9. apríl 2003Nr. 43
Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skrásetingargjald á motorakførum v.m.
Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1
Í løgtingslóg nr. 175 frá 18. desember 1992 um skrásetingargjald á motorakførum v.m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 100 frá 20. desember 2002, verða gjørdar hesar broytingar:
1) § 12 verður orðað soleiðis:
“§ 12. Einki avgjald er á kamping-vognum.”
2) § 17 verður orðað soleiðis:
“§ 17. Fyri ellisakfør, ið verða skrásett, skal einki skrásetingargjald rindast.
Stk. 2. Við ellisakfør sambært stk. 1 er at skilja motorakfør, ið eru eldri enn 25 ár, og sum framvegis hava sama skap sum upprunaakfarið.”
§ 2
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Tórshavn, 9. apríl 2003
Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður