27. apríl 2005Nr. 42
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avtøku av ymsum løgtingslógum
(Fiskivinnumál)
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 61 frá 27. apríl 2001 um avtøku av ymsum løgtingslógum (Fiskivinnumál) verður § 2, stk. 2 orðað soleiðis:
“Stk. 2. Um so er, at fiskifar verður fyri skipbroti ella søkkur, kann eigarin eftir umsókn fáa lánið flutt yvir á eitt annað fiskifar við somu treytum sum í stk. 1, treytað av, at fiskifarið verður nýtt til vinnuligan fiskiskap.”
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. oktober 2003.
Tórshavn, 27. apríl 2005
Jóannes Eidesgaard (sign.)
løgmaður
Lm. nr. 48/2004