Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mars 2002Nr. 41
Løgtingslóg um fólkanøvn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 26. mars 2021
Kapittul I.
Nøvn og navnagáva
§ 1. Hvørt barn skal við dópi ella navnagávu fáa navn, áðrenn tað er 6 mánaðir gamalt.
Stk. 2. 1) Eingin skal hava fleiri enn trý fornøvn, eitt millumnavn og eitt eftirnavn. Nøvn kunnu ikki verða bundin hvørt at øðrum við bindistriku.
Stk. 3. Foreldur ella tann, ið foreldramyndugleikan hevur, skal boða frá navninum hjá skrásetingarmyndugleikanum innan ta freist, ið er ásett í stk. 1. Skrásetingarmyndugleikin er kirkjubókaførandi sóknarpresturin í tí prestagjaldi, har móðurin býr, tá ið barnið verður borið í heim.
Stk. 4. Navnabroytingar fara fram við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan ella við loyvi frá landsstýrismanninum.
Kapittul II
Fornavn
§ 2. Sum fornøvn verða ikki viðurkend nøvn, sum ikki av røttum eru fornøvn, og onnur nøvn, ið kunnu haldast at verða fólki til ampa.
Stk. 2. Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur.
Stk. 3. Navn, sum ikki er á navnalistanum, kunnu foreldur ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, leggja fyri navnanevndina, sbr. § 21, stk. 1, ið ger av, um navnið kann verða givið.
Stk. 4. 2) Navnanevndin kann eftir umsókn gera undantak frá stk. 2, tá ið uppkallað verður eftir fólki í ættini.
Stk. 5. 2) Tá ið mett verður, um undantak kann verða givið til uppkalling, skal dentur verða lagdur á, at navnið í høvuðsheitum líkist navninum á tí, ið kallað verður upp eftir. Í hesum sambandi skal atlit havast at:
1) navnafrøðiliga upprunanum,
2) stavsetingini og
3) framburðinum av navninum, ið søkt verður um.
Stk. 6. 2) Uppkalling í ættini verður avmarkað til, at tann, ið kallað verður upp eftir, er:
1) systkin hjá barninum,
2) foreldur, omma ella abbi, langomma ella langabbi,
3) systkin hjá foreldrum,
4) systkinabarn, ella
5) ommu- ella abbasystir, ommu- ella abbabeiggi.
Stk. 7. 2) Fyri hvørt navnið, ið givið verður, kann bara verða kallað upp eftir einum navni.
§ 3. Navn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt ella umskift við annað navn. Tann, sum hevur fleiri nøvn, kann við at boða skrásetingarmyndugleikanum frá fáa eitt ella fleiri teirra strikað.
Stk. 2. Ein, sum áður hevur fingið navnið broytt ella umskift við fráboðan, kann einans fáa navnið broytt ella umskift aftur við loyvi frá landsstýrismanninum.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann fornavn/fornøvn á barninum verða broytt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. Ættleidd kunnu við loyvi frá landsstýrismanninum taka upprunaliga navnið aftur ella aftrat navninum.
Stk. 4. 2) Í teimum førum, ið nevnd eru í stk. 1 og 2, verða § 1 og § 2, stk. 1-4 nýtt samsvarandi. Í tí føri, sum nevnt er í stk. 3, 1. pkt., verða §§ 1 og 2 nýttar samsvarandi.
Kapittul III
Millumnavn
§ 4. Millumnavn kann vera millumnavnið hjá faðir ella móður ella eitt navn, sum barnið kann fáa sum eftirnavn eftir reglunum í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Eisini kann landsstýrismaðurin eftir umsókn loyva millumnavni, sum barnið kann fáa sum eftirnavn ella hevur serligt tilknýti til.
§ 5. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, skal boða skrásetingarmyndugleikanum frá hesum. Millumnavnið skal tá vera eitt av nøvnunum, ið nevnd eru í §§ 7-8 og § 11, stk. 1, nr. 1.
Stk. 2. Tann, sum vil fáa sær millumnavn ella broyta tað, kann eisini við loyvi frá landsstýrismanninum fáa sær millumnavn sambært reglunum í § 10 og § 11, stk. 1, nr. 2-3.
Stk. 3. Í sambandi við ættleiðing kann millumnavn á barninum verða broytt við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan. § 4 verður nýtt samsvarandi.
Stk. 4. Millumnavn kann verða strikað við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan.
Kapittul IV
Eftirnavn
§ 6. Við eftirnavn verður annaðhvørt skilt ættarnavn, sum er ella kann verða fast eftirnavn, ella eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi.
Stk. 2. Ættarnavn, sum er ella kann verða fast eftirnavn, kann verða givið víðari. Eftirnavn, sum er fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við –son ella –dóttir aftrat í samsvari við kyn hjá viðkomandi, kann ikki verða givið víðari, hvørki til eftirkomarar ella hjúnafelaga.
§ 7. Eftirnavn kann vera
1) ættarnavn faðirs ella móður,
2) ættarnavn, sum annað av foreldrunum seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.
Stk. 2. Í staðin fyri ættarnavn kann eftirnavnið hjá barninum vera fornavn faðirs ella móður í hvørsfalli við -son ella -dóttir aftrat í samsvari við kyn barnsins. Er navn faðirs ella móður tvínevni, verður bert annað navnið nýtt í hesum føri.
§ 8. Eftirnavn kann við fráboðan til skrásetingarmyndugleikan verða broytt til eitt av hesum nøvnunum:
1) Eitt av eftirnøvnunum nevndum í § 7, stk. 2.
2) Eitt av ættarnøvnunum nevndum í § 7, stk. 1, nr. 1-2, tó ikki, um navnið er fingið við giftu.
3) Eitt ættarnavn, sum annað av foreldrunum hevur fingið, eftir at barnið er borið í heim, og sum ikki er fingið við aðrari giftu. Er navnið fingið eftir § 10, skulu foreldrini ella tann, sum foreldramyndugleikan hevur, loyva broytingina.
4) Ættarnavn, sum ein fyrr hevur borið, tó ikki um navnið er fingið við giftu.
5) Ættarnavn hjá stjúkfaðir ella stjúkmóður, tó ikki um navnið er fingið við giftu, ella tað ættarnavnið, ið stjúkfaðir ella stjúkmóðir seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu. Stjúkfaðir ella stjúkmóðir skal loyva broytingina.
§ 9. Ættleitt barn fær ættarnavnið hjá ættleiðingarforeldrunum eftir § 7, stk. 1, nr. 1-2 ella eftirnavn eftir § 7, stk. 2.
Stk. 2. Tó kann í ættleiðingarloyvinum verða tilskilað, at barnið framvegis skal bera sítt eftirnavn.
§ 10. Landsstýrismaðurin kann geva loyvi til ættarnavn, sum ikki kann fáast við fráboðan eftir § 8, nr. 2-5 ella § 13.
Stk. 2. Loyvi eftir stk. 1 verður eftir umsókn givið við navnaprógvi.
Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann tó ikki játta umsókn eftir stk. 1, um navnið
1) er vart eftir § 12,
2) er alkunnugt søguligt eftirnavn,
3) líkist so nógv teimum nøvnum, ið nevnd eru í nr. 1 og 2, at tey lætt verða blandað,
4) ikki er í samljóði við føroyskar málreglur,
5) er navn á landi, oyggj, býi ella bygd,
6) er navn á virki, vøru, felagi og tílíkum, sum er skrásett,
7) av røttum er eitt fornavn, ella
8) er óhóskandi ella kann verða argandi.
Stk. 4. Verður søkt um ættarnavn, ið ikki er eitt av teimum í § 11, stk. 1, nr. 1-3 nevndu og ivi er um, um navnið er í samljóði við føroyskar málreglur, verður málið lagt fyri navnanevndina til ummælis.
Stk. 5. Er ivi um stavseting ella snið navnsins, ger landsstýrismaðurin av eftir tilmæli frá navnanevndini.
§ 11. Landsstýrismaðurin kann, hóast § 10, stk. 3, nr. 1-8, játta umsókn eftir § 10, stk. 1, um:
1) umsøkta ættarnavnið er ættarnavn, sum verður borið ella hevur verið borið av einum av foreldrum umsøkjarans, ommum og abbum, langommum og langabbum, tó ikki, um navnið er fingið við giftu,
2) umsøkta ættarnavnið er ættarnavnið hjá fosturfaðir ella fosturmóður, um fosturfaðir ella fosturmóðir gevur loyvi,
3) umsøkta ættarnavnið er ættarnavn, sum umsøkjarin hevur serstakt samband við, ella
4) umsóknin snýr seg um at rætta stavingarháttin.
