Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
4. apríl 2022Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um eigaraíbúðir
(Broyting av reglum um sundurbýti av eldri bygningum í eigaraíbúðir o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 11 frá 3. apríl 1970 um eigaraíbúðir, sum broytt við løgtingslóg nr. 33 frá 26. mai 1988, løgtingslóg nr. 55 frá 25. mai 2009 og løgtingslóg nr. 12 frá 11. februar 2013, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 1, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Undir hesa løgtingslógina koma eigaraíbúðir, ið eru íbúðir, sum hvør sær er egin ogn.”
2. § 2, stk. 2, verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Til íbúðina liggja í sama mun rættindir og skyldur hjá eigaranum sum limur í eigarafelagnum.”
3. § 3 verður orðað soleiðis:
“§ 3. Eigaraíbúðir kunnu bert gerast í bygningi, sum allur er lagdur sundur í eigaraíbúðir.”
4. Í § 4, stk. 2 verður “landsstýrinum” broytt til: “landsstýrismanninum”.
5. Í § 6, stk. 1, verður “o.t.” broytt til: “o.tíl.” og í stk. 2 verður “hann” broytt til: “eigarin”.
6. Í § 7 verður “v.m.” broytt til: “o.a.” og “landsstýrinum í normalkunngerð” til: “landsstýrismanninum í kunngerð”.
7. Í § 9 verður “húsum, sum eru í gerð,” broytt til: “bygningi, sum er í gerð,”og “hann” til: “tann” og “húsunum” til: “bygninginum”.
8. § 10, stk. 1, verður orðað soleiðis:
“Undir løgtingslógina koma bert íbúðir í bygningum, sum eru ætlaðir at leggja sundur í eigaraíbúðir.”
9. Í § 10, stk. 2, nr. 1, verður “byggi-” broytt til: “byggiviðurskifti”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Í Tinganesi, 4. apríl 2022
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 62/2021