6. mai 2014Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um apoteksverkið og heilivág
(Avtøka av Apoteksgrunninum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 104 frá 5. september 1988 um apoteksverkið og heilivág, sum broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 8. mai 1991, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 22, stk. 1 verður soljóðandi
“Landsapotekarin og apotekini eru ein búskaparlig eind.”
2. §§ 23 og 24 verða strikaðar.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 6. mai 2014
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 107/2013