26. mars 2002Nr. 37
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti til landskassan (Ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
§ 1 í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 130 frá 22. desember 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 2, stk. 1 verður “4.000 kr.” broytt til “5.500 kr.”
§ 2
Henda lóg er galdandi frá og við inntøkuárinum 2002.
Tórshavn, 26. mars 2002
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður