Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
28. apríl 2009Nr 36
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 28. desember 2006, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Sett verður inn sum nýtt stk. 6 í § 2:
“Persónar, ið fylla 64 ár 1. juli 2009 ella seinni, sum ikki áður hava havt fastan bústað í Føroyum, og sum við tilflyting fáa fastan bústað í Føroyum, rinda einki í grunnin.”
2) § 3, stk. 1 og stk. 2 verða orðað soljóðandi, og verandi stk. 2 verður hereftir stk. 3:
“§ 3. Rætt til arbeiðsmarknaðareftirløn eigur hvør persónur, ið hevur fylt 67 ár, og sum í minst trý ár, meðan hann var millum 15 og 67 ára gamal, tá hevði fastan bústað í Føroyum og var skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum.
Stk. 2. Persónur, sum lýkur krøvini í stk. 1, hevur rætt til 1/40 av fullari arbeiðsmarknaðareftirløn fyri hvørt árið, tó í mesta lagi 40 ár, hann hevur havt fastan bústað í Føroyum og verið skrásettur í fólkayvirlitinum í Føroyum, meðan hann var millum 15 og 67 ára gamal.”
3) § 4, stk. 2 og 3 verða orðað soljóðandi:
“Stk. 2. Veitingar sambært hesi lóg verða bert veittar eftir umsókn. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at arbeiðsmarknaðareftirløn verður útgoldin ókravd.
Stk. 3. Doyr móttakari aftaná, at arbeiðsmarknaðareftirløn er útgoldin, men áðrenn mánaðurin, sum eftirløn er fyri, er byrjaður, verður eftirlønin ikki afturkravd. Er eftirlønin útgoldin aftaná, at mánaðurin, sum eftirløn er fyri, er byrjaður, verður eftirlønin afturkravd.”
4) § 6, stk. 1, 4. punktum verður orðað soljóðandi:
“Ein umboðandi arbeiðsgevarar, ein umboðandi løntakarar og stjórin í Landsbanka Føroya.”
5) Sett verður inn sum nýggj § 9 A.
“9 A. Grunnurin hevur rætt til at fáa útflýggjaðar frá Landsfólkayvirlitinum allar upplýsingar um persónar, sum Landsfólkayvirlitið hevur skrásettar. Gunnurin hevur eisini rætt til at fáa útflýggjaðar tær upplýsingar frá Almannastovuni, sum grunnuninum tørvar fyri at umsita lógina á rættan hátt, og at útflýggja til Almannastovuna tær upplýsingar, sum tørvur er á fyri at samstarva við Almannastovuna um felags eftirlit við útgjaldi av eftirlønum eftir hesi lóg og útgjaldi av eftirlønum sambært Nordisk Konvention om Social Sikring.”
§ 2
Lógin fær gildi 1. juli 2009. § 3 í verandi lóg er framhaldandi galdandi fyri persónar, ið hava fastan bústað í Føroyum, eru skrásettir í fólkayvirlitinum í Føroyum og eru fyltir 67 ár áðrenn 1. juli 2009.
Tórshavn, 28. apríl 2009
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 87/2008