9. mai 2006Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um stuðul til umsorgararbeiði
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005 um stuðul til umsorgararbeiði verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 1 verður orðað soleiðis:
“§ 1. Stuðul til umsorgararbeiði verður latin til sosial tiltøk ella fyriskipanir, ið eru ætlað fólkapensjónistum.
Stk. 2. Stuðulin kann veitast øllum, sum fremja virksemi, ið stuðlar fólkapensjónistum at vera búgvandi í egnum heimi, ella stimbrar hesum til at gerast virknari.”
2) § 2, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Virksemi, umfatað av hesi lóg, er mattænasta, koyritænasta, vitjunar-tænasta og dagtilhald.”
3) § 3, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð nærri reglur fyri virkseminum, ið er fevnt av lógini, harundir raðfesting og treytir fyri veiting av stuðli.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 9. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 79/2005