Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
15. januar 1988Nr. 4
Løgtingslóg um starvsviðurskifti o.a. hjá sjófólki, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 11. mars 2022 1) 2)
Kapittul I
Inngangur.
§ 1. 1) “Sjófólk” merkir í hesi lóg øll tey, uttan skiparin, sum eru sett, hava fingið hýru ella arbeiða umborð á einum føroyskum skipi, og sum ikki bara arbeiða umborð, meðan skipið liggur í havn. Fyri skiparan er § 47 galdandi.
Stk. 2. 1) Er ivi um, hvør er at meta sum sjófólk eftir stk. 1, kann málið verða lagt fyri Sjóvinnustýrið, sum tekur avgerð í málinum, aftaná at málið hevur verið til ummælis hjá viðkomandi feløgum fyri reiðarar og sjófólk.
§ 1 a. 1) Reiðarin skal tryggja, at ásetingarnar í hesi lóg og reglur, givnar við heimild í hesi lóg, verða hildnar. Reiðarin skal somuleiðis tryggja, at rættindini hjá sjófólki eftir starvsavtaluni verða hildin. Reiðarin skal harumframt tryggja skiparanum umstøður at yvirhalda tær skyldur, ið hvíla á honum. 1. - 3. pkt. eru galdandi, hóast annað felag ella aðrir persónar røkja ávísar uppgávur ella skyldur vegna reiðaran.
Stk. 2. Ásetingin í stk. 1 er galdandi, hóast ein annar enn reiðarin er arbeiðsgevari. Í slíkum førum eru skyldurnar eftir starvsavtaluni, sbr. § 3, og eftir teimum ásetingum í lógini, sum skipa starvsviðurskiftini, eisini hjá arbeiðsgevaranum.
Stk. 3. Hevur reiðarin heilt ella partvíst latið sínar skyldur og ábyrgdarøki eftir hesi lóg ella eftir starvsavtaluni til annan persón ella felag at umsita, er stk. 1 eisini galdandi fyri persónin ella felagið viðvíkjandi teimum skyldum og ábyrgdarøkjum, sum viðkomandi hevur yvirtikið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um skyldurnar eftir stk. 1-3.
Kapittul II
Starvsavtalan v.m.
1. Gildi og uppsøgn av starvsavtaluni.
§ 3. 1) Reiðarin ella arbeiðsgevarin skal lata sjófólki skrivliga avtalu um setanartreytirnar, sum er undirskrivað av báðum pørtum. Starvsavtalan skal verða sett í serligt hýruavtaluskjal, sum inniheldur allar upplýsingar um treytir av týdningi fyri setanarviðurskiftini. Sjóvinnustýrið tekur avgerð um innihald og snið á hýruavtaluskjalinum.
Stk. 2. Skiparin kann vegna reiðaran biðja ta neyðugu manningina. 1. stk. hevur gildi fyri starvsavtalur, sum gjørdar eru av skiparanum. Áðrenn maskinmanningin verður sett, skal skiparin, tá tað er møguligt, fáa sær uppskot frá maskinstjóranum. Hann eigur eisini at leita sær ráð hjá ovasta stýrimanni um setan av deksmanning og við hovmeistaran um setan av hjálparfólki hjá honum.
Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um skyldu reiðarans ella arbeiðsgevarans at lata sjófólki skrivliga avtalu um setanartreytirnar, sbr. stk. 1, undir hesum hvørjar upplýsingar í minsta lagi skulu standa í starvsavtaluni.
Stk. 4. 1) Fyri fiskiskip ger Føroya landsstýri neyðug frávik frá reglunum í 3. stk. Er hýra eftir lønarsáttmála, so skal tilskilast millum hvørjar starvsbólkar sáttmálin er gjørdur, og hvønn part av manningini hann er galdandi fyri.
Stk. 5. 1) 4) Sjófólk, sum fer við skipi, skal hava siglingarbók ella, um ikki, tá mynstringarváttan. Siglingarbókin ella mynstringarváttanin skal vera í sjófólksins varðveitslu.
Stk. 6. 1) Áðrenn starvsavtala verður undirskrivað, skal sjófólkið hava møguleika til at gjøgnumganga starvsavtaluna og leita sær ráðgeving viðvíkjandi treytunum í avtaluni.
Stk. 7. 1) Tað kann ikki við avtalu verða vikið frá reglunum í § 3 til bága fyri sjófólkið, sbr. tó stk. 4.
§ 4. 1) Eingin undir 16 ára aldur má verða settur í arbeiði umborð.
Stk. 2. 5) 1) Eingin má fara í ella røkja starv umborð, fyrr enn hann við nóg góðum úrsliti hevur verið undir teirri læknakanning, sum kravd er til slíkt starv. Arbeiðsgevarin ber útreiðslurnar av læknakanningini. Treytin fyri, at arbeiðsgevarin skal endurrinda útreiðslurnar, er, at sjófólkið er við skipinum ella reiðarínum, ið endurrindar, í minsta lagi hálvt ár. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um læknakanningar.
Stk. 3. 1) Til verndar hjá sjófólki undir 20 ára aldur kann Føroya landsstýri víkja frá reglunum í §§ 5, 6, 7, 11, 19, 20, 27, 55 og 56.
§ 5. 1) 4) Hvør parturin kann siga starvsavtaluna upp við 7 daga freist, uttan so at annað er avtalað, sbr. tó § 19 a. Styttri uppsagnarfreist fyri reiðaran enn fyri sjófólkið kann ikki verða avtalað.
§ 6. 1) Er ikki annað avtalað um avfaringarhavn, kann starvsavtalan bert verða uppsøgd til at fara úr í gildi í føroyskari havn, sum skipið kemur til. Tá sagt verður upp, kann, um ikki annað er avtalað, bert vera farið av havnum í Danmark og í Grønlandi, um sjófólkið er búsitandi í Danmark ávikavist í Grønlandi.
Stk. 2. 1) Er sjófólkið ikki búsitandi í Føroyum, ella er viðkomandi ikki hýrað í Føroyum, kan starvsavtalan eisini verða uppsøgd til at fara úr gildi í fremmandari havn, sum skipið kemur til, uttan so at bert verður komið til havnar í skjótum ørindum at bunkra ella seta sjúk ella skadd í land ella annars fyri trygd teirra umborð, skips og farms.
Stk. 3. 1) Er sjófólk hýrað fyri ávísa tíð og tíðin gongur út, meðan skipið er í sigling, heldur tað fram í starvinum, til skipið kemur í havn. Starvið heldur tó ikki uppat í fremmandari havn, har stutt verður steðgað, sbr. 2. stk.
Stk. 4. 1) Hevur sjófólk fingið hýru fyri ávísa tíð ella ávísa ferð, hava 1. og 2. stk. gildi, um sjófólkið verður verandi í starvinum, eftir at tíðin er gingin út ella ferðin er endað, um ikki nýggj avtala er gjørd um avfaringarhavn.
Stk. 5. Á fiskiskipum er starvssetanin galdandi ein túr í senn, tá túrur byrjar og endar í Føroyum, tá annað ikki er avtalað.
Stk. 6. 1) Fer sjófólk úr starvi í fremmandari havn, sum ikki liggur í heimlandinum hjá viðkomandi, tí reiðarin hevur sagt upp starvsavtaluna, ella tí tíðaravmarkað starvsavtala endar, hevur viðkomandi rætt til ferð við uppihaldi til bústað sín fyri reiðarans rokning.
§ 7. 1) Sjófólk, sum hevur verið í tænastu umborð á sama skipi ella á skipum hjá sama reiðara í 6 mánaðir, og sum hevur biðið um avloysing ella sagt seg úr starvi við 4 vikurs freist, ella um styttri freist er avtalað, tá við teirri freistini, kann uttan mun til øðrvísi avtalu fara av í ein og hvørjari havn, skipið kemur í. Avfaring er tó ikki loyvd, tá ið steðgurin er stuttur, sbr. § 6, 2. stk.
Stk. 2. 1) Sjófólk kann í mesta lagi gera tænastu í eitt samanhangandi tíðarskeið á 12 mánaðir við sama skipi ella við skipum hjá sama reiðara.
§ 8. 1) Sjófólk, sum hevur bústað í Føroyum og sum teir tríggjar seinastu mánaðirnar ikki hevur havt møguleika at fara av í føroyskari havn, hevur rætt til fría ferð til bústað sín, um viðkomandi uttan støðg hevur verið í starvi á sama skipi ella á skipum, sum hoyra sama reiðara til, í 6 mánaðir. Føroya landsstýri og reiðarin rinda hvør helvtina av útreiðslunum av ferðini íroknað uppihald.
Stk. 2. 1) Sjófólk skal tó halda fram í starvi sínum í upp til ein mánað, um tað er væntandi, at skipið í hesum tíðarskeiði kemur í havn, haðani heimferðin fer at gerast munandi ódýrari ella lagaligari.
Stk. 3. 1) Fer sjófólkið av eftir egna uppsøgn ella avfaringarfráboðan, skal krav um frí heimferð verða sett í seinasta lagi saman við uppsøgnini ella umsóknini um faring.
Stk. 4. Konsulin stílar fyri heimferðini ella, um ikki danskur konsul er á staðnum, tá skiparin. Stílar konsulin fyri heimferðini, skal skiparin, tá hetta verður kravt, seta trygd fyri reiðarans parti av útreiðslunum.
Stk. 5. 1) (Strikað).
1 a. Hýra- og ávísingartænasta fyri sjófólk. 1)
§ 8 a. 1) Privat hýru- og ávísingartænasta fyri sjófólk, hvørs høvuðsendamál er at hýra ella ávísa arbeiði til sjófólk, ella sum hýra ella ávísa arbeiði til eitt munandi tal av sjófólki, kann bert fara fram í Føroyum, um Sjóvinnustýrið hevur góðkent virksemið. Sjóvinnustýrið gevur út loyvisbræv í sambandi við góðkenning eftir 1. pkt, sbr. § 72 a.
Stk. 2. Reiðari, sum nýtir privata føroyska hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk, skal tryggja sær, at avvarðandi tænasta hevur galdandi loyvisbræv sambært stk. 1.
§ 8 b. 1) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk í Føroyum, undir hesum:
1) At loyvið verður givið fyri eitt avmarkað tíðarskeið og kann verða tikið aftur,
2) at sjófólk, undir eini og hvørjari samráðing um hýru, skal hava rætt til frítt at velja skip, eins og reiðari ella skipari skal hava rætt til frítt at velja sína manning, og
3) at tað skal vera ásett í hýru- og starvsavtaluni, at trygd er fingin fyri, at allir áhugaðir partar eru vardir, og at sjófólkið fær nóg gott høvi til at seta seg inn í innihaldið í avtaluni.
§ 8 c. 1) Reiðarar, sum nýta privatar hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk í londum, sum hava staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), skulu tryggja, at avvarðandi tænastur hava loyvisbræv ella loyvi, sum prógvar, at tey verða rikin samsvarandi krøvunum í viðkomandi sáttmála. Útgeva myndugleikarnir í avvarðandi landi ikki slík loyvisbrøv ella loyvi til privatar hýru- og ávísingartænastur, skal reiðarin tryggja sær eina aðra almenna váttan um, at viðkomandi tænasta verður rikin samsvarandi krøvunum í einum av teimum nevndu sáttmálunum.
Stk. 2. Reiðarar, sum nýta privatar hýru- og ávísingartænastur fyri sjófólk í londum, sum ikki hava staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), skulu kunna veita prógv fyri, at umrøddu tænasturnar lúka krøvini til hýru- og ávísingartænastur sambært sáttmálunum.
Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann góðkenna, at reiðari nýtir privata hýru- og ávísingartænastu fyri sjófólk í einum landi, sum ikki hevur staðfest ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), og kann krevja gjald fyri útreiðslur í sambandi við góðkenningina. Góðkenning verður givin fyri eitt avmarkað tíðarskeið og kann takast aftur.
Stk. 4. Sjóvinnustýrið kann seta forboð fyri, at hýru- og ávísingartænastur í ávísum londum verða nýttar, um hýru- og ávísingartænasturnar í hesum londum ikki lúka krøvini, ásett í ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) ella ILO sáttmála nr. 179 um hýru og ávísing fyri sjófólk (1996), á týðandi økjum.
§ 8 d. 1) Klaga um eina føroyska privata hýru- og ávísingartænastu ella privata hýru- og ávísingartænastu, sum er góðkend eftir § 8 c, stk. 3, kann verða løgd fyri Sjóvinnustýrið.
§ 8 e. 1) Ein og hvør reiðari kann eftir reglum, givnar við heimild í § 8 b, útvega sær manning til skip gjøgnum yvirmenninar á skipinum ella gjøgnum vanligu umsitingina hjá reiðarínum, men kann ikki krevja, at sjófólk skal gjalda fyri hesa tænastu.
2. Rættur sjófólksins at sleppa av. 1)
§ 9. 1) Sjófólk við barn hevur rætt til at krevja at sleppa av, tá tað við fyriliti at henni sjálvari, føðingini, ið stendur fyri framman ella barninum, verður hildið at vera neyðugt. Føroya landsstýri kann áseta reglur um rættin til at fara av og um rætt til fría ferð við uppihaldi til bústaðin hjá viðkomandi í Føroyum fyri landskassans rokning.
§ 10. 1) Fær sjófólk eftir hýringina boð um, at hjúnafelagi ella barn hennara ella hansara er deytt ella illa sjúkt, kann viðkomandi krevja at sleppa av. Í slíkum førum rindar landskassin útreiðslurnar til heimferðina.
Stk. 2. 1) Sjófólk kann eisini krevja at sleppa av, um tað eftir hýringina fær boð um, at viðkomandi á øðrum skipi stendur starvi í boði og á hægri stigi enn tað, viðkomandi hevur, ella annað starv, sum hevur veruligan týdning fyri viðkomandi, ella um aðrar umstøður, sum gera tað til vælferðarmál hjá viðkomandi at sleppa av. Verður skipið av hesum ikki sjódygt, sleppur sjófólk tó ikki av sambært 1. pkt., uttan skikkað fólk fæst í hennara ella hansara stað.
Stk. 3. 1) Sjófólk skal endurgjalda reiðaranum útreiðslur av at útvega nýtt fólk sambært 2. stk. Endurgjaldið kann verða sett niður ella fella burtur; tað veldst um, hvussu long tænastutíð, ið er eftir, og umstøðurnar annars.
Stk. 4. 1) Sjófólk kunnu krevja at verða loyst úr starvi, tá ið:
1) Reiðarin er farin á húsagang,
2) reiðarin doyr, og búgvið verður tikið til skiftiviðgerðar eftir 3. kap. í skiftilógini,
3) fyritøkan heldur uppat, og tað verður sannað, at reiðarin er ikki førur fyri at rinda kravið,
4) reiðarin hevur boðað frá gjaldsteðgi, ella
5) reiðari munandi hevur mishildið starvsavtaluna og sjófólkið ikki hevur rætt til at krevja seg loyst úr starvi eftir øðrum reglum í hesi lóg.
Stk. 5. 1) Tá ið sjófólk fer úr starvi eftir stk. 4, rindar reiðarin fyri ferð við uppihaldi til heimstaðin.
§ 11. 1) Sjófólk hevur rætt at krevja at sleppa av, um:
1) skipið ikki er sjódygt, ella tilhaldsrúm hjá manningini eru heilsuskaðilig og skipsførarin ikki sær til, at bøtt verður um brekini,
2) skiparin ímóti § 54 ikki letur skipið sýna, ella
3) sjófólk er illa viðfarið umborð, og skiparin, hóast hann visti um tað, hevur ikki verið viðkomandi til verndar.
Stk. 2. 1) Sjófólk, sum fer av sambært 1. stk., hevur rætt til endurgjald og fría ferð við uppihaldi sambært § 18, 1. og 2. stk.
§ 12. 1) Sjófólkið hevur rætt til at krevja at sleppa av, um tað eftir hýringina vísir seg, at:
1) vandi er fyri, at skipið verður tikið av krígsførandi ella at fáa krígsskaða ella at koma í javn hættisliga støðu, ella tílíkur vandi er vaksin veruliga ella
2) tað gongur ring farsótt í havn, hagar skipið er ætlað at fara.
Stk. 2. Tað liggur á skipsføranum við at sláa upp ella á annan hátt at gera manningina kunnuga við ferðaætlanina og broytingar í ferðaætlanini hjá skipinum.
Stk. 3. 1) Krav um at sleppa av skal verða sett fram so skjótt sum sjófólkið er kunnað um málið. Um ferðin ikki er byrjað, hevur sjófólkið rætt til at fara av beinanvegin og annars í fyrstu havn ella havnarlag, skipið kemur til. Kemur skipið ikki í havn ella til havnarlag, áðrenn tað væntandi skal sigla farleið økir, har sum umstøðurnar eru slíkar, sum nevndar í 1. stk., skal skiparin eftir áheitan sjófólksins geva viðkomandi høvi til at fara av, um møguleiki gevst at seta viðkomandi í land.
Stk. 4. 1) Fer sjófólk av, rindar reiðarin útreiðslurnar til ferð við uppihaldi til heimstaðin ella, um reiðarin tekur avgerð um hetta, til hýringarstaðin. Landið endurrindar reiðaranum 25 prosent av útreiðslunum.
Stk. 5. 1) 4. stk. fær ikki gildi, um samsvarandi starv er at fáa til sjófólkið á øðrum føroyskum skipi á avfaringarstaðnum.
§ 13. 1) Hevur sjófólk tikið hýru fyri eina tilskilaða ferð, og hon verður broytt munandi, kann tað krevja at sleppa av. § 12, 3. stk., 1. og 2. pkt., fáa samsvarandi gildi.
Stk. 2. 1) Fer sjófólk av, hevur tað rætt til hýru fyri eina mánað eftir, at viðkomandi er farið úr starvinum. Harafturat hevur tað rætt til fría ferðing við uppihaldi til hýringarstaðin, um viðkomandi fer av, áðrenn ferðin er byrjað, og annars til avtalaða fráfaringarstaðin.
§ 14. 1) Missir skipið rættin til at hava føroyskt flagg, kann sjófólkið krevja at sleppa av, um ikki annað skilst av avtaluni.
