20. mai 1988Nr. 41
Løgtingslóg um lán/serlán til fiskifør, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað at nýta upp til 150 mió. kr. úr landskassanum ella læna peningin at brúka sum lán/serlán til fiskifør at bøta um rakstrargrundarlag teirra.
§ 2. Lán kunnu veitast til fiskifør, sum eru komin í fíggjarliga trongstøðu vegna broyttu fortreytirnar fyri at reka fiskiskap.
§ 3. Landsstýrið setir reglur um treytir fyri lánveitingini eftir hesi lóg.
2. stk. (Strikað).
§ 4. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir kunngerð.
1) Broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 13. juni 1995.