Rættarregluevni (einans høvuðslógir og galdandi lógir):
Rættarreglubólkur:
Gildisstøða:
Ár:
Felagsmál / Sermál:
Mál:
Myndugleiki:
Um rættarregluna
  • Bólkur: Løgtingslóg
  • Gildisstøða: Galdandi
  • Felagsmál/Sermál: Sermál
  • Myndugleiki: Mentamálaráðið
  • Útgávudagur: 29-04-2019
Tilvísingar
Kunngerðablaðið
  • Kunngerðarblað 2019 A - Løgtingslóg 42 frá 26. apríl 2019
  • Rættarreglan soleiðis sum hon upprunaliga varð kunngjørd í Kunngerðablaðnum
Valmøguleikar
Tín lógalisti

26. apríl 2019Nr. 42

Løgtingslóg um heilsuhjálparaútbúgving, heilsurøktaraútbúgving og námsfrøðiliga hjálparaútbúgving

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

Kapittul 1

Endamál

§ 1. Útbúgvingarnar til heilsuhjálpara og heilsurøktara hava til endamáls at:

1)   geva næminginum yrkisfakligan førleika at røkja heilsurøktar- stuðuls- og umsorganaruppgávur á heilsuøkinum, kommunala økinum og á almannaøkinum,

2)   geva næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving,

3)   menna innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi, og

4)   at næmingurin kann menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar.

Stk. 2. Útbúgvingin til námsfrøðiligan hjálpara hevur til endamáls at:

1)   geva næminginum yrkisførleika at røkja námsfrøðiligar og umsorganaruppgávur á dagstovna-, skúla- og almannaøkinum,

2)   geva næminginum almennan lestrarførleika, ið er grundarlag undir víðari útbúgving,

3)   menna innlit næmingsins um samfelagsviðurskifti, eisini í yrkisligum høpi, og

4)   at geva næminginum møguleika at menna sínar persónligu førleikar, samstarvsevni og læringarførleikar.

§ 2. Útbúgvingarnar fara fram á Heilsuskúla Føroya.

Kapittul 2

Upptøka

§ 3. Upptøka til heilsuhjálparaútbúgvingina er treytað av, at umsøkjari hevur:

1)   í minsta lagi 1 ára útbúgving ella 1 ára arbeiðsroyndir eftir 9. floks próvtøkur fólkaskúlans, ella

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin, eftir meting skúlans, er førur fyri á nøktandi hátt at lúka krøvini í útbúgvingini.

§ 4. Upptøka til heilsurøktaraútbúgvingina er treytað av, at umsøkjari hevur:

1)   lokið heilsuhjálparaútbúgving, ella

2)   viðkomandi útbúgvingar- og arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 15 mánaðir.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.

§ 5. Upptøka til útbúgvingina til námsfrøðiligan hjálpara er treytað av, at umsøkjari hevur:

1)   lokið 9. floks próvtøku fólkaskúlans, og

2)   arbeiðsroyndir, sum hava vart í minsta lagi 1 ár ella viðkomandi útbúgving.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya tekur upp umsøkjara við støði í heildarmeting av, um umsøkjarin er førur fyri, á nøktandi hátt, at lúka krøvini í útbúgvingini.

§ 6. Leiðarin á Heilsuskúla Føroya kann geva næmingi avriksflutning fyri partar av útbúgvingini við støði í viðkomandi útbúgving ella starvsligum royndum, um stig og ella innihald frá aðrari lærugrein kann javnsetast. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um avriksflutning.

Kapittul 3

Útbúgvingarnar

§ 7. Útbúgvingarnar fevna um ein ástøðiligan og ein starvsligan part.

Stk. 2. Útbúgvingarnar verða skipaðar, so ástøðiligu og starvsligu partarnir stuðla upp undir hvønn annan.

§ 8. Útbúgvingin til heilsuhjálpara tekur 15 mánaðir, íroknað frítíð. Í minsta lagi 28 vikur av útbúgvingartíðini fevna um undirvísing í skúla.

Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja grundleggjandi stuðuls-, røktar- og umsorganaruppgávur.

§ 9. Útbúgvingin til heilsurøktara tekur 22 mánaðir, íroknað frítið. Í minsta lagi 40 vikur av útbúgvingartíðini fevna um undirvísing í skúla.

Stk. 2. Útbúgvingin skal geva førleika til sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis samansettar virksemis- og umsorganaruppgávur, ið fevna um m.a. at samskipa og undirvísa, og sjálvstøðugt at røkja og leggja til rættis grundleggjandi heilsu- og sjúkrarøktaruppgávur.

§ 10. Útbúgvingin til námsfrøðiligan hjálpara tekur 24 mánaðir, íroknað frítíð. Ástøðiligi parturin íroknað próvtøku, skal í minsta lagi fevna um 44 vikur, sum er undirvísing í skúla.

Stk. 2. Útbúgvingin skal geva næminginum grundleggjandi námsfrøðiligar førleikar til sjálvstøðugt og umsorganarfult at røkja og leggja til rættis mennandi og stimbrandi námsfrøðiligt virksemi, sum styðjar upp undir menningina, trivnaðin og læringina hjá børnum, ungum og vaksnum.

