24. mars 2000Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 32 frá 23. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Eftir § 33, nr. 14, verða sett sum nýggj nr. 15 og 16:
“15) fyri giftar og stakar persónar, sum fáa hægstu fyritíðarpensjón, ein upphædd ávikavist uppá 17.900 kr. og 16.700 kr. í mesta lagi um árið.”.
“16) fyri giftar og stakar persónar, sum fáa miðal fyritíðarpensjón, ein upphædd ávikavist uppá 15.900 kr. og 16.200 kr. í mesta lagi um árið.”.
2) Í § 47, stk. 3, verður “15%” broytt til: “11%”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.
Tórshavn, 24. mars 2000
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður