23. april 1999Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í lóg um fólkapensjón
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í lóg um fólkapensjón, sbr. lovbekendtgørelse nr. 103 af 2. marts 1988 om folkepension, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 2, verður “70” broytt til “67”
2) Í § 4, stk. 1, verða orðini “for personer under 67 år og efter reglerne i § 6 for personer i alderen 67-70 år, ikke repræsenterer en værdi, der overstiger 16.100 kr.” strikað og í staðin sett orðini “ikki umboðar eitt virði, sum fer upp um frádráttarfríu inntøkuupphæddina soleiðis, sum hon er ásett við løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum”
3) Í § 4, stk. 2, verður aftaná “grundbeløb” sett “og bíðiviðbót”.
4) § 6 verður strikað
5) Í § 17, stk. 2 verður “70” broytt til “67”
§ 2
Henda lóg fær gildi 1. august 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður