Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
23. apríl 1999Nr. 41
Løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 30. apríl 2015
(SIT-útbúgvingar)
Kapittul 1
Stevnumið og bygnaður
§ 1. Landsstýrismanninum verður heimilað at skipa fyri støðisútbúgving innan tøkni og hava eftirlit við henni.
§ 2. Útbúgvingin skal verða støði undir framhaldandi yrkisútbúgving, undir víðari tøkniligari útbúgving og undir hægri tøkniligari próvtøku. Útbúgvingin kann eisini enda við sjálvstøðugum prógvi.
Stk. 2. 1) Sum støði undir eini yrkisútbúgving er útbúgvingin skipað sambært teimum reglum, sum ásettar eru í løgtingslóg um yrkisútbúgvingar.
Stk. 3. Sum støði undir víðari tøkniligari útbúgving varir útbúgvingin tvey ár, og verður hon skipað samsvarandi teimum krøvum, sum eru ásett til tær viðkomandi útbúgvingarnar.
Stk. 4. 1) (Strikað).
Stk. 5. 2) Til næmingar við serligum tørvi kann skúlin skipa og bjóða út serliga skipað skúlatilboð, undir hesum kann skúlin skipa aðrar undirvísingarbreytir enn tær, skúlin vanliga bjóðar út.
Stk. 6. 2) Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um treytir og mannagongdir í sambandi við serliga skipað skúlatilboð sbrt. stk. 5.
§ 3. Útbúgvingin skal sum ein samanhangandi heild eisini miða ímóti at geva næmingunum persónligar, samfelagsligar, tøkniligar, fyriskipanarligar, málsligar, mentanarligar, samskiftisligar, kunningartøkniligar og tænastuligar førleikar. Við støði í føroyskum máli og føroyskari mentan skal útbúgvingin leggja dent á at skilja vinnulívskorini og korini fyri vinnulívsmenning bæði í heimligum og altjóða høpi.
§ 4. Útbúgvingin kann skipast sum partvís útbúgving fyri næmingar, sum hava lokið aðra útbúgving á minst sama stigi sum ein fullførd útbúgving eftir hesi lóg.
Stk. 2. Skipað kann verða fyri undirvísing í støkum lærugreinum.
Stk. 3. Skipað kann verða fyri undirvísing fyri sjálvlesandi og í fjarlestri.
§ 5. Útbúgvingin fer fram í skúlum, sum landsstýrismaðurin hevur góðkent.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum, sbr. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um útbúgvingina.
Kapittul 2
Upptøka
§ 6. Næmingur, sum hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans, ella sum hevur í minsta lagi samsvarandi kunnleikastøði, kann eftir umsókn takast upp í útbúgvingina, um upptøkuskúlin metir, at umsøkjarin er førur fyri at fylgja undirvísingini á nøktandi hátt og at taka útbúgvingina til ásetta tíð.
Stk. 2. Næmingur skal kunna velja ímillum tær undirvísingarbreytir, sum skúlin hevur, og sum skúlin metir hann skikkaðan til.
Stk. 3. 1) Sum treyt fyri upptøku kann skúlin krevja, at næmingurin tekur ávísar lærugreinar ella ávísa eykaundirvísing.
Stk. 4. Somu treytir, sum ásettar eru í stk. 1 og 3, skulu setast næmingi, sum verður tikin upp eftir § 4.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin tryggjar í mest møguligan mun, at skikkaðir næmingar sbr. stk. 1 kunnu verða tiknir upp í útbúgvingina.
Stk. 6. 1) Landsstýrismaðurin ásetir gjøllari reglur um og treytir fyri upptøku í útbúgvingina ella partar av útbúgvingini og treytir fyri, at næmingur kann halda fram á næsta skúlaskeiði.
Stk. 7. 2) Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta aðrar treytir fyri næmingar, sum verða tiknir upp sbrt. § 2, stk. 5.
§ 7. Umsøkjari verður tikin upp í tann skúla, sum hann søkir inn á, treytað av at skúlin hevur rúmd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um samstarv millum skúlar um býti av næmingum.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri áleggja skúla at seta útbúgvingar eftir hesi lóg ella partar av teimum á stovn og at taka upp eitt ávíst tal av næmingum.
Kapittul 3
Innihaldið í útbúgvingini
§ 8. 1) Støðisútbúgvingin innan tøkni fevnir um yrkislærugreinar, almennar lærugreinar og vallærugreinar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at undirvíst verður í øðrum lærugreinum.
Stk. 3. 1) Yrkislærugreinar skulu vanliga hava seks tíggjundapartar av samlaðu undirvísingartíðini, almennar lærugreinar tríggjar tíggjundapartar og vallærugreinar ein tíggjundapart.
Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann gera av, at yrkislærugreinar og vallærugreinar verða havdar ístaðin fyri almennar lærugreinar.
Stk. 5. 1) Yrkislærugreinar skulu miða ímóti at menna tann fakliga førleikan, ið sermerkir ávísa útbúgving ella útbúgvingarbólk.
Stk. 6. 1) Almennar lærugreinar skulu miða ímóti at stuðla tann yrkisliga partin.
Stk. 7. 1) Vallærugreinar skulu miða ímóti at nøkta áhugamál næmingsins og at nøkta krøvini fyri upptøku í framhaldandi útbúgving.
§ 9. 1) Landsstýrismaður ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, reglur um, hvørjar yrkislærugreinar og almennar lærugreinar, sbr. § 8, stk. 3 og 4, skulu verða tengdar at tí ávísu útbúgvingargreinini ella ávísa útbúgvingarbólkinum.
Stk. 2. Skúlin ger av, hvørjar vællærugreinar verða bodnar út.
