
Stk. 3. 12) (Strikað).
Gildiskoma
§ 25. Henda lóg kemur í gildi 1. august 2007, samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan.
Stk. 2. Kunngerð nr. 4 frá 22. januar 2003 um ferðstuðul til lesandi uttanlands, Kunngerð nr. 5 frá 22. januar 2003 um ferðastuðul til verkætlanir, Kunngerð nr. 57 frá 3. september 2004 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin), Kunngerð nr. 121 frá 21. desember 2006 um útbúgvingarstuðul vera verandi í gildi, til tær verða settar úr gildi við reglum, ásettar við heimild í hesi lóg.
Skiftisreglur
§ 26. § 20. stk. 4 er eisini galdandi fyri lán, har lántakari doyði, áðrenn henda lóg kom í gildi.
Stk. 2. Ásetingarnar í § 21, stk. 1-4, eru eisini galdandi fyri krøv, ið stava frá tíðini, áðrenn henda lóg kom í gildi.
Tórshavn, 3. mai 2007
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 106/2006
9) Skjal 1
Ferðastudningur sambært § 14, stk. 3
|
Danmark |
Europa
|
Uttanfyri Europa |
Lesandi |
kr.1.500 |
kr. 3.100 |
kr. 4.100 |
Børn: 0 – 1 ár |
kr. 200 |
kr. 400 |
kr. 600 |
Børn: 2 – 11 ár |
kr. 900 |
kr. 1.800 |
kr. 3.000 |
Børn: 12 – 16 ár |
kr. 1.500 |
kr. 3.100 |
kr. 4.100 |
1) Broytt við løgtingslóg nr. 41 frá 7. mai 2015, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2015.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 22. apríl 2021, har § 2 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2021. Stk. 2. Tó kemur § 6 b, sum ásett í § 1, nr. 2, í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan lóg fær gildi 1. januar 2011. Stk. 2. Tó fær § 1, nr. 3 gildi 1. august í 2011.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 1. august 2009. § 1 nr. 3 og nr. 4 fáa tó gildi 1. januar 2010”.
6) Broytt við løgtingslóg nr. 102 frá 3. november 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2017.”
7) Broytt við løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2012.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2010.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 165 frá 20. desember 2017, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2018.”
10) Broytt við løgtingslóg nr. 74 frá 29. mai 2017.
11) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 6. mai 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2016.”
12) Broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, har § 43 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2022. Samstundis fer løgtingslóg nr. 47 frá 23. mars 1993 um kærunevnd í almanna-, familju- og heilsumálum úr gildi.”