Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
27. apríl 2005Nr. 39
Løgtingslóg um broyting til løgtingslóg um meirvirðisgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 136 frá 8. september 1992 um meirvirðisgjald, sum seinast er broytt við løgtingslóg nr. 121 frá 1. des. 2003, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 10, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Tá brúktir bátar, persónmotorakfør og vøru- og lastmotorakfør verða seld, kann sølumaðurin – tá avgjaldið ikki er fakturerað sambært hesi lóg við útflýggjan til sølumannin – avgjaldsavgreiða vøruna, grundað á eitt avgjaldskyldugt virði, sum er 80% av muninum millum keypsprísin og søluprísin, avgjaldið íroknað. Fer søluprísurin ikki upp um keypsprísin, verður einki avgjald roknað.“
2) § 28, verður orðað soleiðis:
“Stk. 1. Útlendsk virki, sum selja fyri meir enn 20.000 kr. um árið, og sum selja tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 7-13, til virki, stovnar o.t., ella til fólk í Føroyum, skulu meirvirðisgjaldskrásetast jbr. § 5, og uppkrevja 25% í avgjaldi av søluni, tá ið tænastan verður nýtt í Føroyum.
Stk. 2. Fylgjandi tænastur eru avgjaldskyldugar:
1) At avhenda heilt ella lutvíst upphavsrættindi, patentrættindi, lisensrættindi, rættindi til vørumerki, felagsmerki og mynstur, og onnur tílík rættindi.
2) Tænastur viðvíkjandi reklamu.
3) Tænastur frá ráðgevandi virkjum, verkfrøðingum, byggifrøðingum, advokatum og grannskoðarum og aðrar tílíkar tænastur; dátuviðgerð og fráboðan av upplýsingum.
4) Tænastur frá vikarstovum.
5) Skylda til heilt ella lutvíst at lata vera við at fremja vinnuligt virksemi ella gera nýtslu av einum av teimum í hesum stykki nevndu rættindum.
6) Tænastur, ið verða gjørdar av millummonnum, sum handla í navni hjá øðrum og fyri rokning hjá øðrum.
7) At leiga út leysafæ.
8) Tænastur viðvíkjandi fastari ogn her á landi, harímillum tænastur frá ognmeklara, ognarhandlara o.l. og byggifrøðiligar og ráðgevandi tænastur.
9) Tiltøk v.m. innan ítrótt, undirhald, undirvísing og gransking v.m.
10) Arbeiði framt á leysafæ her á landi.
11) Serkøn virðismeting av leysafæi her á landi.
12) Fjarskiftistænastur.
13) Útbreiðsla av útvarps- og sjónvarpssendingum.
Stk. 3. Avgjaldskyldug søla sambært stk. 2, nr. 1-6 og 8-13 viðvíkur ikki sølu til skrásett virkir í Føroyum, sum í síni heild kunnu rokna avgjaldið við í inngangandi avgjaldið.
Stk. 4. Fólk, almennir stovnar og onnur, ið ikki eru meirvirðisgjaldskrásett, og sum keypa tænastur, nevndar í stk. 2, nr. 1-6, í útlondum, skulu rinda meirvirðisgjald, um so er, at tænastan verður nýtt í Føroyum.
Stk. 5. Tann, sum skal rinda avgjald sambært stk. 4, skal føra roknskap yvir tær tænastur, ið eru keyptar í útlondum, og sum avgjald skal rindast fyri. Í seinasta lagi 10 dagar eftir, at tænastan er móttikin, skulu tey rinda avgjaldið og upplýsa Toll- og Skattstovu Føroya støddina á avgjaldsuppæddini. Roknskapartilfar skal goymast í 5 ár.
Stk. 6. Tænastur kunnu verða innfluttar avgjaldsfrítt, um so er, at samsvarandi latingar her í landinum, framdar av avgjaldskyldugum virkjum, høvdu verið frítiknar fyri avgjald.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)