Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
13. mai 2013Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um arbeiðsumhvørvi
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 2, nr. 2 verður “§ 48, 1. stk., 2. pkt.” broytt til: “§ 49, stk. 7.”
2. Aftaná § 11 verður sett:
“§ 11 a. Tá ið umstøðurnar vegna trygd og heilsu gera tað neyðugt, kann Arbeiðseftirlitið krevja, at arbeiðsgevari skipar fyri, at ein skrivlig arbeiðsplássmeting av trygdar- og heilsuumstøðunum á arbeiðsplássinum, verður gjørd.
Stk. 2. Trygdarskipan virkisins skal verða tikin við upp á ráð og luttaka í øllum arbeiðinum viðvíkjandi ráðlegging, skipan, útinnan, uppfylging og dagføring av arbeiðsplássmetingini. Tað skal við eini átekning á arbeiðsplássmetingina av trygdarskipanini váttast, at trygdarskipanin hevur verið við í arbeiðinum. Á virkjum, har eingin trygdarskipan er, skulu starvsfólkini vátta, at tey hava verið við í arbeiðinum.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið skal gera oyðubløð, sum arbeiðsgevarin kann nýta í sambandi við arbeiðsplássmetingina. Um arbeiðsgevarin biður um tað, skal Arbeiðseftirlitið eisini vera virkjunum til hjálpar at gera arbeiðsplássmetingina.
Stk. 4. Læknar, arbeiðsheilsuráðsdeild og heilsumyndugleikar við ábyrgd fyri arbeiðsheilsuráðskanningum, hava atgongd til arbeiðsplássmetingina hjá virkinum, tá tað er týðandi fyri heilsueftirlit við teimum, sum eru sett í starv.”
3. § 48 verður orðað soleiðis:
”§ 48. Ásetingarnar í hesum kapitli umfata reglur um arbeiði, arbeiðstíð, hvíldartíð, steðg og frísamdøgur hjá ungum undir 18 ár.”
4. § 49 verður orðað soleiðis:
“Reglur um arbeiðið
§ 49. Børn, sum ikki eru fylt 15 ár, kunnu ikki vera sett í arbeiði, sbr. tó stk. 8-9.
Stk. 2. Tá ið ung undir 18 ár verða sett í arbeiði, skal tað í sambandi við skipan og útinnan av arbeiðinum takast atlit til aldur, menning og heilsustøðu hjá tí unga, og at tann ungi hevur møguleika at røkja sína skúlagongd.
Stk. 3. Tá ið ung undir 18 ár verða sett í starv, skal arbeiðsgevarin, áðrenn arbeiðið verður útint, geva upplæring í arbeiðinum og gjølliga kunning um møguligar vandastøður, og hvussu tær verða fyribyrgdar. Arbeiðsgevarin skal skrivliga vátta, at henda upplæring og kunning eru farin fram, og hvat hon í høvuðsheitum fevndi um. Tann ungi skal eisini vátta, at upplæringin og kunningin eru móttikin. Arbeiðsgevarin skal goyma hesi skjøl og vísa tey fram, um Arbeiðseftirlitið krevur tað.
Stk. 4. Ung undir 18 ár mugu ikki vera sett at handfara amboð ella tól, evni og tilfar o.tíl. sum, verða tey ikki rætt handfarin, kunnu vera vandamikil fyri tann unga, uttan so, at persónur yvir 18 ár er til staðar í hølunum ella nærhendis tí unga, so persónurin kann hava eftirlit við og vegleiða tann unga. Tað er tá ein treyt, at hesin persónur yvir 18 ár hevur neyðuga førleikan at handfara tólið ella amboðið evnið ella tilfarið, so viðkomandi dugir at meta um, hvørt handfaringin hjá tí unga kann elva til skaða. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta hægri aldursmark enn tað í stk. 1 nevnda fyri handfaring av ávísum vandamiklum amboðum ella tólum, evnum ella tilfari.
