Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
18. mai 2026Nr. 38
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stýrisskipan Føroya
(Løgtings- og landsstýrismenn v.m., broytt starvsheiti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 75 frá 25. mai 2009, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Aftaná § 1, men áðrenn yvirskriftina yvir § 2, verður sett:
“§ 1 a. Tá tað í hesari løgtingslóg stendur:
1) løgtingsfólk, kann almenna starvsheitið eisini vera løgtingsmaður ella løgtingskvinna.
2) løgtingsformaður, kann almenna starvsheitið vera løgtingsforkvinna.
3) landsstýrisfólk, kann almenna starvsheitið eisini vera landsstýrismaður ella landsstýriskvinna.
4) løgmaður ella varaløgmaður, kann almenna starvsheitið vera løgkvinna ella varaløgkvinna.
5) næstformaður, kann almenna starvsheitið vera næstforkvinna.”
2. Í § 2, § 9, stk. 3, § 13, 2. pkt., § 18, stk. 1, § 19, 1. pkt., § 21, stk. 2, § 28, stk. 3, 2. pkt. og § 30 verður “tingmonnum” broytt til: “tingfólkum”.
3. Í § 5, stk. 2 verður “løgtingsmannatalið” broytt til: “talið av tingfólkum”.
4. § 6, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Løgtingsfólk verða vald fyri fýra ár í senn.”
5. Í § 6, stk. 4 verður “Løgtingsmaður” broytt til: “Løgtingsfólk”.
6. Í § 7 verður “val tingmanna” broytt til: “valið av tingfólkum”.
7. Í § 7 og § 22 verður “tingmaður” broytt til: “tingfólk”.
8. Í § 8 verður “løgtingsmaður er valdur, skal hann” broytt til: “løgtingsfólk er valt, skal tað” og “skipað hann í” verður broytt til: “skipað tað í”.
9. Í § 10, stk. 2, 1. pkt. verður “løgtingsmenn, løgmaður, landsstýrismenn og embætismenn” broytt til: “løgtingsfólk, løgmaður, landsstýrisfólk og embætisfólk” og í 2. pkt. verður “hvørjir embætismenn” verður broytt til: “hvørji embætisfólk”.
10. Í § 14 og § 37, 1. pkt. verður “landsstýrismenn” broytt til: “landsstýrisfólk”.
11. Í § 15, stk. 1 verður “landsstýrismonnum og løgtingsmonnum” broytt til: “landsstýrisfólkum og løgtingsfólkum”.
12. Í § 19, 2. pkt. og § 38, stk. 4 verður “embætismonnum” broytt til: “embætisfólkum”.
13. Í § 21, stk. 1 verður “løgtingsmanni” broytt til: “løgtingsfólki” og “landsstýrismanni” verður broytt til: “landsstýrisfólki”.
14. Í § 21, stk. 2 verður “løgtingsmaður” broytt til: “løgtingsfólk”.
15. Í § 23 verður “Løgtingsmenn eru bert bundnir” broytt til: “Løgtingsfólk eru bert bundin”.
16. § 24 verður orðað soleiðis:
“§ 24. Eingi løgtingsfólk kunnu uttan samtykki løgtingsins verða ákærd ella fongslað á nakran hátt, uttan so, at tey verða tikin á búri.
Stk. 2. Eingi løgtingsfólk kunnu uttan samtykki tingsins verða kravd til svars uttantings fyri tað, tey hava sagt innantings.”
17. Í § 25 verður “Samsýning løgtingsmanna” broytt til: “Samsýning til løgtingsfólk”.
18. Í § 27, stk. 1 verður “tveir landsstýrismenn” broytt til: “tvey landsstýrisfólk”.
19. Í § 27, stk. 2 verður 2. pkt. orðað soleiðis: “Løgmaður ásetur, hvussu nógv landsstýrisfólkini skulu vera, og tilnevnir tey.”
20. Í § 28, stk. 1 verður “formonnunum” broytt til: “forfólkunum”.
21. § 29 verður orðað soleiðis:
“§ 29. Loyst skulu verða úr embæti løgmaður ella landsstýrisfólk, ið biðja um tað. Løgtingsformaðurin loysir løgmann úr embæti, og løgmaður loysir landsstýrisfólk úr embæti.
Stk. 2. Løgmaður kann eisini í øðrum førum loysa úr embæti landsstýrisfólk og skal loysa landsstýrisfólk úr embæti, um tað við atkvøðugreiðslu í løgtinginum, har ið meira enn helmingur av øllum løgtingsfólkum atkvøður fyri, verður samtykt, at løgtingið ikki longur hevur álit á landsstýrisfólki.”
22. §§ 32 og 33 verða orðaðar soleiðis:
“§ 32. Løgtingsfólk, sum verður løgmaður ella landsstýrisfólk, sigur frá sær løgtingssessin, meðan tað situr í landsstýrinum.
Stk. 2. Nærri reglur um setingarviðurskifti hjá løgmanni og landsstýrisfólkum verða ásettar í løgtingslóg.
§ 33. Løgmaður býtir málsøki landsstýrisins millum landsstýrisfólkini. Tey sita fyri málsøkjum sínum hvør sær.
Stk. 2. Løgmaður samskipar størvini hjá landsstýrisfólkum og boðar í hesum sambandi regluliga til landsstýrisfunda, har m.a. øll uppskot landsstýrisins til løgtingslógir, ríkislógartilmæli og eykajáttanir verða framløgd, áðrenn tey verða løgd fyri løgtingið.
Stk. 3. Løgmaður hevur eftirlit við, at hvørt einstakt landsstýrisfólk situr fyri sínum málsøki á lógligan og fullgóðan hátt.”
23. § 36 verður orðað soleiðis:
“§ 36. Løgmaður ger av, hvørt av landsstýrisfólkunum er varaløgmaður og røkir heimildir løgmans, meðan hann hevur forfall. Er einki ásett, verða hesar heimildir røktar av tí landsstýrisfólki, sum longst hevur sitið í embæti. Hava tvey landsstýrisfólk sitið líka leingi, tekur tað eldra við heimildunum.”
24. Í § 38, stk. 1 verður “løgtingsmonnum” broytt til: “løgtingsfólkum”.
25. Í § 38, stk. 2, 3. pkt. verður “løgtingsmonnunum” broytt til: “løgtingsfólkunum”.
26. Í § 39 verður “uttantingsmann” broytt til: “uttantingsfólk”.
27. Í § 54, stk. 1 verður “løgtingsmenn” broytt til: “løgtingsfólk”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 18. mai 2026
Beinir Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 87/2025