Skrivar tú trygging verður eisini leitað eftir øðrum endingum av orðinum sum t.d. tryggingar og tryggingarvirksemi.
Skrivar tú ?trygging verður leitað eftir orðum sum t.d. lívstrygging og lívstryggingar.
Skrivar tú ”trygging” verður einans leitað eftir júst hesum sniðnum av orðinum.
26. mai 2008Nr. 42
Løgtingslóg um at brúka kirkju og um limaskap í fólkakirkjuni
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
Kapitul 1
Kirkjan
§ 1. Kirkjan er til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.
Stk. 2. Gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur eru almennar.
Stk. 3. Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal onki vera ella fara fram, sum stríðir ímóti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.
Stk. 4. Sóknarprestur gevur boð og leiðbeinir um, hvussu farið verður fram í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
§ 2. Biskupur kann loyva sóknarpresti, undir gudstænastu ella aðrari kirkjuligari tænastu, at nýta onnur ritual enn tey góðkendu.
Stk. 2. Biskupur kann loyva, at aðrir sálmar enn teir góðkendu verða nýttir undir gudstænastu ella aðrari kirkjuligari tænastu.
Stk. 3. Biskupur kann loyva, at annað mál verður brúkt við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.
Stk. 4. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
Kapittul 2
Limaskapur
§ 3. Limur í fólkakirkjuni (kirkjufólk) er tann, sum doyptur er í fólkakirkjuni.
Stk. 2. Tann, sum er doyptur við kristnum dópi í einum øðrum trúarsamfelag, verður limur í fólkakirkjuni við at heita á kirkjubókaførandi sóknarprest, sum tryggjar sær, at viðkomandi tekur undir við trúarlæru fólkakirkjunnar.
§ 4. Kirkjubókaførandi sóknarprestur tekur áheitan um limaskap til eftirtektar, tá ið treytirnar sbrt. § 3 eru loknar.
Stk. 2. Fyri ógiftan persón undir 18 ár tekur tann, ið hevur foreldramyndugleikan, avgerð um limaskap. Tann, ið er 14 ár ella eldri, skal geva samtykki.
Stk. 3. Kirkjubókaførandi sóknarprestur boðar fólkayvirlitinum frá skrásetingini.
§ 5. Tann, sum flytur til landið, og sum er limur í fólkakirkju ella evangelisk-lutherskum trúarsamfelag, verður limur í fólkakirkjuni við at boða fólkayvirlitinum frá í sambandi við flytingina.
§ 6. Kirkjufólk kann siga limaskapin upp við fráboðan til kirkjubókaførandi sóknarprestin í kirkjusóknini, har viðkomandi býr.
Stk. 2. Limaskapurin heldur uppat, setur persónur seg uttan fyri fólkakirkjuna, t.d. við at lata seg doypa í øðrum trúarsamfelag ella við at fara upp í annað trúarsamfelag.
§ 7. Biskupur tekur endaliga avgerð í máli um limaskap.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um limaskap í fólkakirkjuni.
Kapittul 3
Sóknarband
§ 8. Kirkjufólk hoyrir til kirkjusóknina har, tað býr, uttan so at viðkomandi hevur biðið um at hoyra til aðra kirkjusókn í prestagjaldinum.
Stk. 2. Kirkjufólk kann knýta sóknarband til sóknarprest og kirkjusókn í øðrum prestagjaldi.
Stk. 3. Tann, ið ynskir at loysa sóknarband, vendir sær til sóknarprestin, sum viðkomandi ynskir at knýta sóknarband til. Sóknarprestur hevur ikki skyldu at ganga áheitanini á møti.
Stk. 4. Avgerð um ikki at ganga umbøn um sóknarband á møti kann verða kærd til biskup. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
§ 9. Tann, ið hevur loyst sóknarband, tekur sóknarbandsloysingina aftur við at boða frá til sóknarprestin, sum hann hevur sóknarband við.
§ 10. Sóknarprestur kann siga sóknarband sbrt. § 8 upp, um sóknarprestur heldur, at hann ikki fær havt skyldur mótvegis viðkomandi. Uppsøgn skal vera skrivlig, við 6 mánaða varningi.
Stk. 2. Uppsøgn kann verða kærd til biskup innan 4 vikur. Kæra hevur steðgandi virknað. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
§ 11. Sóknarbandsloysing sbrt. § 8 heldur uppat, um sóknarprestur doyr ella fer úr starvi.
Stk. 2. Uppathaldið kann tó verða flutt fram, til nýggjur sóknarprestur er settur í embætið.
§ 12. Fyri ógiftan persón undir 18 ár tekur tann, ið hevur foreldramyndugleikan, avgerð sbrt. § 8, stk. 2, 3 og 4, § 9, § 10, stk. 2, og § 11, stk. 2. Tann, ið er 14 ár ella eldri, skal geva samtykki.
§ 13. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um at loysa sóknarband.
Kapittul 4
Rættur limanna til kirkjuligar tænastur
§ 14. Kirkjufólk hevur rætt til kirkjuliga tænastu frá sóknarpresti í kirkjusóknini.
Stk. 2. Kirkjufólk, sum sbrt. § 8 hevur loyst sóknarband til annan sóknarprest, hevur rætt til kirkjuliga tænastu frá viðkomandi sóknarpresti.