Stk. 5. Er tann ungi í læru við góðkendum lærusáttmála kann hann handfara vandamiklu amboðini, tá tað verður gjørt sum liður í læruni.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um arbeiði hjá ungum, undir hesum aldursmark fyri ávís sløg av arbeiði og um, hvørji amboð og tól, evni ella tilfar eru at meta sum vandamikil, sbr. stk. 4.
Stk. 7. Fyri ung undir 18 ár, sum hoyra til húski arbeiðsgevarans, eru somu reglur galdandi.
Stk. 8. Hóast ásetingina í stk. 1 kunnu børn, sum eru fylt 13 ár, hava lættari arbeiði innan fyri nærri avmarkað sløg av arbeiði og eftir nærri ásettum treytum. Landsstýrimaðurin ásetir nærri reglur um hetta.
Stk. 9. Hóast ásetingarnar í stk. 1 og 8, kunnu børn undir 13 ár, sum fáa samsýning fyri tað, upptraðka í framførslum o.tíl. av mentanarligum ella listarligum slagi, ítróttatiltøkum ella í sambandi við upptøku av filmi el. tíl. Fyri ung, sum eru undir 13 ár, skal loyvi vera fingið í hvørjum einstøkum føri frá foreldrum ella verja.
Stk. 10. Tá ið ung undir 15 ár verða sett í arbeiði, skal arbeiðsgevarin kunna foreldur ella verja teirra um arbeiðið, undir hesum um teir vanlukku- og sjúkuvandar, sum møguliga eru knýttir at arbeiðinum, og tey tiltøk, sum eru gjørd viðvíkjandi trygd og heilsu.”
5. § 50 verður orðað soleiðis:
“Arbeiðstíð
§ 50. Arbeiðstíðin hjá ungum undir 17 ár má ikki fara upp um 10 tímar um dagin, tó soleiðis at arbeiðstíðin í einstøkum førum kann økjast fyri lærlingar við góðkendum lærusáttmála upp til 12 tímar, tá ið arbeiðsumstøðurnar krevja tað.
Stk. 2. Arbeiðstíðin skal skipast soleiðis, at hon er hóskandi fyri tey ungu við atliti til aldur, førleika og menning hjá tí unga og til tann fakbólk, tey virka innan, so at arbeiðið kann útinnast heilsuliga og trygdarliga forsvarligt.
Stk. 3. Ung undir 17 ár skulu sum meginregla ikki arbeiða um náttina í tíðarbilinum millum kl. 24.00 og kl. 06.00. Tó kunnu ung undir 17 ár arbeiða um náttina í styttri tíðarskeiðum. Landsstýrimaðurin ásetur nærri reglur um arbeiðið hjá ungum undir 17 ár í tí í 1. pkt. nevnda tíðarskeiði, undir hesum um treytir um neyðuga hvíld aftaná náttararbeiði.
Stk. 4. Stk. 3 er ikki galdandi fyri lærlingar við góðkendum lærusáttmála frá avvarðandi myndugleika, tá náttarbeiði er ein liður í læruni.
Stk. 5. Um dagliga arbeiðstíðin fer upp um 4½ tíma, skulu ung undir 17 ár hava ein steðg upp á í minsta lagi 30 minuttir. Steðgurin skal vera lagdur hóskandi og um møguligt samanhangandi.”
6. Aftaná § 50 verður í kapittul 9 sett:
“Reglur um hvíldartíð, steðg og frísamdøgur
§ 50 a. Ung undir 17 ár skulu hava eina samanhangandi hvíldartíð upp á í minsta lagi 12 tímar í samdøgrinum. Ung undir 15 ár skulu tó hava eina samanhangandi hvíldartíð upp á 14 tímar í samdøgrinum.
Stk. 2. Innan fyri hvørt skeið upp á 7 samdøgur skulu ung undir 17 ár hava tvey samanhangandi frísamdøgur.
Stk. 3. Frísamdøgur skulu skipast soleiðis, at tey eru hóskandi fyri tey ungu við atliti til aldur og arbeiði, hesi útinna, og at frísamdøgrini altíð eru skipað soleiðis, at tey eru heilsu- og trygdarliga forsvarlig.
