8. mai 2007Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 18 frá 8. mars 2005 um barnavernd, sum broytt við løgtingslóg nr. 134 frá 9. desember 2005, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í yvirskriftini til § 64 verður: “og landsrætturin” strikað.
2) § 64 verður orðað soleiðis:
“§ 64. Avgerðir, tiknar av Høvuðsbarnaverndarnevndini, og góðkenningar sbrt. § 17 og § 18 kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika og verða ikki freistaðar, um tær verða lagdar fyri Føroya rætt.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 8. mai 2007
Bjarni Djurholm (sign.)
virkandi løgmaður
Lm. nr. 71/2006