Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
25. mars 2025Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin)
(Broyting av áseting um lægri veiðigjald, tá ið tøka kvotan minkar serliga nógv og nágreining av veiðigjaldi á lodnu)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 77 frá 5. mai 2021 um veiðigjøld fyri fiskiskap (Veiðigjaldslógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 1. juni 2023, verða gjørdar hesar broytingar:
1. § 5 verður orðað soleiðis:
“§ 5. Veiðigjald á makrel, sild og svartkjaft verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 1 og 2 og verður lagt á veiðu, landað 1. august til og við 31. juli.
Stk. 2. Veiðigjald á lodnu verður roknað eftir ásetingunum í § 9, stk. 4 og verður lagt á veiðu, landað 1. mai til og við 30. apríl.
Stk. 3. Á hvørjum ári, seinast 15. juli, ásetir landsstýrisfólkið í kunngerð veiðigjald fyri makrel, sild og svartkjaft, sum skal vera galdandi 1. august til og við 31. juli árið eftir, samanber tó § 7, stk. 2.”
2. Í § 7, stk. 2, 2. pkt. verður “makreli,” strikað.
3. Í § 7, stk. 2, 2. pkt verður aftan á “kvotu av” sett: “makreli,”.
4. Í § 7 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri makrel.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá framløgudegnum.
Stk. 2. § 1, nr. 3 kemur í gildi 31. desember 2025.
Stk. 3. § 1, nr. 4 fer úr gildi 31. desember 2025.
Í Tinganesi, 25. mars 2025
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 39/2024