29. mars 2023Nr. 39
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum
(Yvirtøka av farsóttarmálsøkinum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 12. desember 2018, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Sum stytt heiti á løgtingslógini verður sett:
“(Ræðislógin)”
2. § 1, stk. 2, nr. 7 verður orðað soleiðis:
“7) Heilsumál, læknar, jarðarmøður, sjúkrahús, tó ikki farsóttarmálsøkið.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 1. januar 2024.
Í Tinganesi, 29. mars 2023
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 38/2022