Stk. 2. 1) Sama er, um skipið verður yvirtikið av øðrum føroyskum reiðara, og sjófólkið aftaná fyrispurning frá skipsføraranum sigur frá sum skjótast, at tað ætlar sær ikki at halda fram í starvinum hjá tí nýggja reiðaranum.
Stk. 3. 1) Heldur starv sjófólksins sambært 1. stk. uppat, hevur tað rætt til endurgjald og fría ferð við uppihald sambært § 18, 1. og 2. stk.
§ 15. 1) Sjófólk, sum eftir avtaluni ella reglunum í hesum bólki hevur rætt at fara av, skal vera í starvinum til at taka lut í arbeiði, sum gerst neyðugt, tá ið skipið kemur í havn, tó ikki meir enn 48 tímar eftir komu. Hetta er tó ikki galdandi, tá farið verður av sambært § 10, 1. stk.
Stk. 2. Skal sjófrágreiðing verða givin, skal viðkomandi móti hýru og uppihaldi vera á staðnum, til frágreiðingin er givin.
3. Rættur skiparans at koyra av sjófólk v.m. 1)
§ 16. 1) Um sjófólk av sjúku ella skaða ikki er ført fyri at røkja starv sítt, verður hetta at meta sum lógligt forfall, uttan so at tað við setanina svikafult hevur dult sjúkuna ella skaðan, ella tað eftir setanina við vilja ella við grovum ósketni hevur fingið sjúkuna ella skaðan.
Stk. 2. 1) Verður sjófólk av sjúku ella løsti í longri tíð ikki ført fyri at røkja starv sítt, ella hevur tað sjúku, sum setir tey umborð í vanda, kann viðkomandi verða uppsagdur, uttan mun til hvat avtalað er í starvsavtaluni um avfaringarstað.
§ 17. 1) Skiparin kann koyra sjófólk av, um viðkomandi:
1) er ónýtiligt í starvi sínum,
2) ikki komið umborð í rættari tíð, og skipið skal fara, ella annar má verða settur í hennara ella hansara stað,
3) ger grov misbrot, eitt nú við endurtiknum ólýdni, harðrendari atferð móti øðrum um borð ella við fyllskapi uppísaman.
4) fremur stuldur ella annað grovt brotsverk,
5) veldur skipinum álvarsamar trupulleikar av at krógva fólk umborð,
6) fjalir góðs umborð, sum er undir tollskyldu, ella sum ikki er loyvt at flyta út av fráfaringarstaðnum ella at flyta inn á komustaðin, ella
7) leggur trætu um starvsviðurskiftini fyri útlendskan dómstól.
Stk. 2. 1) Ætlar skiparin at koyra sjófólk av sambært 1. stk., nr. 3-7, skal hann siga sjófólkinum frá hesum sum skjótast og í seinasta lagi innan 7 dagar eftir, at hann hevur fingið kunnleika um tað, sum gevur grund til avkoyringina, uttan so at serligar grundir gera tað neyðugt at fara út um hesa freist.
Stk. 3. 1) Verður sjófólk avkoyrt sambært 1. stk., hevur tað ikki rætt til hýru í longri tíð, enn viðkomandi hevur starvast. Um tað við avkoyring sambært 1. stk., nr. 2 vísir seg, at sjófólkið er ósekt, og tað er óarbeiðsført av sjúku ella likamsbreki, hevur viðkomandi tó rætt til hýru sambært § 29, 2. stk.
§ 18. 1) Verður sjófólk avkoyrt uttan slíka grund, sum nevnd er í § 17, hevur tað rætt til hýru fyri 2 mánaðir eftir, at viðkomandi er farð av, um ikki vanligar reglur um endurgjald geva rætt til størri upphædd. Fyri fiskiskip verður frammanfyri nevnda hýra ásett sambært býti í sáttmálunum faldað við minstulønini.
Stk. 2. 1) Sjófólk hava harumframt rætt til fría heimferð við uppihaldi til bústaðin fyri reiðarans rokning. Er ávísur avfaringarstaður avtalaður, hevur sjófólk rætt til fría ferð við uppihaldi hagar.
Stk. 3. 1) Fer sjófólk av eftir uppsøgn á avtalaðum ella sambært § 6 ásettum avfaringarstaði eftir avgerð skipsførarans áðrenn uppsagnarfreistin er farin og við hýru og uppihaldi til freistin er farin, eru 1. og 2. stk. ikki galdandi.
4. Endi á starvsviðurskiftunum, tá ið skipið ferst.
§ 19. 1) Fer skip fyri skeytið av skipbroti, ella verður tað eftir skipbrot hildið vera ómøguligt at gera aftur, heldur starv sjófólksins uppat, um ikki annað er avtalað. Móti hýru og uppihaldi skal viðkomandi tó taka lut í bjargingini og vera á staðnum, til sjófrágreiðing hevur verið.
Stk. 2. 1) Heldur starvið sum nevnt uppat, hevur sjófólkið rætt til neyðug klæði og fría ferð við uppihaldi til bústað sín fyri rokning reiðarans.
Stk. 3. 1) Á heimferðini, sum nevnd er í 2. stk., hevur sjófólkið rætt til hýru. Viðkomandi hevur harafturat rætt til hýru fyri ta tíð, viðkomandi er arbeiðsleyst orsakað av skipbrotinum, tó í longsta lagi fyri 2 mánaðir útum ta tíð, viðkomandi fær hýru sambært 1. stk.
4 a. Rættindi hjá sjófólki í sambandi við sjórán ella vápnað rán 4)
§ 19 a. 4) Fyri sjófólk, ið verður hildið gísli í sambandi við sjórán ella vápnað rán, er starvsavtalan galdandi alt tíðarskeiðið, tað verður hildið gísli. Sama er galdandi, hóast starvsavtalan fer úr gildi í tíðarskeiðinum, ella um ein av pørtunum hevur boðað frá uppsøgn.
Stk. 2. Sjófólk hevur rætt til løn og aðrar samsýningar sambært starvsavtaluni, viðkomandi kollektivum sáttmála ella aðrar samsýningar sambært føroyskari lóggávu alt tíðarskeiðið, tað verður hildið gísli.
Stk. 3. Sjófólk, ið verður leyslatið, hevur rætt til fría heimferð við uppihaldi til bústað sín fyri reiðarans rokning.
5. Ávísar felagsreglur við avferð.
§ 20. 1) Um myndugleikarnir í fremmandari havn, har sjófólk skal fara av, nokta viðkomandi innferðarloyvi ella treyta innferðarloyvi av trygd, viðkomandi ikki fær lokið, skal viðkomandi vera í starvinum, til skipið kemur í havn, har tað ber til at fara av. Viðkomandi hevur eisini rætt til at vera verandi í starvinum, tá ið ikki kenst órímiligt.
6. Útgjalding og útrokning av hýru.
§ 21. 1) Hýran gongur frá og við tí degi, sjófólkið tekur við starvinum umborð. Um so er, at viðkomandi eftir kravi reiðarans letur frá sær siglingabók ella pass frammanundan, ella viðkomandi má gera ferð frá hýringarstaðnum til skipið, gongur hýran tó frá og við tí degi, viðkomandi lat tey frá sær ella fór avstað
Stk. 2. Hýran gongur til og við tí degi, starvið heldur uppat, ella, um farið verður av eftir nevnda dag, til og við avfaringardegnum.
Stk. 3. 1) Hýra verður ikki goldin fyri ta tíð, sjófólkið sleppur sær undan starvi sínum og hevur ikki rætt til tess.
§ 22. Til útrokningar av hýru fyri part av mánaði verður roknað við 1/30 um dagin av tí mánaðarligu hýruni.
Stk. 2. Er hýran avtalað sum ein føst upphædd fyri ferðina, verður tað sum tilskilað er í starvsavtaluni um ætlandi longd av ferðini, lagt til grundar, tá ið hýra skal vera roknað eftir tíð.
Stk. 3. 1) Sjálvt um ferðin gerst styttri enn ætlað við hýringina, eigur sjófólkið alla ta treytaðu hýruna. Gerst ferðin longri enn ætlað, eigur viðkomandi viðbót lutfalsliga, um annað ikki er avtalað.
Stk. 4. Hýran á fiskiskipum fyri part av túri verður roknað sum størra upphæddin av:
a. parti av fongi roknað á vanligan hátt, fyri tað tíðarskeið, viðkomandi hevur verið umborð, ella
b. parti av fongi fyri allan túrin roknað út sum brotpartur við tí tíðarskeiði, viðkomandi hevur verið umborð í mun til tað tíðarskeið, túrurin vardi.
§ 23. 1) Verður túrur gjørdur allur sum hann er ella partvísur við minni manning enn ætlað, ella fækka teir arbeiðsføru av manningini á túrinum, verður spard hýra fyri tíðina, skipið er í sigling, býtt javnt millum sjófólkini, sum starva í tí fækkaða manningarbólkinum, uttan so at prógvað verður, at fækkanin hevur ikki økt um arbeiði teirra.
Stk. 2. Í tí spardu hýuni verða tær øktu útreiðslurnar til yvirtíðargjald, sum komast av fækkanini av manningini, frádrignar.