§ 15. Sóknarprestur kann veita útiseta kirkjuliga tænastu í kirkjusóknini, sum viðkomandi seinast hoyrdi til.
§ 16. Mál um rætt limanna til kirkjuliga tænastu kunnu verða løgd fyri biskup. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta neyvari reglur um rætt limanna til kirkjuligar tænastur.
Kapittul 5
At brúka kirkjuna
§ 17. Sóknarprestur hevur rætt at brúka kirkjurnar í prestagjaldinum til gudstænastur, kirkjuligar tænastur og kirkjuligar fundir.
Stk. 2. Sóknarprestur kann lata øðrum prestvígdum í fólkakirkjuni ella valkirkjuliði kirkjuna til gudstænastu ella aðrar kirkjuligar tænastur.
Stk. 3. Sóknarprestur kann loyva ikki prestvígdum at tala av kórsgáttini, meðan gudstænasta ella kirkjuligar tænastur eru.
Stk. 4. Sóknarprestur kann í stakføri loyva gudfrøðingi ella gudfrøðilesandi at tala av prætikustólinum.
§ 18. Lestur er, tá ið sóknarprestur ikki hevur gudstænastu.
§ 19. Kirkjuráðið kann í kirkjuni skipa fyri øðrum kirkjuligum tiltaki enn gudstænastu og kirkjuligari tænastu, sbr. tó § 17.
Stk. 2. Eru tiltøkini eftir stk. 1 kirkjukonsert, kirkjuleikur ella annað listaligt tiltak, leggur kirkjuráðið biskupi avgerðina til støðutakan, ynskir limur í kirkjuráðnum tað. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
Stk. 3. Er ósemja um, nær hvør kann brúka kirkjuna, ger biskupur av. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
§ 20. Í minsta lagi 2,5% av kirkjufólkinum, tó í minsta lagi 4, og í mesta lagi 15 kirkjufólk, sum hava atkvøðurætt til kirkjuráðsval í kirkjusóknini, fáa kirkjuna tøka til gudstænastu við:
1) øðrum prestvígdum í fólkakirkjuni enn teimum, sum eru sett í starv til at virka við kirkjuna,
2) presti í valkirkjuliði,
3) presti í evangelisk-lutherskum fríkirkjuliði.
§ 21. Kirkjufólk, sum hevur atkvøðurætt til kirkjuráðsval í kirkjusóknini, hevur rætt til at fáa kirkjuna til:
1) kirkjuligar tænastur við øðrum prestvígdum í fólkakirkjuni enn teimum, sum eru sett til at virka við kirkjuna,
2) jarðarferð við presti í evangelisk-lutherskum fríkirkjuliði.
Stk. 2. Kirkjulig tænasta eftir stk. 1 er einans til kirkjufólkið, sum hevur sett fram áheitanina, ella makan, børnini ella foreldrini hjá kirkjufólkinum.
§ 22. Limur í valkirkjuliði hevur rætt til at fáa kirkjuna í kirkjusóknini, har viðkomandi býr, til kirkjuliga tænastu við presti í valkirkjuliðnum.
§ 23. Sóknarprestur í serligari tænastu, ið ikki er tengd at ávísari kirkjusókn, hevur rætt at brúka kirkju til gudstænastu og aðra kirkjuliga tænastu í sambandi við hesa serligu tænastu.
§ 24. Sóknarprestur kann, eftir samráð við kirkjuráðið, loyva valkirkjuliði ella øðrum kristnum trúarsamfelagi at nýta kirkjuna til gudstænastur, um ikki ritual ella halgisiðir tess ella viðurskifti í trúarsamfelagnum annars tala ímóti.
Stk. 2. Sóknarprestur kann loyva valkirkjuliði og øðrum kristnum trúarsamfelagi at nýta kirkjuna til jarðarferð.
Stk. 3. Sóknarprestur leggur biskupi mál sbrt. stk. 1 og 2 til støðutakan, um serlig viðurskifti tala ímóti, at hann gevur øðrum kristnum trúarsamfelagi loyvi at nýta kirkjuna.
Stk. 4. Kann kirkjuráðið ella annar sóknarprestur í kirkjusóknini ikki taka undir við ætlanini um at geva loyvi sbrt. stk. 1, verður málið lagt biskupi til støðutakan.
Stk. 5. Avgerðin hjá biskupi er endalig.
§ 25. Sóknarprestur kann loyva, at gudstænasta ella kirkjulig tænasta verður kringvarpað.
Stk. 2. Kirkjuráðið kann loyva, at fundir, konsertir o.o. tiltøk í kirkjuni verða kringvarpað.
Stk. 3. Kirkjuráðið ger av, um tað tekur gjald frá stigtakaranum, sum samsvarar við útreiðslurnar í sambandi við tiltøk eftir § 19, § 23 og § 24.
§ 26. Landsstýrismaðurin ásetir, eftir bindandi tilmæli frá biskupi, í kunngerð neyvari reglur um viðurskifti sbrt. hesum kapitli.
Kapittul 6
Gildiskoma
§ 27. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. juli 2008. Samstundis fara úr gildi Anordning nr. 883 af 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om bestyrelse og brug af folkekirkens kirker m.m. og Anordning nr. 889 af 8. december 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om medlemskab af folkekirken, kirkelig betjening og sognebåndsløsning.
Tórshavn, 26. mai 2008
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
/ Kristina Háfoss (sign.)
Lm. nr. 128/2007