Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Fíggjarmálaráðið
  • Útgávudagur: 12-05-2009
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2009 A - Hefti 11 A frá 12. mai 2009
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

4. mai 2009Nr. 42

Løgtingslóg um landsins játtanarskipan

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Játtanarlógir og aðalreglur um játtan

§ 1. Eingin útreiðsla má verða goldin og ikki má verða tikið ímóti inntøku, er játtan ikki útvegað frammanundan.

§ 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum leggur fram vegna landsstýrið:

1)   Uppskot um løgtingsfíggjarlóg ella bráðfeingis játtanarlóg.

2)   Uppskot um eykajáttan, sum fevnir um broytingar, sum Løgtingið ger í játtanum, eftir at fíggjarlógin er samtykt.

3)   Uppskot um eykajáttan, sum fevnir um broytingar, sum fíggjarnevndin ger í játtanum, tá hesar hava skund.

4)   Uppskot um eykafíggjarlóg, sum fevnir um tær eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur veitt í fíggjarárinum.

Stk. 2. Lógaruppskot um neyðuga fylgilóggávu verður lagt fram og samtykt í seinasta lagi samstundis, sum játtanaruppskot verður lagt fram og samtykt, smbr. stk. 1, nr. 1 og 2.

 

§ 3. Fíggjarlógin skal fevna um allar inntøkur og útreiðslur landsins og vera grundað á veruleikakendar vónir og so hollar ætlanir sum til ber um inntøkur og útreiðslur í fíggjarárinum.

Stk. 2. Fíggjarlógin skal verða ætlað eftir somu meginreglum, sum eru galdandi fyri gerð og uppsetingini av landsroknskapinum, sambært lóg um landsins almenna roknskaparhald v.m.

§ 4. Allur beinleiðis og óbeinleiðis skattur, sum kravdur verður inn við heimild í lóg, verður førdur á fíggjarlógina.

§ 5. Við á fíggjarlógina verða tiknir stovnar og grunnar o.t., hvørs útreiðslur ella roknskaparligu hall verða goldin við studningi frá landinum ella við gjøldum ella aðrari inntøku sambært lóg, ella sum eru ella partvís eru stovnaðir við kapitalinnskoti frá landinum.

Stk. 2. Stk. 1. verður tó ikki nýtt, um reglur eru í aðrari lóg, sum víkja frá hesum.

§ 6. Játtanir verða veittar á høvuðskontum sum bruttojáttanir við serstakari játtan til at halda útreiðslur og hava inntøkur.

Stk. 2. Farið kann ikki verða út um útreiðslujáttan við at vísa til meirinntøku í mun til inntøkujáttan.

§ 7. Tá ið veitt játtan verður nýtt, skulu neyðug búskaparlig atlit verða tikin.

Kapittul 2

Játtanararbeiði og játtanareftirlit

§ 8. Fyri 1. apríl leggur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fram uppskot til løgtingssamtykt, sum fevnir um ein samlaðan játtanarkarm fyri fíggjarlógina næsta ár, býtt á greinar.

Stk. 2. Ein frágreiðing (Búskaparfrágreiðing I), sum lýsir og metir um búskaparstøðu Føroya, herímillum tann almenna geiran, verður løgd við uppskotinum til løgtingssamtykt.

Stk. 3. Hvør landsstýrismaður ger innan fyri tillutaða játtanarkarmin sín part av fíggjarlógaruppskotinum.

§ 9. Samstundis sum fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram, leggur landsstýrismaðurin við fíggjarmálum fram frágreiðing (Búskaparfrágreiðing II), sum gjølligari lýsir og metir um innihaldið í fíggjarlógaruppskotinum og greiðir frá játtanareftirlitinum í fíggjarárinum.

Kapittul 3

Uppseting og innihald í fíggjarlógaruppskotinum

§ 10. Fíggjarlógaruppskotið er sett saman av sjálvum uppskotinum, sum fevnir um játtan og átekningar, og viðmerkingum til uppskotið.

Stk. 2. Fíggjarlógaruppskotið er býtt í lógargreinar, hvørt landsstýrismannaøki hevur sína grein, Løgtingið hevur sína grein, ein serlig grein er til inntøkur og ein grein er til gjaldføri og skyldur.