Stk. 4. Fyri fak og faklig øki ella serligar arbeiðshættir, har umstøðurnar gera tað neyðugt ella ynskiligt, kann landsstýrismaðurin áseta nærri reglur:
1) um longdina á hvíldartíðini hjá ungum, sum eru fylt 15 ár, móti at tað verður javnað aftur við hvíldartíð,
2) um útsetan av frísamdøgri fyri ung, sum eru fylt 15 ár, móti at tað verður javnað aftur við frísamdøgri,
3) um hvíldartíðin verður avbrotin,
4) um avmarking av frísamdøgri, tó so, at tað tann ungi altíð fær frí í minsta lagi 36 tímar út í eitt innan fyri hvørt skeið upp á 7 samdøgur.
Stk. 5. Fyri lærlingar við góðkendum lærusáttmála ásetir landsstýrismaðurin serligar reglur eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum.”
7. § 52 verður orðað soleiðis:
“§ 52. Landsstýrismanninum verður heimilað at seta eitt Arbeiðsumhvørvisráð við 2 limum umboðandi arbeiðsgevarafeløgini, 2 limum umboðandi arbeiðstakarafeløgini, 1 limi umboðandi landið og kommunufeløgini, og 1 limi umboðandi starvsfólkini hjá landinum og kommununum og sama tal av tiltaksumboðum. Starvsskeiðið er 4 ár.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og varaformann fyri eitt 4 ára skeið eftir tilmæli frá omanfyrinevndu umboðum.
Stk. 3. Umboð fyri Arbeiðseftirlitið kann møta á fundi í arbeiðsumhvørvisráðnum, uttan atkvøðurætt.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri virki ráðsins, undir hesum um arbeiðsøki ráðsins.
Stk. 5. Formaður og nevndarlimir fáa fundarsamsýning samsvarandi reglum hjá landinum, umframt ferðakostnað.”
8. § 53 verður orðað soleiðis:
“§ 53. Landsstýrismaðurin er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki í arbeiðsumhvørvisspurningum.
Stk. 2. Arbeiðseftirlitið er myndugleiki, sum hevur yvirskipaða eftirlitið við, at ásetingarnar í hesi lóg og ásetingarnar við heimild í hesi lóg, verða fylgdar.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið og økið, ið henda lóg umfatar, verða savnað og skipað í eina eind hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni við hjánavninum Arbeiðseftirlitið.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger avtalu við annan landsstýrismann, hvørs stovn ella myndugleika eftirlitið við Heilsufrøðiligu starvsstovuni verður lagt til eftir hesi lóg.”
9. Í § 54, nr. 6 verður “ansa eftir” broytt til: “hava myndugleikaeftirlit við”.
10. Aftaná § 54 verður sett:
“§ 54 a. Sum liður í eftirlitsuppgávunum sbrt. § 54, nr. 6 kann Arbeiðseftirlitið útinna vandagrundað eftirlit á virkjum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skipan av hesum vandagrundaðu eftirlitum.
Stk. 3. Virki, sum eftir vandagrundað eftirlit kann prógva eitt gott og lýtaleyst arbeiðsumhvørvi, kann sleppa undan regluligum eftirliti eftir § 54, nr. 6.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann áseta smámark viðvíkjandi virkjum, har eftirlit ikki verður mett neyðugt.
Stk. 5. Uttan mun til ásetingarnar í stk. 3 og 4 kann Arbeiðseftirlitið altíð gera ófráboðað eftirlit.”
11. § 56 verður orðað soleiðis:
“§ 56. Landsstýrismaðurin kann gera av, at eitt nærri tilskilað arbeiðsøki hjá Arbeiðseftirlitinum kann verða lagt til aðrar almennar myndugleikar ella privatar stovnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um ástøðiligan og verkligan førleika og, har tað er neyðugt, um akkreditering hjá teimum í stk. 1 nevndu myndugleikum ella privatum stovnum, fyri at kunna taka yvir eitt nærri tilskilað arbeiðsøki hjá Arbeiðseftirlitinum.
