26. apríl 1974Nr. 38
Løgtingslóg um veitan av láni til kommunur til keyp av jørð
§ 1. Hvørt av fíggjarárunum 1974/775 til 1978/79 verða á fíggjarlógini játtaðar kr. 1.000-000 at leggja í grunn við tí endamáli at veita kommununum lagalig lán til keyp av jørð til byggilendi og til byggibúnan.
Stk. 2. Landsstýrið ásetir í samráð við fíggjarnevnd løgtingsins nærri reglur um undir hvørjum treytum, tílík lán kunnu verða veitt, herundir eisni lánirentu og avdráttartíð.
§ 2. Røkkur peningur grunsins ikki til tær lánveitingar, sum verða hildnar neyðugar, er landsstýrinum heimilt við góðkenning fíggjarnevndarinnar at taka lán upp til 4 milj. kr.
Stk. 2. (Strikað).
§ 3. Henda lóg fær gildi 1. apríl 1974.
Tórshavn, 26. apríl 1974
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Asbjørn Joensen (sign.)
1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 6. mai 1976, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi beinanvegin.”