16. mai 2024Nr. 37
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m.
(Avtøka av kærunevnd trygdargrunsins)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 68 frá 9. juni 1988 um trygdargrunn fyri avreiðingar og lønir v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 9. mars 2023, verður § 9, stk. 1 orðað soleiðis:
“Grunnurin verður umsitin av TAKS. Avgerðir, sum TAKS tekur, kunnu innan 4 vikur eftir at kærarin hevur fingið fráboðan um avgerðina, kærast til Føroya Kærustovn.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Stk. 2. Kæra send til kærunevnd trygdargrunsins, sum ikki er avgreidd, tá ið henda løgtingslóg kemur í gildi, viðger og avgreiðir Føroya Kærustovnur sambært reglunum í løgtingslógini um Føroya Kærustovn.
Í Tinganesi, 16. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 76/2023