Stk. 3. Arbeiðseftirlitið hevur yvirskipaða myndugleikaeftirlitið sbrt. § 54, nr. 6.”
12. Í § 59, stk. 3 verður “Stjórin fyri Arbeiðseftirlitið” broytt til: “Eftirlitsfólk hjá Arbeiðseftirlitinum”.
13. Aftaná § 62 verður í kapittul 12 sett:
“§ 62 a. Landsstýrismaðurin kann leggja heimildir sínar eftir lógini til Arbeiðseftirlitið at fyrisita. Reglur, sum Arbeiðseftirlitið ásetur sambært hesum heimildum, verða kunngjørdar í Kunngerðablaðnum.
Kapittul 12 a
Gjald
§ 62 b. Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð reglur um gjald, sum Arbeiðseftirlitið kann taka fyri útreiðslur, ið standast av:
1) Avgerðum, tiknar sbrt. § 32,
2) ummæli ella góðkenning viðvíkjandi skipanum av arbeiðsgongdum, arbeiðsætlanum og arbeiðshættum sbrt. § 35, stk.1, nr. 4,
3) ummæli ella góðkenning í sambandi við bygging ella umbygging o.tíl. av virkjum o.tíl. sbrt. § 37, stk. 3, nr. 1, ummæli ella góðkenning í sambandi við ætlan um innrætting ella broytingar av hølum, tøkniligum útbúnaði o.tíl., sbrt. § 37, stk. 3, nr. 2,
4) ummæli ella góðkenning av ætlanum um, at bygningar, høli o.tíl. ikki mugu leigast út til vinnulig endamál, fyrr enn spurningurin um, hvørt hølini v.m. kunnu nýtast, sbrt. § 37, stk. 3, nr. 3,
5) ummæli ella góðkenning viðvíkjandi ætlanum um bygging, útinnan og uppsetan av tøkniligum hjálpartólum, sbrt. § 39, stk. 1, nr. 2,
6) fyri góðkenning av vandamiklum evni og tilfari sbrt. § 41, stk. 1, nr. 5,
7) at viðgera ætlanir til framleiðsluhættir, arbeiðspláss, tøknilig hjálpartól v.m., evni og tilfar og geva loyvi, sum eru í samsvari við lógina ella fyrisitingarreglur sbrt. § 54, nr. 5,
8) eftirlit við, at lógin og tær reglur, sum verða gjørdar við heimild í lógini, verða hildnar sbrt. § 55, nr. 6.”
14. Í § 63 verður eftir “Vinnukærunevndina” sett: “innan 4 vikur frá tí degi, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina. Vinnukærunevndin ger av, um kæran skal hava steðgandi virknað.”
15. Í § 64 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Málini verða viðgjørd sum politimál. Rættartiltøkini í rættargangslógini í kapitli 72 (um at leggja hald á) og í kapitli 73 (um rannsókn) eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum.”
16. Aftaná § 69 verður í kapittul 14 sett:
“§ 69 a. Verður eitt brot ikki mett at hava við sær harðari revsing enn bót, kann Arbeiðseftirlitið boða frá, at málið kann verða gjørt av uttan rættarsókn, um tann, sum hevur framt brotið, játtar seg sekan í brotinum og váttar at vera til reiðar, innan eina nærri ásetta freist, ið eftir umsókn kann verða longd, at rinda eina í fráboðanini ásetta bót.
Stk. 2. Fyri ta í stk. 1 nevndu fráboðan verða reglurnar í rættargangslógini um krøv til ákærurit og um ikki at hava skyldu til at taka til orða at nýta samsvarandi.
Stk. 3. Verður bótin goldin rættstundis, ella verður hon, eftir at tikið er við bótini, heintað inn ella goldin, fellur onnur rættarsókn burtur.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mai 2013.
Stk. 2. Løgtingslógin fær virknað fyri mál eftir § 64, har ákæra ikki er reist við Føroya Rætt áðrenn gildiskomu lógarinnar.
Tórshavn, 13. mai 2013
Annika Olsen (sign.)
varaløgmaður
Lm. nr. 83/2012