Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 1988Nr. 37
Løgtingslóg um ferðagjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 6. mai 2013
§ 1.1) 2) 3) Fyri hvørt ferðafólk, sum verður flutt úr Føroyum, skal gjaldast 65 kr. til landskassan.
2. stk. Hvør einstøk flutningsfyritøka og umboðsfólk hennara í Føroyum, stendur til svars fyri, at avgjaldið verður goldið landskassanum fyri tey ferðfólk, sum fyritøkan flytur úr Føroyum.
Stk. 3. 1) 3) Ferðaavgjald, ið er innkravt í einum mánaði, skal verða goldið TAKS í seinasta lagi 22. í øðrum mánaðinum eftir. Flutningsfyritøkan skal í seinasta lagi 10. í øðrum mánaðinum eftir senda TAKS uppgerð yvir flutt ferðafólk avvarðandi mánað.
Stk. 4. 1) 2) 4) Er avgjaldið ikki goldið, tá freistin er úti, skulu 0,7% roknast í rentu fyri hvønn byrjaðan mánað frá gjalddegnum at rokna. Sama er galdandi fyri skuldskrivaða rentu.
Stk. 5. 1) 5) 3) Ferðaavgjald og renta, ið eru fallin til gjaldingar, kunnu verða innheintað við panting. TAKS fremur panting fyri gjøld og rentur, ið eru fallin til gjaldingar eftir hesi lóg.
§ 2. Avsláttur í ferðaavgjaldinum kann veitast lutfalsliga í samsvar við vanliga galdandi avsláttarskipanir hjá flutningsfeløgunum.
2. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur fyri hvørjar avsláttarskipanir geva rætt til avsláttur í ferðaavgjaldinum.
3. stk. Landsstýrið ásetur nærri reglur fyri inngjalding av avgjaldinum.
§ 3. 6) Avgjald skal ikki latast fyri:
1) børn undir 12 og 16 ár við flutningi ávikavist loftvegis og sjóvegis,
2) ferðafólk, ið eru í Føroyum í transitt,
3) ferðafólk, ið ferðast við fari, sum ikki vanliga verður nýtt til ferðafólkaflutning, smb. § 1, stk. 2.
§ 4. Brot á § 1, stk. 2, í lógini verður revsað við sekt. Í fyriskriftum, ið verða ásettar sambært § 2, kann verða ásett, at brot á fyriskriftirnar verður revsað við sekt.
§ 4 a. 5) 3) TAKS hevur heimild til at kanna roknskapartilfar og brævaskifti v.m. hjá teimum í § 1 nevndu flutningsfyritøkum og umboðsfólkum teirra í Føroyum.
Stk. 2. 3) Tilfarið, ið er nevnt í 1. stk., skal eftir áheitan frá TAKS latast TAKS.
§ 5. Lógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fellur burtur løgtingslóg nr. 23 frá 27. apríl 1987 um gjald fyri ferðing úr Føroyum.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 56 frá 5. mai 1994.
2) Broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. december 2003, har § 9 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2004.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 6. mai 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi 1. oktober 2013.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 49 frá 16. mai 2006.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 98 frá 29. desember 1998, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer danski teksturin í løgtingslóg nr. 37 frá 26. mai 1988 við seinni broytingum úr gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg nr. 118 frá 3. oktober 1988.