6. mai 2014Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barna- og ungdómstannrøkt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 23 frá 6. mars 1998 um barna- og ungdómstannrøkt verður gjørd hendan broyting:
§ 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Kommunustýrið skal tryggja øllum børnum og ungum undir 18 ár, sum búgva í kommununi, møguleika fyri ókeypis fyribyrgjandi og viðgerandi tannrøkt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015.
Tórshavn, 6. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 108/2013