§ 11. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um útbúgvingarnar sbrt. § 1, stk. 1 og 2, herímillum um innihald, vav, próvtøkur, próvtøl, prógv og kæru um próvtøku.

Stk. 2. Reglur sambært stk. 1 verða gjørdar eftir ummæli frá landsstýrismanninum í almannamálum, landsstýrismanninum í heilsumálum, landsstýrismanninum í kommunumálum og Kommunufelagnum.

§ 12. Heilsuskúli Føroya ger námsskipanir, sum áseta, hvussu útbúgvingarnar verða lagdar til rættis.

Stk. 2. Heilsuskúli Føroya og starvsvenjingarstaðið samstarva um at røkka teimum málum, sum eru ásett í námsskipanunum.

Stk. 3. Mentamálaráðið góðkennir námsskipanirnar.

§ 13. Starvsvenjingin fer fram á útbúgvingarstøðum, ið eru góðkend av Heilsuskúla Føroya.

§ 14. Heilsuskúli Føroya hevur næmingarnar tryggjaðar móti skaða í sambandi við óhapp bæði í skúla- og starvsvenjingarpørtunum.

Kapittul 4

Leiðsla

§ 15. Landsstýrismaðurin setir í starv og loysir úr starvi leiðara fyri Heilsuskúla Føroya.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um faklig og námsfrøðilig førleikakrøv til leiðara og lærarar á Heilsuskúla Føroya.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann gera av, at Heilsuskúli Føroya verður partur av einari umsitingarligari eind.

§ 16. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av virksemi skúlans mótvegis landsstýrismanninum.

Stk. 2. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingunum, til dømis avtalur um upptøku, ávaringar, burturvísing og onnur agatiltøk.

Stk. 3. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya heldur próvtøku og skrivar út prógv.

Stk. 4. Leiðarin fyri Heilsuskúla Føroya setir í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.

§ 17. Heilsuskúli Føroya hevur skyldu at lata Mentamálaráðnum allar kravdar upplýsingar í talgildum formi sambært áseting Mentamálaráðsins.

Kapittul 5

Næmingaviðurskifti

§ 18. Heilsuskúli Føroya ger saman við einstaka næminginum eina persónliga útbúgvingarætlan, har mál verða sett fyri hvønn útbúgvingarpart sær og fyri útbúgvingina í síni heild.

§ 19. Næmingur, við avmarkaðum fakligum førleika, kann fáa eyka undirvísing sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 20. Næmingur kann fáa sernámsfrøðiligan stuðul sambært reglum, sum landsstýrismaðurin ásetur.

§ 21. Heilsuskúli Føroya veitir næmingum yrkis- og lestrarvegleiðing sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.

§ 22. Næmingur skal vera til staðar og vera virkin í undirvísingini.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur um at møtiskyldu, og at vera virkin í undirvísingini.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur um agatiltøk fyri brot á reglurnar, sum givnar eru sbrt. stk. 2. Avleiðing av einum broti skal vera rímilig í mun til framda brotið og avleiðingarnar annars fyri viðkomandi.

Stk. 4. Leiðari á Heilsuskúla Føroya hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar í stk. 2 og 3.

§ 23. Leiðari á Heilsuskúla Føroya ger reglur fyri skilhald.

Stk. 2. Næmingur hevur skyldu at halda skilhaldsreglur skúlans.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin góðkennir skilhaldsreglurnar og ger nærri reglur um agatiltøk fyri brot á reglurnar, sum givnar eru sbrt. stk. 2. Avleiðing av einum broti skal vera rímilig í mun til framda brotið og avleiðingarnar annars fyri viðkomandi.

Stk. 4. Leiðarin á Heilsuskúla Føroya hevur skyldu at kunna næmingin um reglurnar sbrt. stk. 2 og um avleiðingarnar, um reglurnar ikki verða fylgdar.

§ 24. Leiðarin á Heilsuskúla Føroya hevur ábyrgd av, at framdar verða regluligar og ítøkiligar innanhýsis eftirmetingar av lestrarstøðu næmingsins.

Stk. 2. Leiðarin á Heilsuskúla Føroya skal, saman við viðkomandi lærarum í minsta lagi eina ferð í hvørjari skúlahálvu, eftirmeta úrslit í einstøku flokkunum og ella bólkunum og hjá einstaka næminginum.

Stk. 3. Leiðarin ger reglur um eftirmetingar sbrt. stk. 1 og 2, og hevur skyldu at kunna næmingin um hesar.

§ 25. Næmingurin skal sjálvur útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar.

Stk. 2. Heilsuskúla Føroya verður heimilað at krevja gjald í sambandi við ljósritan og útprenting.