Stk. 3. 1) Partur sjófólksins av spardari hýru skal ikki fara upp um ta hýru, viðkomandi sjálvur fær.
Stk. 4. Er bert ein stýrimaður eftir, verður spard stýrimanshýra býtt javnt millum hann og skipsføraran.
§ 24. 1) Hýra skal verða útgoldin við í mesta lagi 1 mánaði millumbili, sbr. tó stk. 6 fyri fiskiskip.
Stk. 2. 1) Sjófólk kann bert krevja hýru útgoldna, tá skipið liggur í havn, og í sama landi ikki oftari enn sjeynda hvønn dag.
Stk. 3. 1) Hýra verður útgoldin í reiðum peningi, uttan so at sjófólkið krevur ávísing til reiðaran. Útgjald kann verða kravt í mynti staðsins eftir dagsins kursi.
Stk. 4. 1) Sjófólk kann krevja hýru útgoldna sum mánaðarligt úttøkugjald til ávísan persón. Útgjald kann tó ikki verða kravt eftir fleiri enn trimum úttøkuseðlum í senn.
Stk. 5. 1) Sjófólk kann krevja alla ella ein part av síni hýru flutta til ein ella fleiri peningastovnar.
Stk. 6. 1) Tá talan er um fiskiskip, letur reiðarin manningini avrokning og ágóða í seinasta lagi 2 vikur eftir, at veiðan er landað og seld. Fæst veiðan frá einum túri ikki seld innan 4 vikur eftir landing, skal manningin verða avroknað fyribils, og túrurin verða uppgjørdur so neyvt sum til ber.
§ 25. 1) Uttan loyvi sjófólksins kann, umframt upphæddir, sum reiðarin eftir serligum lógarreglum hevur skyldu til at halda eftir, bert verða drigið frá hýruni fyri slík krøv, sum sjófólkið eigur at rinda, tá ið viðkomandi er komð undir endurgjaldsábyrgd í starvi sínum. Drigið skal verða frá hýru, sum útgoldin verður sjófólki, heldur enn frá hýru, sum verður útgoldin við úttøku, uttan so at sjófólkið tekur aðra avgerð.
Stk. 2. 1) Reiðarin kann ikki krevja, at sjófólk, sum ger starvsavtalu ella tekur við starvi umborð, skal gjalda eitt forskot sum trygd fyri útreiðslum til heimferðina.
Stk. 3. 1) Reiðarin kann bert draga útreiðslur fyri heimferð frá í hýruni v.m., tá ið talan er um uppsøgn eftir § 17, og reiðarin hevur staðfest, at sjófólkið munandi hevur mishildið sínar skyldur í starvinum.
§ 26. 1) Hvønn mánað skal sjófólkið fáa uppgerð yvir vunna hýru við viðbót, útgoldnari hýru og tí kursi, sum hevur ligið sum grund, um goldið er út í øðrum mynti enn tí avtalaða.
7. Sjúkrarøkt og sjúkrahýra.
§ 27. 1) Sjófólk skal lata seg læknakanna, tá skiparin krevur tað.
Stk. 2. 1) Skiparin skal alt tað er gjørligt lata sjófólkið læknakanna, tá ið tað er haldandi, at sjófólkið er sjúkt.
Stk. 3. 1) Læknakanningar sambært 1. og 2. stk. verða gjørdar uttan útreiðslu fyri sjófólkið.
Stk. 4. 1) Er sjófólk sjúkt ella hevur fingið skaða, skal skipsførarin syrgja fyri, at tað fær nóg góða røkt umborð ella á landi, so eisini uppihald, læknahjálp og læknaráð.
Stk. 5. 1) Er grund til at halda, at sjófólk hevur sjúku, sum setir tey umborð í vanda, skal skipsførarin fáa viðkomandi í land, um ikki fæst nóg væl tryggjað móti vandanum umborð.
Stk. 6. 1) Er sjúkt ella skatt sjófólk ikki sjálvt ført fyri at ansa sínum ognarlutum, skal skiparin hava umsorgan fyri teimum og senda teir til sjófólkið ella til næsta avvarðandi hjá sjófólkinum.
Stk. 7. 1) Verður sjúkt ella skatt sjófólk latið eftir í útlondum, skal skiparin geva viðkomandi til umsorgan kunsulsins ella, um ikki danskur konsul er á staðnum, á annan hátt fáa viðkomandi nóg góða røkt og boða næsta danska konslinum frá. Um sjófólkið so vil, skal skiparin siga tess næstu frá.
§ 28. 1) Tá skiparin í útlondum letur sjúkt ella skatt sjófólk donskum konsli upp í hendi, kann konsulin krevja trygd fyri tær útreiðslur, reiðarin skal gjalda sambært §§ 30 og 34 í samband við røkt og jarðarferð hjá sjófólki.
Stk. 2. 1) Skiparin skal flýggja konslinum upphæddir, sum sjófólkið eigur á, ella man fara at eiga á sambært § 29, 1. stk.
Stk. 3. 1) Hýruupphædd, sum sjófólkið hevur rætt til, kann viðkomandi krevja útgoldna, uttan so at upphæddirnar ætlandi skulu vera fyri útreiðslur fyri rokning sjófólksins, ella tað er soleiðis vorðið við viðkomandi, at viðkomandi er óegnað at taka sær av sínum egna.
§ 29. 1) Meðan sjófólkið er í starvi, hevur tað rætt til hýru, sjálvt um tað er óarbeiðsført av sjúku ella skaða.
Stk. 2. 1) 4) Hevur sjófólk sjúku ella skaða, tá ið skipstænastan endar, eru hesar reglur galdandi:
1) Sjúkrahýra verður rindað í minsta lagi 16 vikur frá tí, at skipstænastan endaði, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur. Hetta er galdandi sjálvt um setanin endar, áðrenn tær 16 vikurnar eru farnar.
2) Endar setanin eftir, at 16 vikur eru farnar frá tí, at skipstænastan endaði, verður sjúkrahýra framhaldandi rindað, til setanin endar.
3) Er óarbeiðsføri hjá sjófólki íkomið, meðan viðkomandi ikki var í tænastu umborð á einum skipi hjá reiðarínum, verða tær 16 vikurnar roknaðar frá tí degi, tá ið óarbeiðsføri íkom.
Stk. 3. 1) Eru ávís tekin um sjúku ella likamsskaða ikki ávíst, hevur sjófólkið ikki rætt til hýru í fleiri dagar, enn viðkomandi hevur verið í tænastu. Kemst óarbeiðsføri av kynssjúku, rindar landskassin hýruna.
Stk. 4. 1) Sjófólkið hevur ikki rætt til hýru eftir 1. ella 2. stk. fyri ta tíð, tað er óarbeiðsført av sjúku ella skaða, viðkomandi svikafult hevur dult við setanina. Sama er galdandi, um viðkomandi eftir setanina við vilja ella við grovum ósketni verður løstað ella sjúk, burtursæð frá kynssjúku.
Stk. 5. 3) 1) Er sjófólk við barn, tá starvið heldur uppat, hevur hon rætt til hýru so leingi hon er uttan arbeiði, í longsta lagi tó 2 mánaðir. Hetta hevur tó ikki gildi, um hon við setanina duldi, at hon visti ella helt fyri vist, at hon var við barn.
§ 30. 1) Meðan sjófólkið er í starvi, ber reiðarin allar útreiðslur av at røkta tað, burtursæð frá undantøkunum í 4.-6. stk.
Stk. 2. 1) 4) Er sjófólk sjúkt ella skatt, tá starvið heldur uppat, hevur tað, burtursæð frá undantøkunum í 4.-6. stk., rætt til røkt fyri reiðarans rokning í minsta lagi í 16 vikur, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur og ikki meir enn 2 vikur eftir, at sjófólkið er komið til landið, har viðkomandi býr. Roknað verður frá avfaringardegnum ella, um viðkomandi ikki mynstrar av, frá tí degi, skipið fer.
Stk. 3. 1) Fer sjófólk av vegna sjúku ella skaða, ella hevur tað, tá tað fer av, sjúku ella løst, sum kann bera í sær, at starvið heldur uppat, hevur viðkomandi harumframt rætt til fría ferð við uppihaldi til bústaðin fyri rokning reiðarans. Hevur sjófólkið ikki bústað í Føroyum, kann reiðarin tó ístaðin velja at geva sjófólkinum fría ferð við uppihaldi til tann stað, har sjófólkið hevði tilhald, tá viðkomandi varð hýrað, uttan so at myndugleikarnir á hesum stað nokta viðkomandi innferðarloyvi í landið ella geva viðkomandi loyvi við treytum um trygd, sum viðkomandi ikki fær lokið.
Stk. 4. 1) Sjófólkið hevur ikki rætt til røkt ella fría ferð eftir 1.-3. stk., um tað svikafult hevur dult sjúkuna ella løstin við setanina. Sama er, um tað eftir setanina við vilja ella av grovum ósketni verður skatt ella sjúkt, burtursæð frá kynssjúku.
Stk. 5. 1) Um sjófólk, sum hevur bústað í Føroyum, hevur kynssjúku ella tuberklar, ber landskassin útreiðslurnar av røkt og heimferð sum nevnt í 2. og 3. stk., sbr. 4. stk.
Stk. 6. 1) Reiðarin ella landskassin rinda ikki útreiðslurnar eftir 2. og 3. stk., sbr. 4. stk., í tann mun sjófólkið er tryggjað í sjúkrakassa, sjúkrafelag, tryggingarfelag ella almennari trygdarskipan.
§ 31. 1) Hevur skiparin í samband við, at sjúkt ella løstað sjófólk er farið av í útlandinum verið noyddur til at bera útreiðslur av heimsending ella røkt ella aðra hjálp sambært fyriskipan um umsorgannarrætt, sum reiðarin ikki eftir røttum eigur at bera og sum ikki hevði sloppist undan við stuðuli frá donskum konsli, tá kann endurgjald verða kravt frá landskassanum.
8. Deyði og jarðarferð.
§ 32. 1) Doyr sjófólk, skal skiparin siga næstringum frá og stíla fyri jarðarferð ella líkbrenning tess. Doyr sjófólkið í útlondum, skal harafturat verða sagt næsta danska konslinum frá. Verður líkið brent, skal skipsførarin stíla fyri, at øskan verður send heim.
Stk. 2. 1) Skiparin skal so skjótt sum til ber fáa tilvega yvirlit yvir tað, sum er eftir tann deyða umborð. At yvirlitið er rætt, skal verða váttað av 2 fólkum. Skiparin skal senda yvirlitið og ognarlutirnir hjá tí deyða til nærmastu avvarðandi hjá viðkomandi.
§ 33. 1) Doyr sjófólk, gongur hýran til og við deyðadegnum, um hon ikki áður er hildin uppat sambært reglunum í hesum bólki.
Stk. 2. Gongur skipið burtur, uttan at tað spyrst, nær ið skaðin hendi, stendur hýran við, til tann tíð er úti, sum vanliga gongur hjá skipi sum tí burturgingna somu árstíð at sigla frá tí staði, haðani seinast frættist frá tí, og til tann stað, hagar ferðin stóð.
Stk. 3. 1) Doyr sjófólk í starvinum, hevur hjúnafelagi, ið livir eftir viðkomandi, ella børn undir 18 ár, sum viðkomandi hevur umsorgannarskyldu fyri, rætt til hýru í 1 mánað. Hevur sjófólkið, til viðkomandi doyði, starvast 2 ávikavist 3 ár hjá reiðaranum, verður hýra fyri 2 ávikavist 3 mánaðir tó goldin. Sama er galdandi, um sjófólk doyr, meðan tað eigur hýru eftir § 29, 2. stk. Í slíkum føri kann reiðarin tó draga hýru frá, sum hann hevur goldið ella skal gjalda eftir nevndu reglu.
§ 34. 1) Reiðarin ber útreiðslurnar av jarðarferð ella líkbrenning sjófólksins og heimsending og gravseting av øskuni, um sjófólkið doyr í starvinum, ella meðan tað enn hevur rætt til røkt eftir § 30, 2. stk.
Stk. 2. 1) Landskassin ber útreiðslurnar, sum nevndar eru í 1. stk., um sjófólk doyr, meðan tað hevur rætt til røkt eftir § 30, 5. stk.
Stk. 3. 1) § 30, 6. stk. og § 31 um at reiðarin ella tað almenna sleppa undan at gjalda vissar útreiðslur av røkt av sjúkum ella skaddum sjófólki fær sama gildi viðvíkjandi útreiðslum í samband við deyða sjófólksins.
9. Serligar reglur fyri fastlønt sjófólk. 1)
§ 35. 1) 4) Sjálvt um tænastan á skipi er av, fær § 29 um hýru undir sjúku, skaða ella barnsburði og § 33, 3. stk., um eftirhýru við deyða gildi, óansæð um sjófólkið starvast á einum av skipunum hjá reiðarínum ta tíð, sjófólkið verður óarbeiðsført ella doyr. § 30 um røkt og fría ferð og § 34 um útreiðslur av jarðarferð fáa sama gildi, um sjófólkið verður sjúkt, skatt ella doyr, meðan tað er í landi, so sum reiðarin hevur givið boð um, uttan fyri føðiland sjófólksins. Rætturin til røkt fevnir um røkt uttan fyri heimlandið í minsta lagi í 16 vikur eftir, at sjófólkið er vorðið sjúkt ella skatt, tó bara so leingi viðkomandi er sjúkur.
10. Serligar reglur um starvsavtalur hjá skipsyvirmonnum.
§ 36. Fyri starvsavtalur hjá skipsyvirmonnum galda frammanfyri standandi reglur við broytingum og ískoytum eftir §§ 37-43.
Stk. 2. 1) Sum skipsyvirmaður verða at rokna: hovmeistarar, maskinmeistarar, radiotelegrafistar og stýrimenn. 1. stk. og §§ 37-43 galda eisini fyri onnur starvsfólk í samsvarandi leiðandi størvum, sum sett eru av reiðaranum í skipstænastu á skipi.
§ 37. 4) Hvør partur kann siga starvsavtaluna upp við 3 mánaða freist, uttan so at annað er avtalað, sbr. tó § 19 a.
Stk. 2. Styttri uppsagnarfreist enn 1 mánaður kann ikki verða avtalað fyri reiðaran í tí fyrsta setanarárinum og 3 mánaðir í teim fylgjandi árunum. Hetta hevur tó ikki gildi fyri avtalur um avloysarastarv, tá ið starvið ikki varir meir enn 9 mánaðir.
Stk. 3. Hesar reglur víkja fyri uppsagnarfreistum starvsfelaganna í førum, har lógliga er fráboðaður arbeiðssteðgur.
§ 38. Rættur skipsyvirmans at fara úr starvi eftir § 7 er treytaður av, at hann hevur sagt starvið upp við 3 mánaða freist, ella, um styttri freist er avtalað, tá við slíkari.
§ 39. 1) Var starvið sagt upp, tá skipsyvirmaðurin gjørdist óarbeiðsførur, ella verður tað sagt upp aftaná, hevur § 29, stk. 2 og 3, sbr. § 35 um rætt til sjúkrahýru, samsvarandi gildi, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. 1) Er skipsyvirmaður ikki førur fyri at gera sítt arbeiði orsakað av sjúku ella likamsskaða, er hetta at meta sum lógligt forfall, uttan so at hann í sambandi við setanina svikafult hevur dult sjúkuna ella skaðan, ella aftaná setanina við vilja ella grovum ósketni verður sjúkur ella løstaður.
§ 40. § 35, sbr. § 39, um rætt til sjúkrahýru v.m. fær gildi, hóast starv skipsyvirmans ikki er knýtt at einum reiðara á tann hátt, at starv hansara hjá reiðaranum heldur fram, sjálvt um starvið á tí einstaka skipinum heldur uppat.
§ 41. Verður skipsyvirmaður, sum hevur verið í starvi hjá einum reiðara í 12, 15 ella 18 ár út í eitt, uppsagdur, skal reiðarin, tá yvirmaðurin fer av, gjalda honum eina upphædd, sum svarar til ávikavist 1, 2 ella 3 mánaða hýru.
Stk. 2. 1. stk. fær ikki gildi, um skipsyvirmaðurin, tá hann fer av, fær pensjón frá reiðaranum ella fólkapensjón.
Stk. 3. 1. stk. hevur eisini gildi, um skipsyvirmaður verður avskeiðaður av órøttum.
§ 42. Verður skipsyvirmaður uppsagdur, og hevur hesin yvirmaður, tá ið hann verður uppsagdur, havt starv hjá sama reiðara eitt ár ella meira, tá skal hesin sami reiðari samsýna uppsøgnina, um ikki nóg góð grund tykist vera undir henni, annaðhvørt hjá yvirmanni ella reiðara. Samsýningin verður sett í mun til starvstíð yvirmansins og eftir umstøðunum annars í málinum, men fer ikki upp um 3 mánaða hýru.
Stk. 2. Um skipsyvirmaður, tá hann verður uppsagdur, hevur verið hjá sama reiðara í minsta lagi í 10 ár út í eitt, kann endurgjaldið, ið nevnt er í 1. stk. verða upp í 4 mánaða hýra. Aftaná 15 ára samanhangandi starvstíð í reiðaríi kann endurgjaldið verða hýra upp í 6 mánaðir.
Stk. 3. 1. og 2. stk. hava eisini gildi, um skipsyvirmaðurin verður uppsagdur uttan grund.
§ 43. 3) Verður skipsyvirmaður avkoyrdur uttan tílíka grund, sum nevnd er í § 17 um ólýdni v.m. hevur hann rætt til hýru í 3 mánaðir eftir, at starvið er hildið uppat, uttan so at vanligar reglur um endurgjald geva honum rætt til størri upphædd. Annars fær § 18 um rætt til fría ferð og um at fara av, áðrenn uppsagnarfreistin er úti, gildi.
Stk. 2. Fyri fiskiskip verður uppsagnarhýran roknað samsvarandi partsbýti í sáttmálanum faldað við minstulønina.
11. Starvsavtala skiparans.
§ 44. Reiðarin skal síggja til, at skrivlig avtala við skiparan um setannartreytirnar verður gjørd. Í avtaluna skal verða sett, hvat avtalað er um avfaringarstað og uppsagnarfreist.
§ 45. 4) Reiðarin hevur til eina og hvørja tíð rætt til at koyra skiparan úr starvi, sbr. tó § 19 a.
Stk. 2. Verður skiparin avkoyrdur fyri ódugnaskap, órøkt ella grov ella ofta afturvendandi mistøk ella vansketni í starvinum, eigur hann ikki hýru í longri tíð, enn hann hevur starvast.
Stk. 3. Annars verða § 37 um, nær starv eftir uppsøgn heldur uppat og §§ 39-43 um rætt til hýru v.m., nýttar.
§ 46. Fer skipið fyri einki av sjóskaða, ella verður tað hildið ikki afturgerandi eftir sjóskaðan, tá heldur starv skiparans uppat, um ikki annað er avtalað. Móti hýru og uppihaldi hevur hann tó skyldu til at vera hjástaddur og at skipa fyri tiltøkum viðvíkjandi farmi og teimum, sum við eru.
Stk. 2. § 19, 2. og 3. stk., verða nýttar samsvarandi.
§ 47. 3) 1) 2) Fyri skiparan galda hesar ásetingar:
1) § 1, stk. 2
2) § 3, stk. 3 um starvsavtalur,
3) § 4, stk. 2 um læknakanning,
4) § 6 um avfaringarhavn v.m.,
5) § 7, stk. 1, sbr. § 38, um ikki annað er avtalað,
6) § 7, stk. 2,
7) § 8 um fría ferð til bústaðin aftaná 6 mánaða tænastu,
8) §§ 8 a-8 e um hýru og ávísing fyri sjófólk,
9) § 9 um sjófólk við barn,
10) § 10, stk. 1 um rættin til at sleppa av, um familjuviðurskifti gera tað neyðugt,
11) § 10, stk. 4 og 5 um rættin til at sleppa av, m.a. tá ið reiðarin er farin á húsagang og um heimferð,
12) § 12, stk. 1, nr. 1 um rættin hjá sjófólki at sleppa av í sambandi við krígsvanda,
13) § 14, stk. 1, sbr. stk. 3, um rætt til at krevja at sleppa av, um skipið missir rættin til at hava føroyskt flagg,
14) § 15 um rætt til at fara av og um at taka lut í arbeiði, sum gerst neyðugt,
15) § 19 a um at starvsavtalan skal varðveita sítt gildi í sambandi við sjórán ella vápnað rán,
16) §§ 21-22 og §§ 24-26 um útrokning og útgjald av hýru,
17) §§ 27-30, sbr. § 35, 40 og 41, um sjúkrahýru og sjúkrarøkt og fría ferð í sambandi við sjúku ella skaða,
18) § 31 um rætt reiðarans at fáa ávísar útreiðslur endurgoldnar av landskassanum,
19) § 32 og 34 um jarðarferð ella líkbrenning og um handfaring av ognarlutum,
20) § 33, sbr. §§ 35 og 40, um eftirsitihýru,
21) § 53, stk. 1 og 2 um ókeypis kost og um endurgjald,
22) § 55 um hvíld,
23) § 59 um endurgjald fyri mistar ognarlutir, og
24) § 71 a og c um veitan av fíggjarligari trygd fyri útreiðslum til heimferð, grundleggjandi tørv hjá sjófólki inntil sjófólkið er komið heim, fýra mánaðir í ógoldnari løn o.a.
§ 48. Er avtalað, at skiparin hevur rætt til lut í farmagjaldi skipsins (kaplak) ella í aðrari inntøku av túrinum, her uppií endurgjald fyri yvirliggitíð, ella part í úrtøku reiðarans (tantieme) skal reiðarin gjalda lutvísan part av avtalaðu samsýningini, um starvið heldur uppat, áðrenn ferðin er endað ella roknskaparárið er runnið.
Stk. 2. Hevur skiparin rætt til hýru fyri longri tíð, enn hann hevur starvast, verða tær samsýningar, sum nevndar eru í 1. stk. og verða goldnar fyri tíðina eftir, at starvið er hildið uppat, settar til tað sama sum tað dupulta av hýruni hjá ovasta stýrimanninum fyri upp um føstu hýruna hjá skiparanum.
Kapittul III
Skipstænastan.
1. Leiðslan av arbeiðinum umborð.
§ 49. Skiparin hevur hægsta ræði umborð.
Stk. 2. Berst skiparanum frá, ella hann er ikki hjástaddur, tekur ovasti stýrimaðurin í hansara stað avgerðir, sum tað ikki ber til at bíða við, tá ið skiparin ikki hevur skipað øðrvísi fyri.
Stk. 3. Doyr skiparin ella gerst hann sjúkur ella av aðrari tvingandi orsøk ikki førur fyri at føra skipið, ella fer hann úr starvinum, kemur ovasti stýrimaður í hansara stað, til nýggjur førari er komin. Í slíkum førum skal beinanvegin verða boðað reiðaranum frá.
§ 50. Tá arbeiðið verður skift sundur, skal verða gingið eftir, hvat starv hvør einstakur eigur umborð, og helst soleiðis, at yrkisdúuleikin hjá hvørjum einsæris fær frama.
Stk. 2. 1) Føroya landsstýri ger við atliti til trygdina á sjónum neyðugar reglur um ábyrgdarøki hjá skipsyvirmonnum og øðrum, sum hava fyristøðustarv umborð.
2. Vanligar tænastuskyldur.
§ 51. 1) Sjófólk skal vera boðum, tað fær í starvinum, lýðið, og skal við skilligum aftursvari vísa, at viðkomandi hevur skilt tey. Viðkomandi skal harafturat fylgja teim forskriftum, sum givnar verða fyri at halda skil umborð.
Stk. 2. 1) Verður sjófólk tarnað at koma umborð rættstundis, skal tað beinanvegin siga skiparanum frá.
Stk. 3. 1) Sjófólk skal endurgjalda tann skaða, tað ger við mistøk um ella vanrøkt í starvi sínum.
3. Verja móti vanlukkum og heilsuskaðum.
§ 52. 6) (Strikað).
4. Kostur og heilsuumstøður.
§ 53. 1) 7) Skiparin skal síggja til, at manningin fær góðan og nóg nógvan kost. Kosturin umborð skal vera ókeypis fyri sjófólk í mynstringartíðarskeiðinum. Á fiskiskipum kann við kollektivum sáttmála verða vikið frá kravinum í 2. pkt. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um 1. og 2. pkt.
Stk. 2. Um skiparin heldur tað vera neyðugt at minka um kostin á túrinum, hevur manningin krav um endurgjald.
Stk. 3. Skiparin má ikki fyri sína rokning halda manningina við kosti.
Stk. 4. Skiparin skal hava eftirlit við heilsuviðurskiftunum og reinførinum umborð. Føroya Landsstýri kann áseta reglur um hetta.
5. Sjódyggleikasýn.
§ 54. Um meir enn helvtin av manningini klagar um sjódyggleika skipsins til túrin, ið stendur fyri framman, skal skiparin lata skipið sýna eftir reglunum í lóg um skipatrygd v.m. Í fremmandari havn, har sýn eftir hesum reglum ikki kann verða gjørt, skal skiparin venda sær til avvarðandi myndugleika á staðnum við áheitan um at tilnevna eftirlitsmenn.
Stk. 2. Sama er galdandi, um maskinstjórin ella ovasti stýrimaður setur fram tílíka klagu um tað av skipinum, tess útbúnað ella útgerð, sum hann hevur eftirlit við.
Stk. 3. Kemur tað við eftirliti fram, at klagan hevur ikki havt rímiliga grund, verður peningamissur at bøta aftur eftir § 51, 3. stk.
Stk. 4. Verður sýnað eftir 1. og 2. stk. í útlandinum, skal tann danski konsulin á staðnum, um málið hevur verið lagt fyri hann, og annars skiparin, beinanvegin senda frágreiðing til Føroya Landsstýri.
6. Hvíld v.m.
§ 55. 8) 1) Sjófólk skulu hava regluliga hvíldartíð uttan slit, sum er somikið long, at heilsa og trygd hjá sjófólki eru tryggjað. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um hvíldar- og arbeiðstíð fyri sjófólk.
Stk. 2. 8) 1) 7) Sunnu- og halgidagar eigur í mesta mun at verða givið hvørjum tí sjófólki, sum vil tað, høvi til at halda gudstænastu umborð ótarnað.
7. Rættur sjófólksins at fara í land í frítíðini. 1)
§ 56. 1) Sjófólk hevur, meðan skipið er í havn ella á tryggum akkersplássi, rætt til at fara í land í frítíð síni, uttan so at tað er neyðugt, at viðkomandi verður verandi umborð fyri tryggleika skipsins, teirra umborð ella farmsins, til at gera neyðugt skipsarbeiði ella tí, at skipið skal fara ella verða flutt.
Stk. 2. Skiparin skal, um tað, tá ið hugsað verður um útreiðslur og aðrar umstøður er rímiligt, útvega manningini bát í land og tað ókeypis.
