Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2024Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin)
(Gjaldfreist í sambandi við altjóða trætumál, víðkað heimild at vitja peningastovnar í eftirlitshøpi o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin), sbrt. løgtingslógarkunngerð nr. 109 frá 19. september 2023, sum broytt við løgtingslóg nr. 163 frá 20. desember 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 3, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 3, stk. 3, 1. og 2. pkt., § 3, stk. 5, § 29 a, stk. 1, § 29, stk. 4, 1. pkt., § 145, stk. 5 og § 148, 1. pkt. verður “Toll- og Skattaráð Føroya” broytt til: “TAKS”.
2. Í § 51, stk. 6 verður “løgtingslóg um toll- og skattafyrisiting” broytt til: “løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi”.
3. Í § 62, stk. 2, 1. pkt., § 67, stk. 2, 1. pkt., § 100, stk. 2, 1. pkt., § 100, stk. 4, 1. og 3. pkt., § 100, stk. 5, 2. pkt., § 101, stk. 1, 1. pkt., § 104, stk. 1, 2. pkt., § 110, stk. 1, 3. pkt., § 110, stk. 4, § 120 e, stk. 2, § 125, stk. 1 og § 145, stk. 1 verður “Toll- og Skattaráðið” broytt til: “TAKS”.
4. § 62, stk. 2, 2. pkt. verður orðað soleiðis:
“Avgerðin hjá TAKS kann kærast til landsstýrismannin.”
5. Í § 103, stk. 1, 2. pkt, § 103, stk. 2, 1. pkt., § 118, stk. 7, 1. og 2. pkt., § 118, stk. 8, 1. pkt., § 119, stk. 1, 4. pkt. og § 125, stk. 4, 2. pkt. verður “Toll- og Skattaráðnum” broytt til: “TAKS”.
6. § 104, stk. 1, 2. pkt. verður strikað.
7. Í § 118, stk. 1, litra b verður “frá Toll- og Skattaráðnum” broytt til: “sum landsstýrismaðurin ásetir eftir tilmæli frá TAKS”.
8. § 118 c, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Ultimativa móðurfelagið í einum fleirtjóða samtaki, sum er skattskyldugt í Føroyum, skal handa TAKS eina land fyri land frágreiðing fyri eitt inntøkuár, har samtakið hevur ein konsolideraðan umsetning á í minsta lagi 5,6 mia. kr. roknskaparárið frammanundan inntøkuárinum, sum tað skal fráboðast um.”
9. § 118 d, stk. 1, nr. 1 verður orðað soleiðis:
“1) Samtaksfelagið er skattskyldugt í Føroyum, og”.
10. Aftan á § 118 g verður sett:
“§ 118 h. TAKS kann nokta feløgum o.ø. skráseting ella v-tal, um hesi í sambandi við stovnan ella skráseting ikki veita ella ikki hava veitt Skráseting Føroya ella TAKS fullfíggjaðar upplýsingar um veruligar eigarar. Feløg o.o., sum ikki hava veruligar eigarar, skulu ístaðin veita ella hava veitt fullfíggjaðar upplýsingar um stjórn, nevnd, leiklutir, ábyrgdir og viðtøkur.
Stk. 2. Feløg o.o. hava eftir umbøn skyldu til uttan óneyðugt drál at lata TAKS fullfíggjaðar upplýsingar um løgfrøðiligar eigarar, veruligar eigarar, stjórn, nevnd, leiklutir, ábyrgdir og viðtøkur.
Stk. 3. Eru upplýsingar um veruligar eigarar, stjórn, nevnd, leiklutir, ábyrgdir og viðtøkur, veittar Skráseting Føroya ella TAKS, skeivar, ella broytast áður upplýst viðurskifti, hava feløg o.o., uttan at biðið verður um tað, skyldu til at skráseta fullfíggjaðar upplýsingar í virkisskránna ella eigaraskránna innan fýra vikur frá tí degi, at tey høvdu kunnleika um, at upplýsingarnar vóru ella eru vorðnar skeivar.
Stk. 4. Feløg o.o. hava ikki skyldu til at lata upplýsingar um broytingar sambært stk. 3, um hesi hava skyldu til at lata upplýsingarnar til Skráseting Føroya eftir aðrari løgtingslóg.”
11. § 119, stk. 1, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Øll, annaðhvørt tey sambært løgtingslógini eru skyldug at føra roknskap ella ikki, hava skyldu til at leggja fyri líkningarvaldið roknskapartilfar sítt við fylgiskjølum, bæði fyri eldri og inniverandi ár, tá hetta verður kravt, og annars øll skjøl, sum kunnu vera til sannan av álíkningini.”
12. § 119, stk. 2, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Øll, annaðhvørt tey sambært løgtingslógini hava roknskaparskyldu ella ikki, hava skyldu til at lata líkningarvaldið ella persón, sum líkningarvaldið tilnevnir, sleppa á staðið at eftirkanna roknskapartilfarið og øll skjøl, sum kunnu vera av týdningi fyri rættleikan av álíkningini.”
13. Í § 120 q verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. sett:
“Stk. 3. Líkningarvaldið ella tann persónur, sum líkningarvaldið tilnevnir, hevur rætt til at koma á staðið til tess at tryggja hóskandi nærlagni og at tryggja, at rættar fráboðanarmannagongdir verða nýttar. Persónur ella felag o.o., sum forðar líkningarvaldinum ella tilnevndum persóni at koma á staðið, kann revsast við sekt. Líkningarvaldið kann um neyðugt biðja løgregluna hjálpa sær at fremja sínar uppgávur eftir hesum stykki.”
Stk. 3-6 verða eftir hetta stk. 4-7.
14. § 138, stk. 1 verður orðað soleiðis:
“Eingin skattgjaldari kann koma sær undan skyldu síni at rinda tann skatt, ið longu er fallin til gjaldingar, hvørki við at leggja málið fyri málsráðandi myndugleikan í einum av ríkjunum, sum er partur av viðkomandi sáttmála, við at kæra um skattsetingina ella, um hann verður pantaður fyri skattin, við at mótmæla hjá pantifútanum, uttan so at vald, ið hevur heimild til tess, fyrst hevur gjørt av, at broyting eigur at verða gjørd, ella at skattsetingin er gjørd av órættum ella er ógildað.”
15. Í § 139 c verða sum nr. 4 og 5 sett:
“4) Letur vera við at veita skattamyndugleikunum upplýsingar sambært § 120 q, ella kunngerð við heimild í § 120 q, til tíðina.
5) Gevur skeivar ella villleiðandi upplýsingar, tá upplýsingar verða latnar sambært § 120 q ella kunngerð við heimild í § 120 q.”
16. Í § 146, stk. 2, 2. pkt. verður “Toll- og Skattaráðsins” broytt til: “frá TAKS”.
17. § 150, 1. pkt. verður orðað soleiðis:
“Er eitt av teimum í hesum kapitli umrøddu lógarbrotum framt av einum løgfrøðiligum persóni, kann hesum verða álagt sektarábyrgd.”
18. § 157 a verður orðað soleiðis:
“§ 157 a. Landsstýrismaðurin kann geva TAKS, sum er skipað við løgtingslóg um fyrisiting av skatti, tolli og avgjaldi, heimild til at taka avgerðir eftir hesi løgtingslóg.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 16. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 77/2023