Stk. 3. Lógargreinirnar verða býttar í høvuðsøki eftir endamáli og høvuðskontum.

§ 11. Viðmerkingarnar til fíggjarlógaruppskotið skulu hava tilvísingar til lógarásetingar, sum gera av, hvussu játtanin verður nýtt, lýsing av teimum úrslitum, miðað verður eftir við játtanini, og upplýsingar um nádd úrslit o.t.

Stk. 2. Inntøkur og útreiðslur verða vístar í fleirárs yvirlitum, sum fevna um síðstu roknskapirnar, fíggjarlógina, fíggjarlógaruppskotið og veruligar fíggjarætlanir fyri fylgjandi fíggjarár.

§ 12. Við átekning kann heimild verða givin at gera avtalur, sum hava við sær útreiðslur í fylgjandi fíggjarárum, og gjørdar kunnu verða ítøkiligar lógarásetingar viðvíkjandi játtanum.

Stk. 2. Átekningar kunnu bara verða tiknar við á fíggjarlóg ella eykajáttan, smbr. § 2, stk. 1, nr. 1. og 2, og hava bara gildi í sama fíggjarári.

§ 13. Ikki ber til at flyta játtan millum høvuðskontur ella flyta játtanir til seinni fíggjarár.

Stk. 2. Innanhýsis flytingar millum høvuðskontur kunnu tó verða loyvdar við átekningum.

Kapittul 4

Játtanarsløg

§ 14. Játtanirnar á fíggjarlógini kunnu liðast í hesi játtanarsløg, sum serligar ræðisreglur galda fyri:

1)   Rakstrarjáttan.

2)   Løgujáttan.

3)   Lógarbundin játtan.

4)   Stuðulsjáttan.

Stk. 2. Játtanarslagið skal síggjast á høvuðskontuni.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum tekur støðu í ivaspurningum um játtanarsløg.

Rakstrarjáttan

§ 15. Rakstrarjáttan verður brúkt, tá ið endamálið við játtanini fyrst og fremst verður rokkið við virksemi, sum fevnir um at seta starvsfólk og at halda útreiðslurnar í hesum sambandi, herímillum at keypa vørur og tænastur, útvega tilfar og rakstur av bygningum landsins.

§ 16. Hóast ásetingina í § 6 verður rakstrarjáttan sett upp sum nettoútreiðslujáttan. Er inntøkan hægri enn ætlað, kunnu verða hildnar fleiri útreiðslur, bert ikki verður farið út um nettoútreiðslujáttanina. Er inntøkan minni enn ætlað, hevur hetta við sær, at útreiðslurnar skulu skerjast samsvarandi.

Stk. 2. Hóast ein játtan verður latin sum nettojáttan, verða inntøkur og útreiðslur settar upp fyri seg í viðmerkingunum (meginreglan um at skráseta brutto), um ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gevur loyvi til at víkja frá meginregluni.

Stk. 3. Í viðmerkingunum til rakstrarjáttan skulu vera yvirlit yvir starvsfólkanýtslu, sum vísir lønarsamtøl og tal av ársverkum.

§ 17. Landsstýrismaður kann gera avtalur, sum hava útreiðsluvirknað í seinni fíggjarárum, um tað er ein náttúrlig fortreyt fyri einum skynsamum og framhaldandi rakstri.

§ 18. Ber virksemi handilsligan dám, kann landsstýrismaðurin í fíggjarmálum loyva, at tað verður framt eftir ræðisreglum galdandi fyri landsfyritøkur.

§ 19. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at inntøkufíggjað virksemi kann verða framt undir rakstrarjáttan, um tað er sprottið náttúrliga úr vanliga virksemi stovnsins.

§ 20. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kann loyva, at tað undir rakstrarjáttan kann fara fram virksemi av ikki handilsligum slag, sum er fíggjað við stuðli, og sum er sprottið úr vanliga virksemi stovnsins.

§ 21. Loyvi at reka landsfyritøku, smbr. § 18, inntøkufíggjað virksemi, smbr. § 19, og stuðulsfíggjað virksemi, smbr. § 20, skal verða greitt í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið.

Løgujáttan

§ 22. Løgujáttan verður nýtt í sambandi við bygging, ognan ella avhending av bygningum, løgum og skipum o.ø. og í sambandi við stór viðlíkahaldsarbeiði.

Stk. 2. Hóast ásetingina í § 13, kann tað við átekning verða givin heimild at flyta óbrúktar løgujáttanir til seinni fíggjarár.

Stk. 3. Í viðmerkingunum til løgujáttanir skal verða ein frágreiðing um tað ávísa løguarbeiðið og upplýsingar um útreiðslurnar fyri alla verkætlanina, liðaðar á fíggjarár.

Stk. 4. Viðmerkingar til inntøkujáttanir skulu lýsa grundarlagið undir inntøkumetingum.

Lógarbundin játtan

§ 23. Lógarbundin játtan verður nýtt til lógarbundnan stuðul, har móttakaraskari og stuðulsupphædd ella útrokningargrundarlag eru ásett við lóg.

Stuðulsjáttan

§ 24. Stuðulsjáttan verður nýtt til stuðul, sum ikki er lógarbundin, til lán og til útreiðslur fyri veðhald.

Stk. 2. Verða stuðul, lán og innloyst veðhald afturrindað, verða tey tikin við undir stuðulsjáttan.

Stk. 3. Sama um gjald heilt ella fyri ein part verður goldið í einum seinni fíggjarári, so verða tilsagnir um stuðul og lán útreiðsluførdar í tí fíggjarári, tá ið bindandi tilsøgn er givin. Tilsagnarupphæddir, ið ikki eru útgoldnar við ársenda, verða fluttar til fíggjarstøðuna, har tær standa støðlaðar, til tilsøgnin endaliga verður avgreidd.

Stk. 4. Viðmerkingar til stuðulssjáttanir skulu lýsa neyvt endamál, mótakaraskara, útrokningarhátt, samantalda studningsupphædd og útgjaldingartíð.

Kapittul 5

Stuðulsfyrisiting

§ 25. Til tess at tryggja skynsama stuðulsfyrisiting skulu reglur verða ásettar um:

1)   Endamálið við stuðlinum.

2)   Móttakaraskara og útrokningargrundarlag.

3)   Útgjaldshátt og útgjaldstíð.

4)   Málsviðgerð.

5)   Viðtøkur fyri sjálvsognarstovnar.

6)   Eftirlit.

7)   Fíggjarætlan, roknskap og grannskoðan.

8)   At geva ella taka aftur tilsøgn og at afturrinda stuðul.

9)   Upplýsingarskyldu og atgongd til kanning á staðnum og kanning av roknskapartilfari.

10) Møguliga sekt við bót fyri at bróta reglurnar.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum ásetur reglur, sum víst í stk. 1.

Stk. 3. Í tann mun slíkar reglur ikki longu eru ásettar í ella sambært lóg verða reglurnar, ásettar eftir stk. 2, nýttar.

Kapittul 6

Aðrar ásetingar

§ 26. Tað liggur á landsstýrismanninum í fíggjarmálum at síggja til, at hvør einstakur landsstýrismaður altíð heldur ásetingarnar í hesi lóg og reglur, gjørdar sambært lógini.

§ 27. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum fær heimild at áseta neyvari reglur um:

1)   Uppseting og innihald í uppskoti til fíggjarlóg.

2)   Rakstrarjáttan, herímillum hvørjar inntøkur og útreiðslur, ið kunnu verða tiknar við.

3)   Fíggjarligan rakstur av landsfyritøkum.

4)   Fíggjarligan rakstur av inntøkufíggjaðum virksemi.

5)   Fíggjarligan rakstur av stuðulsfíggjaðum virksemi, og meginreglur fyri, nær hesar inntøkur verða skrásettar.

6)   Løgujáttan.

7)   Lógarbundna játtan.

8)   Stuðulsjáttan.

9)   Avmarkingar í flytingum millum standardkontur.

Kapittul 7

Gildiskoma

§ 28. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur við neyðugum frávikum virknað fyri fíggjarlógaruppskotið fyri 2010.

Stk. 2. § 5 fær tó ikki virknað fyrr enn 1. januar 2010.

 

 

Tórshavn, 4. mai 2009

 
Kaj Leo Johannesen (sign.)
løgmaður
 
Lm. nr. 136/2008