§ 10. Skúlin kann, tá talan er um evnisundirvísing, víkja frá tímabýttu lærugreinaundirvísingini.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um tey í stk. 1 nevndu viðurskifti.
§ 11. Undirvísingin verður løgd til rættis við ynskjum næmingsins í huga og lagað eftir fortreytum og áhuga hansara.
Stk. 2. Serundirvísing og annar sernámsfrøðiligur stuðul kann verða givin næmingi, sum hevur tað fyri neyðini, eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 3. Einstaka næminginum verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetir.
Stk. 4. Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligu undirvísingini á skúlanum í longri tíð, kunnu undirvísingartiltøk verða framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetir.
§ 12. 1) Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum og eftir samtykt frá yrkisnevndini, smb. løgtingslóg um yrkisútbúgvingar, gjølligari reglur um innihaldið í yrkislærugreinum, almennum lærugreinum og vallærugreinum um tímatalið og á hvørjum stigi, tær kunnu takast smb. §§ 8 og 9.
Kapittul 4
Próvtøka
§ 13. Undirvísingin til støðisútbúgving innan tøkni endar við próvtøku.
§ 14. Landsstýrismaðurin ásetir eftir ummæli frá yrkisútbúgvingarráðnum reglur um próvtøku, herímillum royndir og metingar í einum skúlaári, krøv og próvtøkuuppgevingar, próvdøming, próvtøl og ummæli, og um hvussu lærugreinametini í teimum ymsu stigunum og onnur avrik telja við í próvnum.
Kapittul 5
Fígging
§ 15. Landskassin rindar rakstrarútreiðslurnar av góðkendari undirvísing.
Stk. 2. Landskassin kann veita studning til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og til faklig skeið.
Stk. 3. 2) Landskassin fíggjar serliga skipað skúlatilboð sbrt. § 2, stk. 5.
Stk. 4. 2) Landsstýrismaðurin ásetir reglur um ásetingarnar í stk. 1, 2 og 3.
§ 16. Undirvísingin er ókeypis fyri næmingarnar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um gjøld fyri stakgreinalestur, sjálvlesandi og fjarlesandi í sambandi við undirvísing og próvtøku.
Stk. 3. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann heimila skúlum at taka gjald fyri ljóstøk, ið verða nýtt í undirvísingini.
Kapittul 6
Lærarar
§ 17. Lærararnir skulu hava dagførdan fakligan og námsfrøðiligan førleika, sum ger teir skikkaðar at undirvísa í teimum lærugreinum og teimum stigum, teir verða settir til.
Stk. 2. Lærarar, sum undirvísa í lærugreinum á gymnasialum stigi, skulu hava eina hóskandi útbúgving frá hægri lærustovni.
Stk. 3. Lærari skal í seinasta lagi 2 ár eftir setan í fast starv hava staðið námsfrøðiliga próvtøku eftir reglum, ið verða ásettar av landsstýrismanninum.
Stk. 4. Próvdómari skal í minsta lagi lúka somu førleikakrøv sum lærarin í viðkomandi lærugrein.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um førleikakrøv, herímillum um útbúgving og praktiskar royndir, sbr. stk. 1 og 2 og um námsfrøðiliga próvtøku sbr. stk. 3.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann í serligum føri gera undantak frá ásetingunum í hesi grein.
Kapittul 7
Næmingaskyldur
§ 18. 1) Næmingur skal vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.
Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ger reglur um at vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.
Stk. 3. 1) Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar í stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
§ 18 a. 1) Næmingur hevur skyldu at halda skilhaldsreglur stovnsins.
Stk. 2. Leiðari útbúgvingarstovnsins ger reglur fyri skilhald.
Stk. 3. Leiðari útbúgvingarstovnsins hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar sbrt. stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.
Kapittul 8
Kærur
§ 19. 1) Avgerð leiðara útbúgvingarstovnsins í námsfrøðiligum málum, m.a. í próvtøkumálum, kann innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig, ítøkilig og grundgivin.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um kærur sbrt. stk. 1.
Stk. 3. Fyrisitingarlig avgerð, ið er tikin av leiðara útbúgvingarstovnsins, sum ikki er fevnd av stk. 1, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.
Kapittul 9
Aðrar ásetingar
§ 20. Landsstýrismaðurin kann geva skúlastjóranum boð í námsfrøðiligum málum.
§ 21. Landsstýrismaðurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í hesi lóg fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi.
Stk. 2. Royndar- og menningarvirksemi má ikki skerja møguleikar næminganna at nýta teirra útbúgving sum støði undir framhaldslestri, og ei heldur um rættindi og møguleikar teirra á annan hátt.
§ 22. Skúli skal hava næmingarnar tryggjaðar móti skaðum, sum teir kunnu verða fyri undir skúlagongdini.
Kapittul 10
Gildisskipan
§ 23. Henda lóg kemur í gildi 1. august 1999.
Stk. 2. Samstundis sum henda lóg fær gildi, fer løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 um støðisútbúgving innan tøkni, sum broytt við løgtingslóg nr. 92 frá 29. desember 1998 um broyting í løgtingslóg um støðisútbúgving innan tøkni, úr gildi.
Stk. 3. Reglurnar í løgtingslóg nr. 47 frá 28. apríl 1992 við seinni broytingum eru tó galdandi fyri næmingar, sum eru byrjaðir støðisútbúgving innan tøkni áðrenn 1. august 1999.
Tórshavn, 23. apríl 1999
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður
1) Broytt við løgtingslóg nr. 50 frá 8. mai 2012, har stk. 1 og 2 ljóða soleiðis: “Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi, dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. § 1, nr. 1 og 6 fevnir tó ikki um SIT næmingar, sum eru byrjaðir skúlagongdina, áðrenn henda lóg kom í gildi.”
2) Broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 30. apríl 2015.