Stk. 2. Hóast navn er vart eftir § 12, er loyvt uttan umsókn at nevnast -son ella -dóttir faðirs ella móður sambært § 7, stk. 2 og § 8, nr. 1. Ikki er hereftir loyvt at taka upp nýggj ættarnøvn, ið eru samansett av fornavni við -son ella - dóttir aftrat.
Stk. 3. 2) Bústaðar- ella húsanøvn eru einans vard soleiðis, at onnur, ið kunnu vísa á, at tey hava tilknýti til bústað ella hús við sama navni, eisini kunnu fáa loyvi til navnið. Tað er tó ein treyt, at umsøkjarin sjálvur, foreldur, omma ella abbi umsøkjarans búgva ella hava búð á bústaðnum ella í húsunum.
§ 12. Vard nøvn eru:
1) Nøvn, ið eru vard eftir § 12 í løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn,
2) ættarnøvn, ið hereftir verða loyvd sambært § 10, stk. 1.
Stk. 2. Við skrivligari fráboðan til landsstýrsmannin kunnu eisini ættarnøvn, sum fólk, ið býr í Føroyum, ber, verða vard.
Kapittul V
Millum- og eftirnavn í sambandi við giftu
§ 13. Vilja hjúnafelagar hava sama eftirnavn, kann annar teirra, við samtykki frá hinum, boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur ættarnavnið hjá hinum, tó ikki um navnið er fingið við giftu.
Stk. 2. 1) Vilja hjúnafelagar hava sama millumnavn, kann annar teirra, við samtykki frá hinum, boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur millumnavnið hjá hinum, tó ikki um navnið er fingið við giftu.
Stk. 3. 1) . Hjúnafelagi, ið hevur fingið millumnavn ella eftirnavn sítt við giftu, kann boða vígslumyndugleikanum frá, at hann tekur millumnavnið ella eftirnavnið aftur, sum hann bar undan vígsluni, ella tað millumnavnið ella eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu.
Stk. 4. 1) Tann av hjúnafeløgunum, ið hevur tikið ættarnavnið hjá hinum hjúnafelagnum, kann boða vígslumyndugleikanum frá, um hann ynskir at nýta tað eftirnavnið, sum hann seinast hevur borið, og sum ikki er fingið við giftu, sum millumnavn.
Kapittul VI
Gjald fyri navnaprógv o.a.
§ 14. Fyri navnaprógv verður latið eitt gjald uppá kr. 1.000,- til landskassan. Gjaldið verður latið samstundis, sum umsókn um navnaprógv verður send landsstýrismanninum.
Stk. 2. Fevnir umsóknin um fleiri persónar, verður latið gjald fyri hvønn teirra.
Stk. 3. Tó skal bert latast eitt gjald, um umsóknin fevnir um:
1) hjún,
2) systkin undir lógaldri ella
3) foreldur og børn teirra, sum eru undir lógaldri.
Stk. 4. Viðvíkjandi stjúk- ella fosturbørnum verður fyriskipanin í stk. 3 um systkin og børn undir lógaldri nýtt samsvarandi.
Stk. 5. Verður navnaprógv ikki givið, verður gjaldið afturrindað umsøkjaranum/ umsøkjarunum.
§ 15. Gjald verður ikki latið fyri navnaprógv til barn, um umsóknin er send landsstýrismanninum innan 6 mánaðir eftir, at barnið er føtt, ella innan 6 mánaðir eftir, at barnið er ættleitt.
§ 16. Fólk, sum ikki eru skrásett í kirkjubók í Føroyum, ella ikki eru gift hjá einum myndugleika her á landi, men sum í aðrar mátar hava rætt til at broyta navn við fráboðan, kunnu við navnaprógvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi at broyta navnið.
Stk. 2. Navnabroyting, ið kann loyvast við fráboðan – annaðhvørt til skrásetingarmyndugleikan ella vígslumyndugleikan – kann eisini loyvast við navnaprógvi í sambandi við, at navn verður broytt við heimild í § 5, stk. 2, §§ 10 og 11.
Stk. 3. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv sambært stk. 1.
§ 17. Einki gjald verður latið fyri navnaprógv við heimild í § 11, stk. 1, nr. 4.
Kapittul VII
Fráboðanir og umsóknir
§ 18. Fyri tann, sum ikki hevur lógaldur, skulu foreldrini ella tann, sum hevur foreldramyndugleikan, boða frá navnabroytingini ella søkja um loyvi til navnabroytingina.
Stk. 2. Er fráboðanin ella umsóknin fyri ein, sum er 12 ár ella eldri, krevst samtykki frá viðkomandi. Í serligum føri kann undantak verða givið frá hesum.
§ 19. Í sambandi við navnagávu ella navnabroyting skal avvarðandi myndugleiki boða viðkomandi myndugleikum frá navninum ella navnabroytingini.
Kapittul VIII
Navnanevnd o.a.
§ 20. Landsstýrismaðurin setir nevnd við 3 limum og 3 varalimum.
Stk. 2. Formaðurin í nevndini, sum skal vera málfrøðingur, verður valdur eftir tilmæli frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Prestafelag Føroya og Mentamálastýrið mæla til hvør sín lim.
Stk. 3. Navnanevndin situr 5 ár í senn.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ger reglugerð fyri navnanevndina.
§ 21. Navnanevndin ger leiðbeinandi lista við fornøvnum og endurskoðar hann javnan. Nevndin skal geva ráð um fólkanøvn, stavseting teirra, bending o.a. Nevndin skal breiða út vitan um føroyskan navnasið, og skipa fyri útgávu av tilfari hesum viðvíkjandi. Landsstýrismaðurin kann biðja um tilmæli frá nevndini, áðrenn loyvi verður givið til navnabroytingar.
Stk. 2. Navnanevndin tekur avgerð í málum, ið løgd verða fyri hana eftir § 2, stk. 3 og 4.
Stk. 3. 1) Avgerðir hjá navnanevndini eftir stk. 2 kunnu kærast til landsstýrismannin í seinasta lagi 4 vikur eftir, at avgerðin er fráboðað viðkomandi.
Stk. 4. 2) (Strikað).
§ 22. Landskassin ber kostnaðin av arbeiðinum hjá navnanevndini.
Stk. 2. Limirnir fáa fundarpening og ferðaútreiðslur goldnar eftir reglum landsins um fundarpening og ferðapening. Samsýningar til formannin skulu góðkennast av landsstýrismanninum.
Kapittul IX
Brot ímóti lógini og revsing
§ 23. Tann, ið av órøttum nýtir eitt navn, verður revsaður við bót. Átala verður bert reist, um ein órættaður krevur tað, ella um almenn áhugamál krevja tað.
Stk. 2. Kann nakar prógva, at annar nýtir navn hansara av órøttum ella navn, ið líkist hansara so nógv, at tey kunnu verða blandað, kann tann, ið órættin ger, verða dømdur til at gevast at nýta navnið.
Stk. 3. Tann, sum brýtur ásetingarnar í § 1, stk. 3, 1. pkt. verður revsaður við bót.
Kapittul X
Ymiskar fyriskipanir
§ 24. Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur um, hvussu lógin verður framd.
§ 25. Landsstýrismaðurin kann gera sáttmálar við Danmark, Grønland og onnur lond um viðurskiftini millum føroyskar og fremmandar rættarreglur um fólkanøvn, teirra millum navnavernd.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann gera reglur um viðurskiftini millum føroyskar rættarreglur um fólkanøvn, teirra millum um navnavernd, og samsvarandi reglur, ið galda í Danmark, Grønlandi og hinum Norðurlondunum.
Stk. 3. Fólk úr øðrum landi kann við loyvi frá landsstýrismanninum fáa loyvi til at geva barni sínum navn í samsvari við navnasið í avvarðandi landi.
Kapittul XI
Gildiskoma og skiftisreglur
§ 26. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2002.
Stk. 2. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 142 frá 8. oktober 1992 um fólkanøvn.
§ 27. Navnanevndin, sum er sett við heimild í § 16, stk. 1 í teirri í § 26, stk. 2 nevndu løgtingslóg, skal verða vald av nýggjum í seinasta lagi 31. desember 2003.
Tórshavn, 26. mars 2002
Anfinn Kallsberg, (sign.)
løgmaður