Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
10. mai 2006Nr. 41
Løgtingslóg um ræði á málum og málsøkjum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 12. desember 2018
§ 1. Øll mál og málsøki eftir lóg nr. 79 frá 12. mai 2005 um mál og málsøki føroyskra myndugleika at yvirtaka eru yvirtikin, sbr. tó stk. 2.
Stk. 2. Undantikin eru hesi mál og málsøki:
1) Brotsmálaumsorgan.
2) 1) (Strikað).
3) Fíggjarstovnar og eftirlit við slíkum.
4) Flogferðsla.
5) 2) (Strikað).
6) Fólkatrygging.
7) Heilsumál, læknar, jarðamøður, sjúkrahús.
8) Ídnaðarhugverksrættur.
9) 3) (Strikað)
10) Leiðarbræv.
11) Løgregla og ákærumyndugleiki og atknýttu partarnir av revsirættarganginum.
12) 4) (Strikað).
13) 5) (Strikað).
14) Rættargangur, heruppií at seta á stovn dómstólar.
15) 6) (Strikað).
16) Sakførarastarvsemi.
17) Serumsorgan.
18) 7) Sjórættur, sjóuppmerking og vitaverk.
20) 9) (Strikað).
21) 10) (Strikað).
22) Útlendingaøki og marknaeftirlit.
23) 11) (Strikað).
24) 12) (Strikað).
§ 2. Er heimild ella skylda á yvirtiknum málsøki løgd til danskan myndugleika sambært lóg, liggja tær nú hjá avvarðandi føroyskum myndugleika.
§ 3. Løgtingslógin fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 10. mai 2006
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. 33/2005
1) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 11. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.” (Strikaður tekstur: “Fíggjarrættur.”)
2) Broytt við løgtingslóg nr. 62 frá 7. juni 2007, har § 2 er soljóðandi: “Løgtingslógin fær gildi ólavsøkudag 2007.” (Strikaður tekstur: § 1, stk. 2, nr. 5 “Fólkakirkjan” og í § 1, stk. 2, nr. 19 verða orðini “Tey frá fólkakirkjuni víkjandi trúarsamfeløg,” strikað.)
3) Broytt við løgtingslóg nr. 151 frá 12. desember 2018, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2019, tó viðvíkjandi kortmyndugleikanum á sjónum 1. januar 2020.” Strikaður tekstur: (“Kort- og landmátingarmyndugleiki.”)
4) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 7. juni 2008, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2008.” (Strikaður tekstur: “Mát og vekt.”)
5) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 29. mai 2017, har § 2 er soljóðandi: “Hendan løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2018.” (Strikaður tekstur: “Persóns-, húsfólka- og arvarættur.”)
6) Broytt við løgtingslóg nr. 7 frá 17. februar 2010, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. mars 2010.” (Strikaður tekstur: “Revsirættur.”)
7) Broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 26. mai 2011, har § er soljóðandi: “Løgtingslógin kemur í gildi 1. august 2011.” (Strikaður tekstur: “Loðslógarøki.”)
8) Broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 19. mai 2008, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi ólavsøkudag 2008.” (Strikaður tekstur: “Halgidagslóggávan.”)
9) Broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2007.” (Strikaður tekstur: “Tilbúgving.”)
10) Broytt við løgtingsló nr. 54 frá 11. mai 2009, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2010.” (Strikaður tekstur: “Upphavsrættur.”)
11) Broytt við løgtingslóg nr. 53 frá 7.juni 2008, har § 2 er soljóðandi: “Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. apríl 2009.” (Strikaður tekstur: “Veðurtænasta.”)
12) Broytt við løgtingslóg nr. 93 frá 22. oktober 2007, har § 2 er soljóðandi: “Løgtingslógin fær gildi 1. januar 2008.” (Strikaður tekstur: “Vinnufeløg, grunnar og feløg og ársroknskaparlóggáva.”)