Kapittul 6

Útbúgvingarráð

§ 26. Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir tilmæli útbúgvingarráð til heilsuhálparaútbúgvingina og heilsurøktaraútbúgvingina við 7 limum umboðandi Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Kommunufelagið, Almannaverkið, Heilsumálaráðið og eitt umboð fyri lærararnar, sum undirvísa á heilsuútbúgvingunum á Heilsuskúla Føroya. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin ein lim, sum er formaður og tiltakslim fyri formannin. Útbúgvingarráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum í málum viðvíkjandi heilsuútbúgvingunum.

Stk. 2. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur tilnevndur.

Stk. 3. Ráðslimirnir skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum heilsuútbúgvingarnar fevna um.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um Útbúgvingarráðið fyri heilsuútbúgvingarnar, herímillum um tilnevningarskeið, mannagongdir fyri ráðsarbeiðið, hvørji mál ráðið skal ummæla, útreiðsluheimild og skipan av skrivstovuhjálp.

§ 27. Landsstýrismaðurin tilnevnir eftir tilmæli útbúgvingarráð til námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina við 7 limum umboðandi Føroya Pedagogfelag, Hjálparfólkafelagið, Kommunufelagið, Almannaverkið, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetri Føroya og eitt umboð fyri lærararnar, sum undirvísa á námsfrøðiligu hjálparútbúgvingini. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin ein lim, sum er formaður og tiltakslim fyri formannin. Útbúgvingarráðið skal ráðgeva landsstýrismanninum í málum viðvíkjandi námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingini.

Stk. 2. Fyri hvønn ráðslim verður ein varalimur tilnevndur.

Stk. 3. Ráðslimirnir skulu hava fakligt innlit í tey arbeiðsøki, sum námsfrøðiliga hjálparaútbúgvingin fevnir um.

Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um Útbúgvingarráðið til námsfrøðiligu hjálparútbúgvingina, her ímillum um tilnevningarskeið, mannagongdir fyri ráðsarbeiðið, hvørji mál ráðið skal ummæla, útreiðsluheimild og skipan av skrivstovuhjálp.

§ 28. Heilsuskúli Føroya og Útbúgvingarráðini sbrt. §§ 26 og 27 eftirmeta javnan tørvin á dagføringum og broytingum innan heilsuútbúgvingarnar og námsfrøðiligu hjálparaútbúgvingina og gera, hvør sær, uppskot til landsstýrismannin hesum viðvíkjandi. Heilsuskúli Føroya og útbúgvingarráðini eru á sama støði sum samsvarandi útbúgvingar í Norðanlondum.

Stk. 2. Útbúgvingarráðini skulu hava námsskipanirnar sbrt. § 12, stk. 3 til ummælis, áðrenn tær verða sendar Mentamálaráðnum til góðkenningar.

Stk. 3. Útbúgvingarráðini kunnu av sínum eintingum viðgera øll viðurskifti, ið hava týdning fyri útbúgvingarnar, og gera tilmæli.

Stk. 4. Útbúgvingarráðini kunnu eftir tørvi innkalla serkøn at møta á ráðsfundi.

Kapittul 7

Kæra

§ 29. Avgerð leiðarans í námsfrøðiligum málum, millum annað í próvtøkumálum, kann innan 7 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, kærast til landsstýrismannin. Kæran skal vera skrivlig og ítøkiliga grundgivin.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um kærur sbrt. stk. 1.

Stk. 3. Fyrisitingarlig avgerð, ið leiðarin hevur tikið, sum ikki er fevnd av stk. 1, kann kærast til landsstýrismannin. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at kærarin hevur móttikið avgerðina.

Kapittul 8

Gildiskoma og skiftisreglur

§ 30. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri næmingar, sum byrja undirvísingina aftan á 1. januar 2019. Samstundis fer úr gildi løgtingslóg nr. 57 frá 26. mai 2010 um heilsuútbúgvingar, tó soleiðis, at reglurnar í frammanfyri nevndu lóg framvegis eru galdandi fyri næmingar, sum hava byrjað útbúgvingina til heilsuhjálpara ella heilsurøktara fyri 1. januar 2019.

Stk. 2. Kunngerð nr. 73 frá 31. mai 2013, sum broytt við kunngerð nr. 124 frá 13. november 2013 um próvtalsstiga og døming, kunngerð nr. 18 frá 4. apríl 2014 um útbúgvingar til heilsuhjálpara og heilsurøktara, sum broytt við kunngerð nr. 152 frá 5. desember 2017, kunngerð nr. 17 frá 4. apríl 2014 um próvtøkur í heilsuútbúgvingum og kunngerð nr. 87 frá 31. mai 2017 um útbúgvingarráð fyri heilsuhjálparaútbúgvingar og heilsurøktaraútbúgvingar hava framvegis gildi, til tær verða settar úr gildi av landsstýrismanninum.

Stk. 3. Kunngerð nr. 8 frá 19. januar 2017 um námsfrøðiliga útbúgving av lærarum á vinnuskúlum og miðnámsskúlum er eisini galdandi fyri leiðara og lærarar á Heilsuskúla Føroya sambært hesi lóg.

 

 

Í Tinganesi, 26. apríl 2019

 

Aksel V. Johannesen (sign.)

løgmaður

Lm. nr. 69/2018