Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
16. mai 2024Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fjarskifti (Fjarskiftislógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 43 frá 28. mai 2026
(Ásetingar um kortlegging og skanning í sambandi við nettrygd og um at nágreina ásetingar um at savna upplýsingar)
§ 1
Í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti (Fjarskiftislógin), sum broytt við § 72 í løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020 og § 9 í løgtingslóg nr. 31 frá 17. mars 2022, verða gjørdar hesar broytingar:
1. Í § 1 verður sum stk. 2 sett:
“Stk. 2. Endamálið við § 58 a er at fremja nettrygd.”
2. Í § 2 verða sum stk. 5 og 6 sett:
“Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-4, eru ikki galdandi fyri § 58 a.
Stk. 6. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvat virksemi er fevnt av § 58 a.”
3. § 58, stk. 2 verður orðað soleiðis:
“Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann krevja allar upplýsingar, dátur o.a. útflýggjaðar, sum Fjarskiftiseftirlitið metir hava týdning fyri virksemið hjá Fjarskiftiseftirlitinum ella fyri at gera av, um ávís viðurskifti eru partur av øki løgtingslógarinnar. Upplýsingarnar, dátur o.a. kunnu vera av einum og hvørjum slag. Fjarskiftiseftirlitið kann eisini krevja, at dátur ella upplýsingar verða latnar inn regluliga, og kann seta krøv til innihald, uppseting, elektroniska innlating, innlatingarfreistir o.a.”
4. Í § 58 verður sum stk. 3 sett:
“Stk. 3. Tað er skyldan hjá ráði, stovni, fyritøku, samtøku av fyritøkum og øllum løgfrøðiligum og likamligum persónum at veita upplýsingar sambært stk. 2.”
5. Aftan á § 58, men áðrenn yvirskriftina yvir § 59, verður sett:
“§ 58 a. Fjarskiftiseftirlitið viðger upplýsingar, dátur o.a. og kortleggur undirstøðukervi, undir hesum samfelagstýðandi undirstøðukervi, og sínámillum sambond við tí endamáli at fremja nettrygd.
Stk. 2. Fjarskiftiseftirlitið kann krevja allar upplýsingar útflýggjaðar, sum Fjarskiftiseftirlitið metir hava týdning fyri kortlegging sambært stk. 1.
Stk. 3. Tað er skyldan hjá ráði, stovni, fyritøku, samtøku av fyritøkum og øllum løgfrøðiligum og likamligum persónum at veita upplýsingar sambært stk. 2.
Stk. 4. Fjarskiftiseftirlitið ger av, hvør er at meta sum veitari av samfelagstýðandi tænastum.
Stk. 5. Veitarar av samfelagstýðandi tænastum hava skyldu at boða Fjarskiftiseftirlitinum frá um broytingar í undirstøðukervinum, sum kunnu hava týdning fyri kortleggingina. Fjarskiftiseftirlitið avger, hvørjar broytingar eru at meta sum týðandi.
Stk. 6. Fjarskiftiseftirlitið letur ikki upplýsingar víðari. Tó kann Fjarskiftiseftirlitið lata veitarum av samfelagstýðandi tænastum yvirlit yvir egið undirstøðukervi og sambond teirra við onnur undirstøðukervi og skipanir. Eftir ítøkiliga meting kann Fjarskiftiseftirlitið í ávísum førum lata veitarum av samfelagstýðandi tænastum yvirskipað yvirlit yvir undirstøðukervi og sambond hjá øðrum veitarum av samfelagstýðandi tænastum til tess at styrkja nettrygdina. Slík yvirskipað yvirlit mugu ikki fara longur niður í smálutir og ikki røkka breiðari enn neyðugt til tess at røkka endamálinum, og skulu taka atlit til at verja trygdina og handilsloynidómar o.a. hjá øðrum veitarum.
Stk. 7. Fjarskiftiseftirlitið kann gera portraskanning av interneti.
Stk. 8. Um Fjarskiftiseftirlitið í sambandi við viðgerð av upplýsingum sambært stk. 1 ella stk. 7 gerst kunnugt við viðurskifti, sum eru til vanda fyri nettrygdina, kann Fjarskiftiseftirlitið venda sær til viðkomandi myndugleika ella fyritøku o.a. og m.a. lata viðkomandi upplýsingar og ráðgeving við tí endamáli at fremja nettrygd.
Stk. 9. Fjarskiftiseftirlitið kann gera av at beina burtur upplýsingar, sum verða viðgjørdar í sambandi við kortlegging sambært stk. 1 og skanning sambært stk. 7.
Stk. 10. Løgtingslóg um innlit í fyrisitingina, løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum og løgtingslóg um skjalasøvn eru ikki galdandi fyri upplýsingar, mál, kanningar, kortlegging o.a. sambært § 58 a. Hetta er eisini galdandi, tá ið upplýsingar, sum eru fingnar til vegar ella eru viðgjørdar sambært § 58 a, eru latnar øðrum myndugleika.
Stk. 11. Fjarskiftiseftirlitið kann lata øðrum eftirlitsmyndugleikum í Føroyum og í øðrum londum upplýsingar, um tað er neyðugt til tess at fremja endamálið við nettrygd.
Stk. 12. Landsstýrisfólkið kann áseta nærri reglur um, hvussu upplýsingar, sum verða latnar sambært stk. 11, kunnu latast øðrum eftirlitsmyndugleikum.”
§ 2
Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er samtykt.
Stk. 2. 1) § 58 a, sum ásett í § 1, nr. 5, fer úr gildi 1. juni 2027.
Í Tinganesi, 16. mai 2024
Aksel V. Johannesen (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 98/2023