Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. mai 2015Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul
(Prístalsjavning, næmingar á serliga skipaðum miðnámi, barnastudningur o.a.)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 36 frá 3. mai 2007 um lestrarstuðul, sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 25. mai 2009, løgtingslóg nr. 154 frá 14. desember 2009, løgtingslóg nr. 135 frá 28. desember 2010, løgtingslóg nr. 174 frá 29. desember 2011 og løgtingslóg nr. 49 frá 15. mai 2014, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2, stk. 1, nr. 1 verður “eru búsitandi í Føroyum” broytt til: “lesa á stuðulsheimilaðari útbúgving í Føroyum”.
2. Í § 4, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Undantikin frá ásetingini í 1. pkt. um próvtøku eru næmingar á serliga skipaðum miðnámi.”
3. Í § 4, stk. 2 verður “umsøkjarar, ið eru eldri enn 18 ár” broytt til: “umsøkjara, ið er fyltur 18 ár”.
4. Í § 12, stk. 2 verður “kr. 724” broytt til: “kr. 966”.
5. Í § 12, stk. 3 verður 1. pkt. strikað, og í staðin verður sett:
“Treytin fyri at fáa studning eftir hesi grein er, at umsøkjarin býr saman við barninum sambært skrásetingini hjá Landsfólkayvirlitinum ella hjá kommununi. Studni kann í serligum førum geva undantak frá bústaðarkravinum.”
6. Í § 13, stk. 1 verður 3. pkt orðað soleiðis:
“Studningurin til skúlagjaldið er í mesta lagi kr. 80.000 um árið.”
7. § 14, stk. 4 verður orðað soleiðis:
“Stk. 4. Fyri tey, ið søkja ferðastudningin í várhálvuni sbrt. § 17, stk. 2 er aldurin í stk. 3 tann aldurin, ið barnið hevur 30. juni í stuðulsárinum, ið søkt verður fyri. Fyri tey, ið søkja ferðastudningin í heysthálvuni sbrt. § 17, stk. 2, er aldurin í stk. 3 tann aldurin, ið barnið hevur 31. desember í stuðulsárinum, ið søkt verður fyri.”
8. § 15, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Treytin fyri at fáa verkætlanarstudningin er, at umsøkjarin gongur á eini góðkendari hægri heiltíðarútbúgving, ið er 2 lestrarár ella longri. Stuðul fæst eisini til MA-lestur, ið er styttri enn 2 ár, og til heiltíðarútbúgving til heilsuhjálpara ella heilsurøktara.”
9. Í § 15 verður sum stk. 4 sett:
“Stk. 4. Er ferðin ikki úr ella til Føroya, men úr ella til Danmarkar, verður upphædd samsvarandi við lægsta flogferðaseðlaprís millum Føroya og Danmark drigin frá upphæddunum til Europa ella aðrastaðni í talvuni í § 14, stk. 3. Er ferðin millum lond, har hvørki Føroyar ella Danmark eru partur av ferðini, tekur Studni avgerð um stuðulsupphæddina við støði í talvuni og meginreglunum í § 14, stk. 3 og 4.”
10. Í § 18, stk. 1 verður aftan á 1. pkt. sum nýtt pkt. sett:
“Studni kann fyri lesandi á serliga skipaðum miðnámi leingja lestrartíðina í samráð við avvarðandi lærustovn við einum ári.”
11. § 18, stk. 2 verður orðað soleiðis:
”Stk. 2. Umsøkjarar á hægri útbúgvingum fáa í mesta lagi lestrarstuðul upp til eitt ár eftir, at ásetta lestrartíðin er lokin. Íroknaður er eisini stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte til útbúgvingar av sama slagi. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar, íroknað stuðulin frá Statens Uddannelsesstøtte.”
12. Í § 19, stk. 1 verður 2. pkt. orðað soleiðis:
“Tó verða nevndu stuðulsupphæddir ikki javnaðar 1. august 2015.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2015.
Í Tinganesi, 7. mai 2015
Kaj Leo Holm Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 110/2014