21. mai 2008Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
(Barnaískoyti)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 114 frá 11. desember 2007, verður sum seinasta punktum í § 3 sett:
| Barnaískoyti sbrt. § 19a | 2008 | 1.500,00 (um ársfj.) |
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juni 2008.
Tórshavn, 21. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Hans Pauli Strøm (sign.)
Lm. nr. 138/2007