Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
9. apríl 2019Nr. 37
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka
(Bryggjarí fáa heimild at selja alla framleiðslu sína beinleiðis til tollfríar sølubúðir, proviantering og provianteringsfyritøkur. Harumframt verða gjørdar smærri lógartøkniligar broytingar)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 183 frá 21. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Tað er ikki loyvt
1) at innflyta, framleiða ella bryggja rúsdrekka, sum í sær hevur meira enn 60 rúmprosent av alkoholi, og
2) at gera drekkandi tær í § 2, stk. 3 nevndu vørur.
Stk. 2. Rúsdrekka kann bara framleiðast á góðkendum framleiðsluvirkjum. Uttan mun til ásetingina í stk. 1, nr. 1 kunnu góðkend framleiðsluvirki innflyta ethanol, sum í sær hevur meira enn 60 rúmprosent av alkoholi, at brúka í sambandi við rúsdrekkaframleiðslu.
Stk. 3. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta neyvari treytir fyri rúsdrekkaframleiðslu, undir hesum eisini treytir fyri góðkenning, reglur um eftirlit við framleiðsluni o.a.”
2. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Rúsdrekkasøla Landsins hevur einkarætt at innflyta rúsdrekka, sbr. tó stk. 2-4.
Stk. 2. Persónar, ið hava fylt 18 ár, og sum koma til landið við flogfari ella skipi, kunnu taka við sær rúsdrekka til egna nýtslu eftir reglum, ásettar í kunngerð.
Stk. 3. Ásetingin í stk. 1 er ikki galdandi fyri innflutning av víni, ætlað til altarnýtslu.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1 og í § 3, stk. 1, nr. 1 eru ikki galdandi fyri innflutning av rúsdrekka og ethanoli, sum góðkend framleiðsluvirki, sbr. § 3, stk. 2, skulu brúka til rúsdrekkaframleiðslu sína.”
3. § 6 verður strikað.
4. § 7 verður orðað soleiðis:
“§ 7. Einkarætt at selja rúsdrekka hevur Rúsdrekkasøla Landsins.
Stk. 2. Uttan mun til ásetingina í stk. 1 kann rúsdrekka, sum eftir § 3, stk. 2 er framleitt í Føroyum, seljast Rúsdrekkasølu Landsins, eins og rúsdrekka kann skeinkjast eftir reglunum í matstovulógini.
Stk. 3. Bryggjarí, ið hava fingið útflýggingarloyvi eftir reglunum í matstovulógini, kunnu selja framleiðslu sína beinleiðis til flogfør og skip í altjóða sigling, til tollfríar sølubúðir á flogvøllinum og á skipum í altjóða sigling, og til provianteringsfyritøkur, ið selja proviant til flogfør og skip í altjóða sigling. TAKS hevur eftirlit við hesi sølu.”
5. § 22 verður orðað soleiðis:
“§ 22. Um ikki hægri revsing er uppiborin eftir lóggávuni annars, verður við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir revsaður tann, sum brýtur ásetingarnar í § 3, § 5, § 7, stk. 1 og §§ 19-20. Medvirkni verður revsað á sama hátt.
Stk. 2. Við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir verður revsaður tann, sum ikki lýðir boð ella forboð, givin eftir løgtingslógini ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini.
Stk. 3. Revsingin kann herðast til fongsul í upp í 1 ár, um brotið er framt tilætlað ella av grovum ósketni, ella um talan er um endurtøku.
Stk. 4. Í reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, kann verða ásett, at brot á reglurnar ella treytir, givnar eftir reglunum, verður revsað við sekt ella fongsli í upp í 4 mánaðir.
Stk. 5. Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 6. Tá ið sekt verður ásett eftir stk. 1 og 2, ella eftir reglum, givnar við heimild í løgtingslógini, skal fyrilit havast fyri fíggjarliga vinninginum, sum er fingin ella ætlaður var at fáa við brotinum.
Stk. 7. Mál, sum verða viðgjørd eftir hesum reglum, ella eftir reglum, sum eru ásettar í kunngerð við heimild í hesum reglum, verða viðgjørd sum politimál. Tey í bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje nevndu tiltøk í 72. kapitli um at leggja hald á og í 73. kapitli um rannsakan kunnu nýtast í sama mun sum í statsadvokatmálum.”
6. § 23 og § 25 verða strikaðar.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 9. apríl 2019
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 107/2018