2. mai 1986Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um hvalaveiðu
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
§ 4 í løgtingslóg nr. 57 frá 5. -juni 1984 um hvalaveiðu verður orðað soleiðis:
»Allur hvalur (Cetacea) er friðaður fyri veiðu uttan mun til veiðuhátt.
Stk. 2. Landsstýrinum er í serstøkum føri saman við fiskivinnunevnd løgtingsins heimilað at undantaka ávís hvalasløg frá friðingini.«
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd.
Tórshavn, 2. mai 1986
Atli P. Dam (sign.)
løgmaður
/ Vilhelm Johannesen (sign.)