Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
7. apríl 2020Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m.
(Fólkapensjonistar og starvsfólk rætt til dagpening vegna sjúku orsakað av COVID-19)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 24 frá 18. mars 2020, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 2 a verða sum stk. 2-4 sett:
“Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4, kann persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, og sum hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald ella at heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19, fáa dagpening.
Stk. 3. Dagpeningaupphæddin sbrt. stk. 2 verður roknað eftir § 8, stk. 1-3 og § 9, stk. 1 og 3, tó í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn.
Stk. 4. Eftirlønargjald verður ikki lagt aftrat dagpeningum sbrt. stk. 2.”
2. Sum yvirskrift yvir § 2 b verður sett:
“Afturrindanarskipan fyri privatar arbeiðsgevarar”
3. § 2 b verður orðað soleiðis:
“§ 2 b. Hóast § 2, stk. 3 og § 3, stk. 1 kann privatur arbeiðsgevari fáa afturrindaðar tær lønarútreiðslur, ið standast av, at starvsfólk, sum hevur rætt til løn undir sjúku, men annars lýkur vanligu treytirnar í hesi løgtingslógini, hevur fingið staðfest COVID-19, av heilsumyndugleikunum er settur í sóttarhald, ella heilsumyndugleikarnir hava mælt til at fara í sóttarhald orsakað av COVID-19.
Stk. 2. Hóast ásetingina í § 4, er persónur, sum hevur fingið tillutað fólkapensjón ella er fyltur 70 ár, fevndur av ásetingini í stk. 1.
Stk. 3. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 1, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi tann upphædd, sum starvsfólkið vildi havt rætt til sbrt. § 9, um viðkomandi leyk treytirnar um rætt til dagpening eftir hesi løgtingslóg. Hjá mánaðarløntum kann arbeiðsgevari nýta seinast útgoldnu mánaðarlønina sum inntøkugrundarlag sbrt. § 8, stk. 1.
Stk. 4. Upphæddin, sum verður afturrindað sbrt. stk. 2, verður roknað eftir § 8, stk. 1-3. Afturgjaldið er í mesta lagi 500 kr. um dagin, íroknað frítíðarløn.
Stk. 5. Afturgjaldið sbrt. stk. 2 fevnir ikki um eftirlønargjald.
Stk. 6. Afturrindan sbrt. stk. 1 og 2 fevnir ikki um starvsfólk, sum heilt ella lutvíst kunnu røkja arbeiðið heimanífrá.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 12. mars 2020 og fer úr gildi 30. juni 2020.
Stk. 2. Umsóknir sbrt. hesi løgtingslóg, sum eru fyri tíðarskeiðið frá 12. mars 2020 til og við 30. juni 2020, men sum ikki eru Almannaverkinum í hendi ella ikki eru liðugt viðgjørdar, áðrenn løgtingslógin fer úr gildi, verða viðgjørdar sbrt. reglunum í hesi løgtingslóg.
Í Tinganesi, 7. apríl 2020
Bárður á Steig Nielsen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 129/2019