13. mai 1959Nr. 36
Løgtingslóg um útgávu av skúlabókum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996
§ 1. Landsstýrismaðurin saman við Løgtingsins Skúlabókanevnd skipar fyri og hevur ábyrgdina av útgávu av skúlabókum. Hesa útgávu verður farið undir beinan vegin, í fyrstu syftu fyri barnaskúlan og síðan fyri hinar hægru skúlarnar.
§ 2. Um peningurin, sum tøkur er til hetta endamál, er ov lítil, verður landsstýrismanninum heimilað at taka lán at gjalda tað, ið neyðugt er í samband við skúlabókaútgávuna, her uppií samsýning fyri handrit.
§ 3. Henda lóg kemur í gildi beinan vegin.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 84 frá 24. oktober 1978.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 67 frá 20. mai 1996 §§ 7 og 18.