20. apríl 2005Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 11 verður aftaná orðið “stakgreinaundirvísing” sett: “og sum sjálvlesandi”.
2) Í § 14, stk. 2 verður aftaná ”kann áseta reglur um” sett: ” felagsbýtisnevnd og”.
3) § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.
Tórshavn, 20. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Jógvan á Lakjuni (sign.)
Lm. nr. 42/2005