Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mars 2025Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin)
(Áseting um talgilt samskifti og fráboðan og broyting í krøvunum til samansetingina av Vanlukkutryggingarráðnum)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða (Arbeiðsskaðatryggingarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 48. frá 8. mai 2012, løgtingslóg nr. 51 frá 12. mai 2015 og løgtingslóg nr. 108 frá 10. oktober 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 6, § 10, stk. 2, 1. og 2. pkt., § 25, stk. 2, § 27, stk. 5, § 35, stk. 6, § 44, stk. 5, § 78, stk. 8 og 9, § 79, stk. 5, og § 80, stk. 2, verður “Landsstýrismaðurin” broytt til: “Landsstýrisfólkið”.
2. Í § 17, § 21, stk. 1 og 3, § 26, stk. 2, § 27, stk. 6, § 42, stk. 2, § 43, stk. 1 og 4, § 51, stk. 2, § 78, stk. 6, og § 81, stk. 2, verður “landsstýrismanninum” broytt til: “landsstýrisfólkinum”.
3. Í § 25 verður aftan á stk. 2 sum nýtt stk. 3 sett:
“Stk. 3. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, at upplýsingar skulu skrásetast og sendast talgilt, og kann áseta nærri reglur um talgilda samskiftið.”
4. § 27, stk. 1-3, verða orðað soleiðis:
“Vanlukkutryggingarráðið hevur fimm limir, sum landsstýrisfólkið velur. Forfólkið skal hava lokið løgfrøðiligt embætisprógv, og ein limur skal vera útbúgvin lækni. Limirnir verða valdir fyri fýra ár í senn, tó so at limur verður sitandi, til nýggjur limur er valdur. Harumframt velur landsstýrisfólkið ein varalim fyri forfólkið, ein varalim fyri læknan og ein varalim fyri hinar tríggjar limirnar.
Stk. 2. Limir í Vanlukkutryggingarráðnum mugu ikki starvast hjá ella taka lut í leiðsluni í tryggingarfelag, sum teknar arbeiðsskaðatryggingar í Føroyum, vera limur í ella starvast í Vinnusjúkugrunninum ella starvast hjá Arbeiðs- og brunaeftirlitinum.
Stk. 3. Vanlukkutryggingarráðið skal hava skrivara, sum hevur lokið løgfrøðiligt embætisprógv. Vanlukkutryggingarráðið kann lata skrivaranum heimildir at taka avgerð í ávísum málum, har sum greið siðvenja er. Vanlukkutryggingarráðið skal regluliga kunnast um slíkar avgerðir.”
5. Í § 41, stk. 3, og § 75, stk. 1, verður “Almannastovan” broytt til: “Almannaverkið”.
6. Í § 46, stk. 1 og 2, verður “Almannastovuni” broytt til: “Almannaverkinum”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 25. mars 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 45/2024