Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. januar 2001Nr. 4
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 107 frá 22. desember 1999 um áseting og javning av almannaveitingum við seinni broytingum, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 2 verður orðað soleiðis:
“§ 2. Almannaveitingar, sambært løgtingslóg um almannapensjónir o.a., løgtingslóg um uppihald á stovni o.l., løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. og løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl., verða frá og við 1. januar á hvørjum ári javnaðar við 4% sambært §§ 5-6. Tó verða grundupphæddirnar til fólka- og fyritíðarpensjón ikki javnaðar.”
2. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Pensjónsupphæddirnar, upphæddirnar fyri vanligt og serligt barnagjald, umframt frádráttarupphæddirnar o.a. í teimum í § 2 nevndu lógum eru:
|
Upphæddir pr. 1/1-2001’ Almannapensjónslógin |
2001 Árliga kr.
|
|
Grundupphædd - støk |
50.028 |
|
Grundupphædd – gift hvør |
39.756 |
|
Viðbót til fólkapensjón – støk |
22.524 |
|
Viðbót til fólkapensjón – gift hvør |
16.380 |
|
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – støk |
49.728 |
|
Viðbót til hægstu fyritíðarpensjón – gift hvør |
44.904 |
|
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – støk |
16.140 |
|
Viðbót til miðal fyritíðarpensjón – gift hvør |
14.004 |
|
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – støk |
15.240 |
|
Viðbót til lægstu fyritíðarpensjón – gift hvør |
12.240 |
|
Hjálparviðbót |
24.960 |
|
Røktarviðbót |
49.812 |
|
Avlamisviðbót/avlamisveiting |
23.340 |
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fólkapensjónistar |
21.400 |
|
Frádráttarfrí inntøkuupphædd fyri fyritíðarpensjónistar |
42.800 |
|
Løgtingslóg um uppihald á stovni o.l. |
2001 Árliga kr.
|
|
Upphædd til persónligan tørv |
8. 424 |
|
Gjald fyri umlætting |
94 (um samdøgrið) |
|
Løgtingslóg um viðbót til ávísar pensjónistar v.fl. |
2001 Árliga kr.
|
|
Upphædd |
4.400 |
|
Løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. |
2001 Árliga kr.
|
|
Barnagjald smb. § 5 |
9.000 |
|
Gjald í samband við føðing eftir § 6 |
514 (eingangsupphædd) |
|
Gjald til uppihald fyri og aftaná føðing eftir § 6 |
887 (eingangsupphædd) |
|
Barnagjald smb. § 15, stk. 1 og 2 |
9.000 |
|
Økt barnagjald smb. § 15, stk. 3 |
(Tvær ferðir upphæddina sambært § 5 ) ” |
3. § 4 verður strikað.
4. § 6 verður orðað soleiðis:
“§ 6. Landsstýrismaðurin ásetir við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. januar á hvørjum ári, fyrstu ferð 1. januar 2002.”
5. Í § 7, stk. 2, verður sum nýtt 3. pkt. sett:
“Tá talan er um fyritíðarpensjónistar, verður viðbótin inntøkujavnað samsvarandi reglunum í § 19 í lógini um almannapensjónir.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá og við útgjaldingini av veitingum fyri februar mánað 2001.
Tórshavn, 25. januar 2001
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður