28. apríl 2009Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lønarhæddaravgjald
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 193 frá 10. desember 1993 um lønarhæddaravgjald, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 16. mai 2006, verður gjørd henda broyting:
1) Í § 1, stk. 1, nr. 3 verður aftaná “fíggjarvirksemi” sett: “og serligar elektroniskar tænastur, ið eru neyðugar fyri hetta virksemið”
2) § 1, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Avgjaldskyldan eftir stk. 1 fevnir tó ikki um Vinnuframagrunnin, Færøernes Realkreditinstitut, Húsalánsgrunnin, Búnaðargrunnin, Fíggjargrunnin frá 1992, Framtaksgrunnin.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2009.