Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
20. mai 1988Nr. 38
Løgtingslóg um stuðul til bygging av fiskiførum á føroyskum skipasmiðjum til útflutnings, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 73 frá 20. mai 1996
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað í samráð við fíggjarnevnd Løgtingsins landskassans vegna at veðhalda fyri byggilánum til fiskifør og fyri at føroyskar skipasmiðjur lúka treytirnar eftir sáttmálum um bygging av fiskiskipum til útlendskan eigara.
§ 2. Lán, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innanfyri 90% av sáttmálaprísinum.
§ 5. 1) Landsstýrinum verður heimilað eftir góðkenning fíggjarnevndarinnar at veita upp til 6% í rentustudningi til felag, ið byggir fiskiskip á føroyskari skipasmiðju. Studningurin verður veittur av virði skipsins eftir meting.
Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað eftir góðkenning fíggjarnevndarinnar at veita upp til 6% í rentustudningi til felag, ið umbyggir fiskiskip á føroyskum skipasmiðjum. Studningurin verður veittur av umbyggingarvirðinum eftir meting. Studningurin er treytaður av, at virðið, ið umbyggingin gevur, verður 8 mió. kr. ella meira.
Stk. 3. Rentustudningurin verður goldin yvir 3 ár við 2% hvørt árið. Goldið verður hálvárliga, fyrstu ferð 1/2 ár aftaná at skipið er virðismett, avhendað og skrásett uttanlands.
§ 6. 2) Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunnger.
Stk. 2. (Strikað).