9. apríl 2003Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um vektgjald av motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 38 frá 31. mars 1982 um vektgjald av motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 26. mars 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
Í § 13 a verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Landsstýrismanninum verður heimilað at áseta nærri reglur fyri ellisakfør.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 9. apríl 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður