27. apríl 2005Nr. 40
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 29 frá 19. mai 2004, verður § 18, stk. 1, nr. 4 orðað soleiðis:
4. A-inntøka til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini, ella fyri A-inntøku til avmarkaða skattskyldu umborð á skipum, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, við seinni broytingum, verða javnmett við skip, ið eru skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóru føroysk, lúka treytirnar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. 69/2004