27. apríl 2005Nr. 41
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 77 frá 8. desember 2004, verður gjørd henda broyting:
§ 1 verður orðað soleiðis:
”§ 1. Fyri motorakfør v.m., sum eru skrásetingarskyldug eftir ferðslulógini, verður ásett eitt skrásetingargjald, sum er eitt virðisgjald.
Stk. 2. Afturat skrásetingargjaldinum verður rindað eitt eykagjald, sum er 25 % av skrásetingargjaldinum. Meirvirðisgjaldsskrásett virkir, sum í síni heild hava rætt til frádrátt eftir meirvirðisgjaldslógávuni, kunnu eftir umsókn fáa eykagjaldið endurrindað.
Stk. 3. Gjøldini, sum nevnd eru í stk. 1 og 2, verða at rinda í landskassan, samstundis sum akfarið verður skrásett.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Bárður Nielsen (sign.)
Lm. nr. 77/2004