8. Ognarlutir sjófólksins o.a. 1)
§ 57. 1) Sjófólk kann hava viðføri til persónliga nýtslu í hóskiligari nøgd, um hetta ikki er til bága fyri skipið ella farmin ella vanda fyri óskili umborð. Uttan loyvi skiparans, má viðkomandi ikki taka vøru við til sølu fyri egna ella annars rokning.
Stk. 2. 1) Sjófólk skal rinda farmagjald fyri góðs, sum ólógliga er tikið umborð. § 51, 3. stk., fær gildi, um skaði stendst av góðsinum.
Stk. 3. Ikki er loyvt at taka narkotika ella onnur skaðilig eiturevni við um borð. Uttan loyvi skiparans kunnu vápn ella lóður ikki verða tikin við umborð.
Stk. 4. 1) Skiparin kann, um hann hevur grund til illtanka um, at okkurt er tikið við umborð ólógliga, lata tilhaldsrúm sjófólksins kanna. Sjófólkið, ella um viðkomandi ikki er til staðar, tá annað vitni skal vera við, tá kanningin fer fram.
Stk. 5. Tað, sum er ólógliga tikið við umborð, kann skiparin taka í varðveitslu, fáa í land ella um neyðugt gera til einkis.
§ 58. 1) Eru ognarlutir hjá sjófólki eftir umborð, tá viðkomandi er farin úr starvi, skulu hesir verða goymdir umborð fyri tess rokning. Skiparin skal sum skjótast syrgja fyri, at yvirlit yvir teir lutir, ið eftir liggja, verður gjørt. At yvirlitið er rætt, skal verða váttað av tveimum fólkum.
Stk. 2. 1) Ber ikki so væl til at goyma lutirnar vegna snið teirra, útreiðslurnar ella aðrar umstøður, kunnu teir verða seldir á tryggan hátt. Sama er galdandi, um sjófólkið hevur ikki vent sær til reiðaran eftir ognarlutunum innan 1 ár.
§ 59. 1) Hevur sjófólk mist ognarlutir umborð ella eru teir skaddir av skipbroti, sjóráni, eldi ella øðrum sjóskaða, skal reiðarin veita endurgjald. Føroya Landsstýri ásetir gjøllari reglur um hetta. Kostnaður av heimferðarklæðum sambært § 19, 2. stk., kann verða drigin frá.
9. Viðurskiftini umborð.
§ 60. Skiparin kann taka tað til ráða, sum neyðugt er, til at halda skil umborð í skipinum.
Stk. 2. Er skipið í vanda, er uppreistur í manningini, ella onnur neyðstøða, kann skiparin gera tað, ið neyðugt og ráðiligt er, fyri at fáa skil á aftur. Hvør einstakur av manningini skal veita hjálp, eisini sjálvboðin.
Stk. 3. Verður tann, ið noktar at gera sítt til at halda skil umborð, fyri skaða, kann skaddi seta fram krav um ábyrgslu, um harðari er fram farið, enn neyðugt var eftir umstøðunum.
§ 61. Verður grovt brotsverk framt umborð og skipið er ikki í føroyskari havn, skal skiparin so skjótt sum til ber taka upp eina fyribils frágreiðing, sum verður førd í skipsdagbókina. Hetta er tó ikki galdandi, um brotsverkið er framt á fremmandum landøki og myndugleikarnir á staðnum fylgja málinum.
Stk. 2. Skiparin skal í mesta mun syrgja fyri, at sekur ikki rýmir, til danskur konsul ella løgreglan í Føroyum kann taka sær av málinum. Skiparin kann í hesi ætlan taka til neyðug ráð, men má ikki nýta harðari ráð, enn endamálið letur til.
Kapittul IV.
Ósemja um starvsviðurskifti og klaguviðgerð umborð 1)
§ 62. 1) Sjófólk kann klaga til reiðaran um hýruuppgerðina, skipstænastuna, starvsviðurskiftini ella viðurskiftini umborð. Reiðarin hevur skyldu til at tryggja, at klagur verða væl kannaðar, og til at gera og fremja mannagongdir umborð, sum tryggja eina rættvísa, munadygga og skjóta viðgerð av klagum. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um klagu v.m.
Stk. 2. 1) Ósemjur um hýruuppgerðina, skipstænastuna, starvsviðurskiftini ella viðurskiftini umborð kunnu ikki verða lagdar fyri fremmandan dómstól.
Kapittul V
Revsifyriskipanir.
§ 63. 1) 7) 4) Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 53 ella § 71 a, ella skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 47, nr. 17 viðvíkjandi § 27, § 47, nr. 21 ella 24, § 53 ella § 72 b, stk. 1, 2 og 4 verða hildnar, verður viðkomandi revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár. Misrøkir reiðarin skyldur sínar eftir § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 44, § 47, nr. 2 ella nr. 20, ella § 55 verður viðkomandi revsaður við sekt.
Stk. 2. 1) 7) Tann, sum misrøkir skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at § 12, stk. 1, nr. 1, stk. 2 og 3, § 27, § 53 ella § 72 b, stk. 1, 2 og 4, verða hildnar, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp í 1 ár, meðan tann, sum annars misrøkir sínar skyldur eftir § 1 a um at tryggja, at § 4, stk. 1 og 2, § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 32, § 54, stk. 1, 2 og 4, § 55, § 58 og § 72 ella reglur, settar í gildi við heimild í § 71, verða hildnar, verður revsaður við sekt. Á sama hátt verður tann revsaður, sum ikki heldur skyldur sínar eftir § 1 a um at tryggja, at skiparin hevur møguleika til at uppfylla tær skyldur, sum eru álagdar honum.
Stk. 3. 1) Tann, sum útinnir privata hýru- ella ávísingartænastu fyri sjófólk í Føroyum uttan galdandi loyvisbræv ella krevur gjald frá sjófólki fyri slíka tænastu, kann verða revsaður við bót.
Stk. 4. 1) Revsiábyrgd kann verða áløgd løgfrøðiligum persónum sambært reglunum í 5. kapitli í revsilógini.
Stk. 5. 1) Tá ið revsiábyrgd verður áløgd eftir stk. 4, verða persónar, sum onnur enn reiðarin hava sett umborð á skipið at arbeiða, eisini at meta sum knýttir at reiðaranum. Um samsvarsskjal sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM) ella loyvisbræv sambært sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) er útflýggjað til eitt annað felag ella persón enn reiðaran, eru skipari og sjófólk eisini at meta sum knýtt at honum, sum skjalið er útflýggjað til.
§ 64. 1) Uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður skiparin revsaður ella tann, ið komin er í hansara stað,
1) við sekt, um hann
a) við vilja ella grovum ósketni tekur til meiri maktráð, enn loyvt er, eftir §§ 60 og 61, 2. stk. ella,
b) misrøkir skyldur sínar eftir § 12, 2. og 3. stk., §§ 27 og 53,
2) við sekt, um hann
a) setir nakran í arbeiði ímóti §§ 4 ella 55 ella
b) misrøkir skyldur sínar eftir § 8 a, stk. 2, § 8 c, stk. 1 og 2, § 8 e, § 32, § 54, stk. 1, 2 og 4, § 58, § 72 ella eftir reglum, settar í gildi við heimild í § 71, stk. 1.
§ 65. Uttan so at hægri revsing er uppiborin eftir aðrari lóggávu, verður sjófólkið revsað við sekt, um tað
1) misrøkir skyldur sínar eftir § 51, 1. stk., § 52, 1. og 2. stk. og § 60, 2. stk., 2. pkt.,
2) ímóti betri vitan setir fram ella tekur lut í klagu sum nevndari í § 54 og eftirlitssýn stendst av hesum.
Stk. 2. Brot á 1. stk. verður ikki ákært, uttan reiðarin ella skiparin biðja um tað. Hetta er tó ikki galdandi fyri brot á § 52, 1. og 2. stk.
§ 66. 6) (Strikað).
§ 67. 1) Við sekt verður – um revsingin verður ikki meiri eftir aðrari lóg – tann revsaður, sum av fyrisettum ráði dregst undan starvi sínum við ikki at koma rættstundis umborð ella fer av skipinum, um hann visti ella átti at vita, at rýmingin fór at seta mannalív ella skip í váða.
§ 68. 1) Í reglum, sum verða ásettar við heimild í hesi løgtingslóg, kann ásetast revsing við bót fyri brot á hesar.
§ 69. 6) Verður skipari við dómi funnin sekur í broti á § 64, nr. 1, litra a ella b, kann undir tyngjandi umstøðum rætturin at starvast sum skipari, stýrimaður ella maskinmeistari í dóminum verða tikin frá honum í ávíst tíðarskeið upp í 5 ár ella við alla. Ákærumyndugleikin sendir, um so er, sjóvinnubræv hansara og úrrit av dóminum til Føroya Landsstýri. Føroya Landsstýri kann, tá 5 ár eru liðin eftir endaligan dóm, geva tann frátikna rættin aftur.
Stk. 2. 6) Verður rætturin at starvast sum skipari, stýrimaður ella maskinmeistari eftir 1. stk. tikin, verður í dóminum avgjørt, um ávikavist skiparin kann starvast sum stýrimaður ella um stýrimaðurin ella maskinmeistarin kunnu vera í starvi á lægri stigi. Um so er fráboðar Føroya Landsstýri neyðugt sjóvinnubræv.
