20. apríl 2021Nr. 37
Løgtingslóg um tillagingar av próvtøkum á gymnasialum miðnámi, orsakað av COVID-19
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg
§ 1. Landsstýrismaðurin kann, orsakað av COVID-19 støðuni, í kunngerð víkja frá reglum í § 1, stk. 8 og § 18, stk. 1 og 2 í løgtingslóg um gymnasialar miðnámsútbúgvingar.
Stk. 2. Verður lóggáva sett til síðis sambært stk. 1, skal fyrilit havast fyri, at næmingar og lesandi ikki verða sett í verri støðu enn frammanundan, og at møguleikarnir fyri víðari lestri ikki verða skerdir.
§ 2. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og fer úr gildi 1. oktober 2021.
Í Tinganesi, 20. apríl 2021
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 138/2020