24. mars 2000Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (Ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 17 frá 14. februar 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
1) Í § 3, stk. 1, verður “avlamis-, einkju- ella fólkapensjón” broytt til: “fyritíðar- ella fólkapensjón”.
2) § 3, stk. 2 og stk. 3, verða orðað soleiðis:
“Stk. 2. Frádrátturin fyri giftar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og giftar persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 10.500 kr.
Stk. 3. Frádrátturin fyri stakar persónar, sum eru 67 ár ella eldri, og stakar persónar, sum fáa fyritíðar- ella fólkapensjón ella fáa hjálp eftir § 13 í forsorgarlógini, er 16.200 kr.”.
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2000.