Kapittul VI.
Serstakar reglur.
§ 70. 1) Føroya landsstýri kann áseta reglur um, at § 8 um fría heimferð við uppihaldi eftir ávísa tíð í starvi, § 9 um rættin hjá tí, sum er við barn, til fría heimferð fyri rokning landsins og § 30 um rættin hjá tí sjúka sjófólkinum til fría ferð skal verða galdandi fyri sjófólk, sum ikki hava bústað í Føroyum.
§ 71. 1) Føroya landsstýri kann áseta gjøllari reglur um tey rættindi viðvíkjandi røkt hjá sjúkum og skaddum og fyri jarðarferð ella líkbrenning, sum henda lóg ásetir.
Stk. 2. 9) Føroya landsstýri ásetir reglur um útflýggjan, gjald og nýtslu av siglingarbókum, mynstringarbrøvum og manningartalvum.
Stk. 3. 1) Í siglingarbókini ella mynstringarbrævi má eingin viðmerking um háttalag sjófólksins í starvinum ella um revsing, viðkomandi hevur fingið, verða sett.
§ 71 a. 1) 2) Reiðarin skal tekna eina trygging, ið Sjóvinnustýrið hevur góðkent, ella seta eina aðra samsvarandi fíggjarliga trygd, ið rindar fyri krøv frá skipsførara og sjófólkum móti reiðarínum og arbeiðsgevaranum, um hesin er ein annar enn reiðaríið, í teimum førum, har eitt sjófólk verður latið eftir.
Stk. 2. 2) Eitt sjófólk er at meta sum latið eftir, um reiðarin í ósamsvari við sínar skyldur sambært starvsavtaluni, galdandi kollektiva sáttmála, ella sambært hesi løgtingslóg:
1) letur vera við at rinda fyri útreiðslurnar av at senda sjófólkið heim,
2) letur sjófólkið eftir uttan tað neyðuga til uppihald ella fíggjarligan stuðul, ella
3) á annan hátt eintáttað og ógrundað hevur brotið sambandið við sjófólkið, og um sjófólkið ikki hevur fingið løn í í minsta lagi 2 mánaðir.
Stk. 3. 2) Tann fíggjarliga trygdin, sbrt. stk. 1, skal rinda fyri:
1) grundleggjandi tørv hjá sjófólki, inntil sjófólkið er komið heim, íroknað kost, hita, ravmagn, samskifti, reinføri og neyðuga læknaviðgerð o.a., útreiðslur til heimferð umframt aðrar rímiligar útreiðslur, sum eru ein fylgja av, at sjófólkið er latið eftir, og
2) fýra mánaðir í ógoldnari løn og øðrum gjøldum o.a., sum sjófólkið hevur rætt til, orsakað av setanarviðurskiftunum í tann mun, hesi krøv ikki eru fevnd av útgjaldi úr Trygdargrunninum fyri avreiðingar og lønir.
Stk. 4. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um ta fíggjarligu trygdina, sbrt. stk. 1, undir hesum um dekningsmørk, um skjalprógvan fyri reistum krøvum, um møguleikan fyri at gera kravið galdandi beinleiðis móti honum, ið hevur veitt fíggjarligu trygdina, og um at trygdin ikki skal fevna um krøv, ið eru fevnd av almennum sosialum trygdarskipanum, ið dekka sjófólkið.
Stk. 5. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um loyvisbræv ella aðra skjalprógvan fyri fíggjarligu trygdina, sbrt. stk. 1, og um at heingja hesi upp umborð á skipinum.
§ 71 b. 1) 7) Sjóvinnustýrið tryggjar ókeypis telemedisinska ráðgeving til føroysk skip.
§ 71 c. 2) Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um fría heimferð við uppihaldi eftir teimum ásetingum, sum eru nevndar í § 6, stk. 6, § 8, stk. 1, § 10, stk. 4, §§ 11-14, § 18, stk. 2, § 19, § 30, § 43, § 46, stk. 2 og § 47.
§ 71 d. 2) Landsstýrismaðurin kann, eftir samráð við avvarðandi landsstýrismann við málsræði fyri løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, áseta reglur um loyvisbrøv ella onnur próvskjøl um vernd av sjófólki eftir løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða, og um at heingja upp próvskjøl og loyvisbrøv o.a. umborð á skipinum.
§ 72. Skiparin skal syrgja fyri, at eitt eintak av lógini og teim reglum, sum gjørdar eru sambært hesi, eru umborð og eru atkomilig hjá manningini.
Stk. 2. Er hýrað eftir lønarsáttmála, skal hann syrgja fyri, at eitt eintak av honum er umborð atkomiligt hjá manningini.
§ 72 a. 1) Sjóvinnustýrið hevur sambært § 2, stk. 4 í løgtingslógini um trygd á sjónum eftirlit við, at hendan lóg og reglur, settar í gildi við heimild í hesi lóg, verða yvirhildnar.
Stk. 2. Sambært § 17, stk. 2 í løgtingslógini um trygd á sjónum útgevur Sjóvinnustýrið neyðug loyvisbrøv og próvskjøl eftir hesi lóg.
§ 72 b. 1) 7) Handilsskip, ið verða nýtt vinnuligt, sum eru 500 BT ella meira, og eru skrásett í eini føroyskari skipaskráseting, kunnu ikki vera í altjóða sigling uttan so, at tey hava eitt loyvisbræv og tilhoyrandi samsvarsskjal sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC). Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørji viðurskifti loyvisbrævið og samsvarsskjølini skulu fevna um.
Stk. 2. 7) Fiskiskip, skrásett í føroyskari skipaskráseting, sum eru úti longur enn 3 dagar, og sum eru 24 metrar til longdar ella meira, ella sum vanliga royna uttan fyri 200 fjórðingar, skulu hava eitt loyvisbræv sambært ILO sáttmála 188 um starvsviðurskifti hjá sjófólki við fiskiskipum. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvørji viðurskifti loyvisbrævið skal fevna um.
Stk. 3. 7) Um skipið er góðkent sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM), kunnu loyvisbrævið og samsvarsskjalið sambært stk. 1 bert verða útflýggjað honum, sum samsvarsskjalið sambært koduni um tryggan skiparakstur (ISM) er útflýggjað til. Sjóvinnustýrið kann í serligum førum geva undantak frá 1. pkt.
Stk. 4. 7) Loyvisbrævið og samsvarsskjalið viðvíkjandi starvsviðurskiftunum hjá sjófólki skulu vera umborð og eftir umbøn verða víst myndugleikunum.
Stk. 5. 7) (Strikað).
§ 73. 1) 2) 7) 4) § 13, § 19 a, § 21, stk. 1, § 26, § 29, stk. 2 og 3, § 35, § 37, §§ 39-42, § 43, stk. 1, § 48, § 71 a og § 71 d, eru ikki galdandi fyri fiskiskip.
§ 74. Føroya Landsstýri kann áseta reglur, sum víkja frá hesari lóg fyri skip, sum ikki hava skyldu at verða skrásett, og fyri skip til annað ávíst endamál.
§ 74 a. 5) Sjóvinnustýrið, reiðarí ella avvarðandi sjófólk kann innan 4 vikur frá tí, at úrslitið frá læknakanningini er fráboðað viðkomandi, sbr. § 4, stk. 2, leggja úrslitið fyri Heilsunevndina fyri sjófólk, sum tekur endaliga fyrisitingarliga avgerð í málinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setur Heilsunevndina fyri sjófólk við einum formanni, 3 limum og 3 varalimum. Formaðurin skal vera løgfrøðingur, ein limur og ein varalimur skulu vera læknar, ein limur og ein varalimur skulu vera sjókønir innan sigling við handilsskipum, og ein limur og ein varalimur skulu vera sjókønir innan sigling við fiskiskipum.
§ 75. Føroya Landsstýri ásetir, nær hendan lóg kemur í gildi. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 57 frá 3. november 1967 um sjómenn og lóg nr. 5 frá 28. februar 1956 um hvíldartíð á føroyskum fiskiskipum.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, har § 2, stk. 1 ljóðar soleiðis: “Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 133 frá 20. desember 2016, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi tann 18. januar 2017.”
3) Broytt við løgtingslóg nr. 117 frá 21. mai 1993, har § 2 ljóðar soleiðis: “Føroya Landsstýri ásetir nær henda lóg fær gildi.”
4) Broytt við løgtingslóg nr. 28 frá 11. mars 2022.
5) Broytt við løgtingslóg nr. 124 frá 22. desember 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2011 og er galdandi fyri læknakanningar, framdar eftir, at lógin er komin í gildi.”
6) Broytt við løgtingslóg 165 frá 21. desember 2001.
7) Broytt við løgtingslóg nr. 51 frá 7. mai 2019, har § 4 ljóðar soleiðis: “Stk. 1. Landsstýrismaðurin ásetir í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu. Stk. 2. Tó kemur § 3, nr. 1-4 og 8 í gildi dagin eftir, at henda løgtingslóg er kunngjørd.”
8) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 3. juli 1998. § 2 í hesi løgtingslóg ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis verður danski teksturin í lógini strikaður.”
9) Broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 28. apríl 2009.